Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Føroyingar sáa, útlendingar heysta Annita á Fríðriksmørk Kelda: talvurnar eru á heimasíðuni hjá Hagstovuni www.hagstova.fo Føroysk arbeiðsmegi er nógv eftirspurd í útlandinum. Eft­ ir­spurningurin kemst ikki av bíligari arbeiðsmegi, men skal síggjast í føroyskum ar­beiðs­evnum og serfrøði. Rósið til hesa mobilu ar­ beiðs­megi verður ikki minni av, at samstundis sum føroy­ ingurin er eftirspurdur, so fer hann av landinum til ar­ beiðis, í flestu førum uttan at flyta bústað. Hann verður tíbetur búgvandi her og familj­an somuleiðis. Men, - altíð er tað eitt men! Samstundis sum føroy­ ingar kunnu verða stoltur av at verða so eftirspurdir, so eigur tann politiski mynd­ ug­leikin at gera sær greitt, at orsøkin til methøga talið av føroyingum, sum ar­beiða uttanlands, og enn­tá vaks­ andi, kemst av mangl­andi kappingarføri her­heima; - bæði í lønum og í av­bjóð­ ing­um. Tað er her, vit tapa! Jamen, kann tað ikki verða líka mikið, um lønirnar verða forvunnar í útlandinum ella í Føroyum? Men nei, tað er ikki líkað mikið! Tá so er, fer bróðurparturin av vinninginum av tí, sum føroyski arbeiðstakarin skap­ar í útlendskar lummar. Skatt­urin somuleiðis. Og tað er her avbjóðingin hjá tí før­ oyska samfelagnum liggur. Avbjóðingin er stór, og sær enntá út til at verða vaks­andi. Sambært Hag­ stovu Føroya (sí talvu), vuksu lønir frá føroyingum í vinnu uttanlands árini frá 2004 til 2011 úr 300 mió kr upp til 850 mió. Hetta er nærum ein trýfalding; og svarar (í 2011) til 11% av øllum lønum, sum vóru vunnar í Føroyum og uttanlanda. Sí talvu Á Vinnuháskúlanum og í Teknisku skúlunum ser­stak­ liga - men eisini á øðrum skúlum, útbúgva vit hvørt ár hópin av serfrøði. Hetta gera vit m.a. við tí fyri eyga, at okkara útbúnu skulu tæna okkara vinnulívið og okkara samfelagið. Men tað almenna og tað privata hava antin ikki uppgávurnar, ella eru tey ikki kappingarfør við okkara grannalond. Føroyar missa tí ikki bara eftirspurdu arbeiðsmegina, men vit missa eisini tey virði, sum hesi kundu skapt her, - men sum tey ístaðin skapa fyri aðrar arbeiðsgevarar og onnur samfeløg. Føroyingar klárt á odda Men er hetta ikki soleiðis allastaðni? Er hetta ikki bara nakað, sum er partur av globaliseringini? Nei, tað er ikki soleiðis alla­staðni. Tað síggja vit á talvuni frá Hagstovuni. Talv­ an gevur ábendingar um, at onnur samfeløg leggja seg í selarnar fyri at teirra arbeiðs­megi verður verandi í land­inum. Gjørdu tey ikki tað, vildi teirra arbeiðsmegi eisini verið gagnnýtt aðra­ staðni, og útlendskir ar­ beiðs­gevarar høvdu tá fingið ágóðan. Hetta eigur ein politiskur myndugleiki ikki at finna seg í, og velur tí at hava ein vinnupolitikk, sum forðar fyri hesum. Men hendan politikk ivist eg í, um føroy­ingar hava! Vit síggja á talvuni, at føroyingar eru klárt á odda í at forvinna lønir uttanlands. Meðan føroysku lønarinn­ tøkurnar, sum vórðu for­ vunn­ar uttanlands liggur millum 6 og 7% av BTÚ, so liggur hetta talið millum 0 og 0,5% í øllum hinum Norðurlondunum. (Grønland er tó ikki við í talvuni) Sí talvu Tað er fantastiskt at okkara ar­beiðsmegi er so væl út­ búgvin, so væl umtøkt og so mobil! Men tað er ikki gott, at politiski myndugleikin dúvar - ótilvitað, má man ganga útfrá - sína globalu tilvitan á, at onnur skulu njóta gott av okkara arbeiðsmegi. Skattapolitikkur og føroyskar loysnir Ikki nóg mikið við, at vit ikki megna at lofta hesum frá­ líku førleikum, vit á hvørj­um ári útbúgva. Vit velja sam­ stundis heldur ikki at gera skattapolitisk átøk, sum kundu verið aftursvar til mangl­andi vinnupolitikkin. Hesir, sum rinda sín skatt aðra­staðni, antin í form av vanligum a-skatti í tí landi teir arbeiða, ella tí teir fáa nettoløn, tvs minni út­ reiðsl­ur fyri - sum oftast - DIS-reiða­rí, høvdu heldur enn fegnir ístaðin rinda sin skatt her á landi, - um tað bara var skipanin. Men tað hevur arbeiðstakarin ikki myndugleika til at broyta! Tað er tað bara politiski mynd­ugl­eikin, sum kann royna at gera nakað við! Tí er tað heilt skeiv adressa at lasta hesar, sum arbeiða uttanlands fyri ikki at leggja sín skatt í landskassan. Tað er ikki teirra borð! Tað er ikki nemt, tað veit eg. Men eru grund­gev­ing­ ar­nar í lagi, og forarbeiðið gjørt, so er spurningurin, hvar hasar skattakrónurnar skulu fella, nakað sum kann – alt annað líka - takast til við­gerðar og til forhandling! Generelt er tann regla gald­andi, at tú rindar tín skatt í tí landi, tú arbeiðir. Men undantøk eru, og spurn­ ingurin er um áherðsla ikki átti at verið løgd í at komið hesum øki undir eitt av hes­ um undantøkum, so okkara samfelag fekk - um ikki annað - so part av hesum skatta­peningi. Politiksi myndugleikin kann eisini leggja sín fíggj­ar- og skattapolitikk til rætt­is soleiðis, at øll rinda sín part til samfelagið, við tí enda­ málið at varðveita okkara væl­ferðarsamfelag. Vit kunnu kanska hava í huga, at lønirnar hesir fáa eru útgoldnar í samfeløgum har ognarskattur og brúk­ara­ gjøld eru partur av út­reiðsl­ unum hjá teirra arbeiðs­fe­ løg­um. Føroyskar loysnir Her mugu føroyskar loysnir til. Avleiðingin av hesum “onki gera” politikkinum er m.a., at landskassin og so sanniliga eisini komm­unu­ kassarnir svíða. Øll framkomin lond gera sítt til at forða fyri at ar­ beiðsmegin fer av landinum. Tí síggja tølini heilt øðrvísi út hjá øðrum enn hjá okkum. Í hesi globalu verð fer arbeiðsmegin eisini partur av útboðið og eftirspurningi. Hon fer har tað er praktiskt møguligt, og har hon fær mest fyri sín førleika. Avbjóðingin hjá okkum er at taka kappingina upp. Gera vit ikki tað, halda vit fram við at útbúgva okkara dugnaligu menn og –kvinnur, og lata útlendskum arbeiðsgevarum og útlendskum landskassum at heysta.