Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Katrin Petersen var fødd í Klaks­vík ein sunnudag, t. 23. okt. 1948. Hon var yngst av børnunum hjá Turið og Sámal Petersen. Best kendu vit Sámal sum Sámal lærarin. Elst av børnunum hjá Turið og Sámal var Hanna, aftan á komu dreingirnir Jallgrímur og Petur. Barnaheimið hjá Katrin á Biskupsstøð minn­ ast vit fyri góðsligar og inni­góð­ar karmar. Turið, við síni sátt­ligu og fløvandi med­ferð, fekk gent­urnar í granna­lag­num at kenna seg so væl­komnar. Barn­góð burt­ur­av var Turið, ið ættað var úr Svíni. Sámal, sum ikki segði so nógv, vistu vit, var tón­lista­maður og gjørdi so bein­rakin og yndislig løg. Tað hendi seg meiri enn so, at vit vóru mill­um tær fyrstu, ið dugdu ný­kompo­neraðu sang­ strofurnar á løgunum, hann gjørdi. Vit fingu tær inn í oyrað, tá hann streyk eftir violinstreingjunum inni í ar­ beiðs­rúminum. Sám­al var so fjøl­broyttur, stjórn­aði sang­ kóri og Klaks­víkar Horn­ orkestri, sat í sóknar­stýri og á løgtingi og var íðin gransk­ ari úti í føroysku natúruni. Í kjall­aran­um hevði hann eitt rúm við útstapp-að­um fugl­ um, ið hann lærdi okkum nøvn­ini á. Tað var ein áhuga­ verdur pápi, hildu vit, sum á sín serliga, hugfarsliga hátt legði píp­una frá sær og greiddi okk­um forvitnu óvit­ um frá smá­fugli sum rov­ fugli. Í barnaárunum var heim­ ur okkara Biskupsstøð – alt var so vandaleyst, og stóra verðin lá uttanfyri. Vit børn spældu nógv, bæði innan- og uttan­duraspøl. Einki órógv­ aði sum í dag, og vit keddu okkum ongantíð. Samvera og spæl var hjartatátturin í upp­alingini og menningini. Biskupsstøð blóm­aði, har var alt uttan um okkum, - bóka­ savnið, bók­hand­ilin, kram­ búðin, klædna­búðin, kol­garð­ urin, bátabrúgvin í fjøruni, víði bøurin hjá Jákup bónda og høsna- og kalkungarðurin hjá Hans bónda. Ja, tað var eitt yðjandi lív við øllum tí, vit stóðu saman um og hildu vera heimsins nalva. Katrin búði á markinum millum Ziskatrøð og Biskups­støð. Longu sum smá­genta var hon ein partur av gentu­hópinum, har vit spældu. Um jóltíðir fóru vit til jólatræ og fleiri ferðir um árið vóru føðingar­dagar, har vit vanda­liga spældu smáar ”komediur” og framførdu fyri gestunum. Tað kundi henda, at vit høvdu gott fylgisspæl afturvið eisini. Bindiskúlin í Emmaus hvørja viku var eitt ”must” og túrarnir út í Grøv um summarið, har vit vass­aðu og tvassaðu. Hetta vóru árini við donsku, ljósa­ reyðu Puk-bókunum við Christell tekningum, vøkrum eskjum við glansbíløtum í og fellibók. Og vit savnaðu bunkar av vøkrum serviett­ um, sum so óbrúktir vóru goymdir og taldir upp við hvørt. Vit kappaðust um at savna sodavatnsproppar frá Føroya Bjór við tølum í undir tundrinum. Vit býttu um, so vit fingu røttu rað­ fylgjuna frá 1 til 10 og kundu so vera við í lutakasti um ein sodavatnskassa. Hetta vóru minni­ligir dagar. Um ferm­ ingar­aldur fekk man egið kamar, carmen curlers stóðu á kommoduni og ornaðu, og kjól­arnir tódn­aðu. Roman­ bløðini sløgd­ust á nátt­ borðinum, og bræva­kassin hjá Tove Ditlevsen í Famile Journalinum varð dúgliga lisin og stjørnurnar við, - hvat mundi fara at henda í næstu viku ella seinni í árinum. Vit lósu romanbløðini og tey vaksnu ”Det bedste”. Prís­ listin frá Daells Varehus, Messen, Candor og Sport, alt hetta tóku vit til okkum. - Jú, hetta vóru vit felags um. Og vit samlaðu silvurbestikk frá Leivi Ellingsgaard og Eilif Arge, tí einaferð vildu vit borð­reiða við blonkum knív­um og gaflum sum aðrar klaks­víks­frúur. Katrin gekk tveir flokkar undan okkum og fekk tí ómeta­ligan stóran týdning sum slóðari og vegleiðari tey fyrstu trilvandi fetini inn í ung­dómsheimin. Tað var serliga spennandi, tá hon fór at arbeiða á posthúsinum, meðan vit enn ”bara” gingu í skúla. Stuttligt var at fara inn til hennara um kvøldarnar at práta, tí Katrin átti ein lítlan plátuspælara. Hugnaløturnar vórðu ballaðar inn í mjúku røddina hjá Cliff Richard og eisini Pat Boone. Katrin hevði ein mammu­beiggja yviri í Canada, ið hon við hvørt for­taldi okk­um um, eina mostir á Born­holm og eina úti í Heið­unum, sum var so blíð og týð at vitja. Hon var jarða­móður, átti hvørki mann ella børn. Og har sluppu vit at gera sum okk­um lysti. Ja, slíkt situr eftir og svarar aftur í dag ! Sámal Petersen gjørdist eitt skifti landsstýrismaður. Tá fluttu Turið við Sámal sjálvsagt til Havnar. Ferða­ sam­bandið kann ikki saman­berast við tað í dag, men í vikuskiftum fóru vin­ konurnar hugagóðar við Pride suður at vitja, - hurðin til ungdómsheimin stóð nú víðopin, og Katrin´sa vinir vóru okkara vinir. Ræsur gjørd­ist rúmari, og útlongsul gjørdi seg eisini galdandi millum okkum gentur á Biskups­støð, og hjá Turið og Sámal úti í Tinganesi og Brøttu­líð var sami blíðskapur sum í Klaksvík. Í 1968 hitti Katrin Hera , ið gjørdist maki og stuðil hennara alt lívið. Katrin fór á Ryslinge Há­ skúla og í fylgi við henni Dora hjá Eli Nolsøe. Tann ”ferðandi háskúlin” var eisini nakað, ið hugtók Katrina, og hon gekk við lív og sál upp í tann partin av háskúlarørsluni. Tankin búnaðist meir og meir at gerast barnagarðslærari, sum tað kallaðist tá. Í 1973 var hon liðug við skúlan og stóð við prógvi í hondini og virkaði nøkur ár í DK innan tað starvsøkið, meðan Heri gjørdi seg lidnan við sína út­ búgving. Tá Katrin og Heri fluttu heim til Føroyar, tók hon við starvi sum leiðari fyri dag­stovnin í Hoyvík. Í 17 ár greiddi hon tann setningin til lítar. Tá Tórshavnar Komm­ una í ár 2000 setti Barna- og ungdómsdeildina á stovn, varð Katrin settur leiðari. Sam­vitskufult røkti hon starvið við síni breiðu vitan og sunnu hugsjónum, eisini tá sjúkan gjørdi seg inn á hana. Hon tók dystin upp við hendan miskunnarleysa óvin, fekk hann í fleiri umførum í andglettin, men nú fekk hann so seinasta orðið. Seint í fjør segði Katrin seg úr starvi. Tað var vorðið ov krevjandi hjá henni í land­ sins størstu kommunu at um­sita hetta starv, ið var í so støðugari menning, meðan sjúkan gjørdist meinari og meinari. Í okkara dagbókum gong­ ur Katrin nógv aftur. Tað er einki at siga til, tí tú vart so serlig og viðkomandi Lesi­hugaðar vóru vit allar tríggjar, læntu bøkur frá hvør aðrari, ummæltu tær og fylgdu væl við, tá John Reid hevði sett nýútgávur upp á hill­arnar á bókasavninum. Ja, tá vóru gentubøkur gentu­bøkur og einki annað enn tað ! Vit syrgja missin av tær, Katrin góða. Í sjúku­til­ gongdini hevði tú sanniliga tað sama kærleiksfulla ynd­ ið, ið altíð sermerkti teg. Meinast er missurin hjá Hera, Høgna og Bjørt og systkj­ unum hjá tær. Deyðin fekk seinasta orðið, men blíða brosið var alla tíðina har. Tað fekk sjúk­ an einki gjørt við. Og vit minnast tað, Katrin, brosið, og unna tær eina sæla og góða hvíld eftir drúgvar dystir og bakkøst. Tá tú vart borin út úr Havn­ar kirkju sunnudagin, og orglið á loftinum spældi fittu løgini hjá Sámal Peter­ sen: Morgunroðin lýsir og Ein firvaldur í góðum lag, var tað, sum um man var aftur á Biskupsstøð eina løtu. Sera beinrakið, at tú vart borin út við so vøkrum tónum hjá pápa tínum. Friður verði við minninum um Katrin hjá Sámal. Ruth og Polly Katrin hjá Sámali 25 ára starvs­ dagur 1. mars 2013 hevur Dávur Neshamar, Tórs­ havn arbeitt í 25 ár sum roknskaparleiðari hjá Elfelagnum SEV.