týsdagur 26. februar 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Rættleiðing til Árna Dahl
Suni Merkistein
Nú um dagarnar gav Klaks
víkar Ítróttarfelag út 2. bind
í nýggjari bókarøð um KÍ-
søguna. Bókin, sum Árni Dahl
hevur skrivað, fevnir um
tjúgu ára skeiðið frá 1955 til
1974. Eg settist um vikuskiftið
at blaða í hesari bók, men
komin fram á síðu 299, hvakk
eg við. Har verður heilt stutt
staðfest, at tað í føroyskari
sjónvarpssending, sum eg
sjálvurannar í 2011 gjørdi
um sonevnda 66-liðið hjá KÍ,
verða borin fram ósannindi
um týðandi fótbóltsdyst í
Klaksvík.
Av tí at høvundurin í
nýggjum almennum søguriti
av órøttum og uttan nakra
grundgeving sáar iva um
trúvirðið í mínum arbeiði,
kenni eg meg noyddan til
alment at vísa aftur hesari
púra ógrundaðu og haldleysu
skuldseting.
Tikin fram til umrøðu á
síðu 299 í nýggju KÍ-bókini
er hin tiltikni tilburðurin í
hinum avgerandi dystinum
millum KÍ og HB um før
oyameistaraheitið 1971. KÍ
var á odda 1-0 og hevði um
miðjan fyrra hálvleik bóltin í
málinum til 2-0, men dómari
og linjuverji kolldømdu mál
ið. Hendingin hevur við
jøvnum
millumbili
malið
upp aftur og elvt til kjak, tí
kanska bar hon í sær, at KÍ
vann ikki sætta FM-heitið á
rað í meistaradeildini.
Tá ið eg saman við upp
tøkumanninum Høgna Jacob
sen á sumri 2011 fór undir at
gera eina sjónvarpssending
um KÍ-liðið, sum hevði so
góð úrslit árini frá 1966 til
1972, eydnaðist at útvega for-
vitnisligar
filmsupptøkur
frá dystum hjá KÍ hesi árini.
Størsti fongurin var óivað
filmsupptøkan hjá Milson
Zachariassen frá áðurnevnda
dysti í Klaksvík 29. august
1971. Í alt mundu einir tjúgu
minuttir frá hesum dysti
verða tiknir upp.
Undir arbeiðinum til hesa
sending, varnaðust vit, at
alt uppspælið til kolldømda
KÍ-málið er við á hesari upp
tøku. Samanbresturin mill
um KÍ-spælara og HB-mál
mannin, sum fekk dómara
og linjuverja at ógilda mál
ið, er við, men bólturin sæst
kortini ikki fara í mál, tí upp
tøkumaðurin sløkkir í somu
stund, at bólturin støkkur
niður í vøllin beint fyri mál
inum.
Upptøkumaðurin
noyddist rímiligt at taka upp
í smáum, hann hevði ikki
gjørt seg út til at filma allan
dystin, av tí sama hevur hann
heldur ikki gáað stórvegis
um støðurnar í spælinum, tí
viðhvørt sæst fínt álop verða
bygt upp heilt frá grundini,
men tá ið skotið á málið skal
koma, verður sløkt. Eitt dømi
er kolldømda KÍ-málið í 26.
minutti í fyrra hálvleiki, sum
vit fingu føroyska altjóða
fótbóltsdómaran, Petur Rein
ert, at meta um.
Fyri at tryggja okkum, at
vit ikki fóru skeivir, men at
talan veruliga var um áður
nevndu støðu í fyrra hálvleiki,
høvdu vit útvarpsfrásøgnina
frá dystinum at styðja okk
um til. Í frásøgn frá dystin
um í ítróttarteigi í Dimma
lætting 2. september 1971,
sum Árni Dahl sjálvur hevur
skrivað, stendur, at dómarin
kolldømir mál hjá KÍ í 26.
minutti í fyrra hálvleiki. Tað
er í neyvum samsvari við
útvarpsfrásøgnina frá dyst
inum. So var at fara at bera
saman filmsupptøkuna og
útvarpsfrásøgnina. Og her
passar alt sum fótur í hosu.
Tann ungi Jógvan Arge út-
varpar nágreiniliga tað, sum
myndirnar vísa frá upp
spælinum.
Eg havi gjørt mær tann
ómak at endurgeva orð fyri
orð tað, sum útvarpsfrá
søgumaðurin sigur um upp
spælið til kolldømda málið.
Í sjónvarpssendingini um
66-liðið, sum síggjast kann
á heimasíðu Kringvarpsins,
sæst eisini uppspælið til
umstrídda málið. Útvarps
frásøgnin er heldur veik
undir myndunum, men nú
kann hvør tann, ið leggur í,
sjálvur eftirkanna hvussu
mynd og frásøgn samsvara. Í
upprunaligu filmsupptøkuni
er brotið undan kolldømda
málinum heldur longri enn í
sendingini. Í sendingini sæst
nevnda filmsbrot í sekvens
inum frá 26:11 til 26:23. Í upp
runaligu
filmsupptøkuni
sæst eisini hornasparkið frá
25:18 í útvarpsfrásøgnini.
Her er útvarpsfrásøgnin
frá umrødda broti nágreini
liga avskrivað frá 25.- til 26.
minutt:
25:18 - 26:13
ÚF-frásøgn: Tað er Jóann
es, sum skal taka horna
sparkið...hann tekur tað við
høgra
beini...kemur
nú...
høgt innfyri...skrúvar nær
málinum...har loypa teir upp
og heada...hann fer út frá
í fyrstu atløgu...so headar
Egga bóltin longur út frá...
hann fer til Heðin...Heðin...
(Her byrjar sekvensurin í
sjónvarpssendingini á 26:11).
ÚF-frásøgn:...fintar Egga
øgiliga væl og fer so inn fyri
miðjuni...avleverar til John
Sigurð í høgru síðu...John
Sigurð fer inn í brotsteigin...
(viðm: John Sigurð hevur
kós á brotsteigin, men kem
ur ikki longur enn inn í
hálvmánan, tí hann sneiðir
brádliga til vinstru.)
ÚF-frásøgn:...og sleppur
forbí tann fyrsta HB-aran...
og so takklar Eiler hann...
(viðm:
frásøgumismæli;
tað er EIRIK Rasmussen, sum
takklar - Eiler spældi við KÍ).
ÚF-frásøgn:...hann sleppur
út frá við bóltinum...so ein
annar...lyftir
hann
høgt
inn í brotsteigin hjá HB...og
hann...
(myndasekvensurin
í
sjónvarpssendingini endar
á 26:23).
ÚF-frásøgn:... støkkur inn
í málið (25:45)...2-0 til KÍ...
klossarí av HB (25:50)......
dómarin annullerar málið
(25:55)...dómarin annullerar
málið (26:04)... framvegis 1-0...
framvegis 1-0 til KÍ...annars
høvdu teir bóltin í netinum
nú, eg veit ikki hví dómarin
hevur annullerað tað, men
tað hevur hann so gjørt...og
KÍ er í álopi...(26:13).
Eg veit ikki, um Árni Dahl
heldur, at henda støðan skal
vera komin fyri tvær ferðir í
fyrra hálvleiki, ella at eg skal
vera farin skeivur av endur
givnu støðuni í sendingini og
aðrari meinlíkari støðu í fyrra
hálvleiki? Eg havi lurtað
eftir útvarpsfrásøgnini frá
øllum fyrra hálvleiki, og har
er eingin onnur støða, sum
minnir um hesa.
Og eg kann vissa um, at
filmsupptøkan frá dystinum
er í rættari tíðarrøð, tí stutt
fyri umstrídda tilburðin í
26. minutti sæst uppspælið
til góða málmøguleikan hjá
Eiler Jacobsen í 24. minutti
(frálík sending frá John
Sigurði, men upptøkan av
kvett beint fyri sjálvt skotið,
og tí var sekvensurin ikki
brúktur í sendingini), og í
25. minutti endar gott KÍ-
álop við fínari skotroynd frá
Jóannes Jacobsen, sum Kári
Thorsteinsson fær jústað
uppum málið. Hesir báðir
málmøguleikar hjá KÍ verða
eisini nevndir í frásøgn frá
dystinum í Dimmalætting 2.
september 1971 at hava verið
í 24.- og 25. minutti. Annars
staðfestir Árni Dahl sjálvur í
Dimmalætting 2. september
1971, at Steinbjørn Jacobsen
heilt greitt ger fríspark móti
Kára Thorsteinsson í 26.
minutti í fyrra hálvleiki, og
at avgerðin hjá dómara og
linjuverja at kolldøma málið
var røtt.
Eg veit ikki, um tað er
ein heilt onnur støða úr
sendingini um 66-liðið, sum
hevur ørkymlað Árna Dahl
so, at hann hevur misskilt
alt. Eg hugsi um brotið frá
24:57 til 25:12. Her er dømi
um dramafiktión, sum er
púra vanlig í sjónvarps
dokumentarismu. Tú tekur
eitt brot einastaðni og setur
tað í annan samanhang fyri
at styrkja upplivingina. Til
tess at lýsa ónøgdina um
kolldømda málið, sum hevur
valdað í so nógv ár, funnu
vit eitt annað filmsbrot úr
seinna hálvleiki, tá ið spæl
arar á báðum liðum keglast
sínamillum og við dómaran.
Við hesum manaðu vit
fram eina illusjón um eina
spenta støðu og ein tvídrátt,
sum eftirtíðin í veruleikanum
hevur skapt, tí á vøllinum
var í roynd og veru einki rok
um kolldømda málið. Tað
er
útvarpsfrásøgnin
full
gott prógv um, tí minni enn
ein hálvur minuttur gongur
frá tí at málið verður koll
dømt til spælið verður upp
afturtikið.
Tann
árvakni
hyggjarin sær, at brotið frá
24:57 til 25:12 í sendingini
er tikið úr seinna hálvleiki
og ikki fyrra hálvleiki, tá ið
málið verður kolldømt. Hetta
varð gjørt heilt tilvitað. Men í
tí heilt ítøkiliga døminum við
uppspælinum til kolldømda
málið er einki hokus pokus
- tær upptøkurnar eru sjálv
sagt púra autentiskar.
Eg havi fingið okkurt
prik frá klaksvíkingum um,
at myndirnar, ið vístar verða
í sendingini frá tilburðinum,
eru ikki tær røttu, men tað
havi eg ikki tikið fyri annað
enn skemt, men nú skilji
eg á lagnum, at tað eru teir,
sum í fullum álvara vilja
halda, at eg eri farin lætt
um sannleikan. Hví Árni
Dahl ikki ber hetta upp á
mál við meg, áðrenn hann í
einum almennum søguriti
so avgjørdur ger sína bráðu
niðurstøðu um mítt arbeiði
við einari sjónvarpssending,
er mær ein gáta. Eg havi
enntá sitið væl inni hjá
honum úti í Bóndabrekku
eftir at henda sending hevur
verið víst, men ikki eitt orð
gretti hann tá við meg um
hetta.
Nú havi eg so lagt alt til
farið í málinum á borðið -
kanska Árni Dahl afturímóti
kann upplýsa mær, hvat út
søgn hansara niðanfyri, sum
tikin er av síðu 299 í nýggju
KÍ-bókini, er grundað á:
Heilt vist er tað, at tann
støðan, ið víst varð á heysti
2011 í sjónvarpssendingini
um 66-liðið, ikki varð um
rødda støða beint undan koll
dømingini.
Ynski annars Árna og KÍ
tillukku við bókini.
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
keyp køk ella baðirúm í borg
Spar 25%
írokNað borðplÁTU og VaSk
Tilboðið er galdaNdi frÁ
5. febrUar Til 9. marS