Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Øll eiga at siga frá – Tað er ikki ein ávís týpa, ið fremur harðskap. Tað kann vera ein, ið er illa fyri sosialt, men avgjørt eisini stjórin, sum gongur fínur í slipsi. Líka mikið hvønn talan er um, eiga vit at boða frá harðskapi. Soleiðis sigur Mariann Reinert, politistur, sum seinastu tveir mánaðirnar hevur ferðast runt í Føroyum saman við toyminum í Sig Frá verkætlanini og greitt frá um ung og harðskap Rannvá G. Fossaberg Seinastu tíðina hevur ver­ið skipað fyri tiltøkum kring alt landið, har greitt verð­ur frá arbeiðinum við heildar­ ætlanini Sig Frá, ið snýr seg um harðskap í parløgum og nærsambondum. Mariann Reinert, ið dagliga starvast sum politistur og SSP-sam­ skipari, hevur verið partur av hesum tiltøkunum, har hon greiðir frá um børn, ung og harðskap. – Hóast vit ikki hava neyv hag­tøl, so vita vit, at tað eru børn og ung í Føroyum, sum antin verða útsett fyri harðskapi, liva í einum heimi, har harðskapur fer fram, ella sjálvi fremja harðskap. Hetta er nakað, ið vit sum samfelag á ongan hátt eiga at góðtaka, men tað krevur, at allir myndugleikar og borg­ar­ ar eisini í felag arbeiða fyri at steðga harðskapi, sigur Mariann Reinert. Sosiali arvurin spøkir Í sínum dagliga starvi hittir hon javnan bøn og ung, sum onkursvegna uppliva harð­ skap. – Tað er umráðandi at hava í huga, at eingin er føddur so­leiðis, at viðkomandi vil fremja ella góðtaka harð­ skap. Tað er altíð ein orsøk, ið liggur aftanfyri at­burð­in hjá fólkum. Tað eru um­støð­ urnar, ið gera okkum til teir persónarnar, vit eru, og vit vita jú, at umstøðurnar eru ymiskar, greiðir Mariann Reinert frá og heldur fram: – Tað er her, vit kunnu tosa um sosialan arv. Tey børnini, ið hava upplivað harðskap, vilja sum vaksin ofta sjálvi brúka harðskap ella finna seg í, at harðskapur verður framd­ur ímóti teimum. Og tað gera tey av tí orsøk, at tey kenna ikki til aðrar loysnir at koma einum trupulleika til lívs, sigur Mariann Reinert. Hóast tann sosiali arvurin sum oftast ger seg galdandi, tá ein persónur fremur harð­ skap, heldur hon ikki, at til ber at tosa um eina ávísa týpu, ið fremur harðskap. – Tú kanst ikki siga, at ein per­sónur, ið fremur harðskap, er soleiðis og soleiðis, tí har eru ikki ávís lyndiseyðkenni. Hesi fólkini koma eisini frá ymsum samfelagsløgum. Til ber at bróta ringrásina so­ leiðis, at vit sleppa undan sosiala arvinum. Harðskapur er eitt val. Gentur sláa dreingir Tá Mariann Reinert er úti og tosar um harðskap í sam­ bandi við Sig Frá – verk­ætlan­ ina, verður dentur lagdur á krops­ligan og sálarligan harð­skap. Bæði finna stað í Før­oyum og í líka stóran mun. – Kropsligur harð­skap­ ur í parløgum ella nær­sam­ bondum verður so at siga ongan­tíð framdur, uttan at talan hevur verið um sálar­ ligan harðskap framm­an­ undan. Tað vil siga, at sum oftast byrjar tað við at per­ són­urin finst at viðkomandi persóni, hóttir, eyðmýkir og so framvegis. Eftir eina tíð fer tann sálarligi ágangurin yvir í kropsligan harðskap, sum er til dømis at sláa, spýta, at klippa hárið av við­kom­andi og so framvegis. Bæði krops­ ligur og sálarligur harð­skap­ ur eigur ikki at verða góð­ tikin, sigur Mariann Reinert. Aloftast hoyra vit um menn, ið sláa kvinnur, men sam­bært Mariann Reinert, eru tað eisini ungar kvinnur, ið fremja harðskap ímóti sín­ um unnusta. – Tá er tað ofta soleiðis, at gentan vil merkja, at hon hevur ræðið á dronginum. Hetta vísir seg til dømis við, at tá drongurin er farin til eitt frítíðarítriv, ringir gentan uttan íhald, sendir sms-boð og vil vita, hvar hann er og hvør er rundan um hann, for­telur Mariann Reinert, ið eisini vísir á, at tað kemur fyri, at ungar kvinnur eru harð­ligar ímóti monnum. – Í teimum førum er ikki talan um tilrættalagdan harð­skap, tí sum oftast er tað nak­að, ið hendir spontant, sum til dømis at tær geva ein lús­ing. Men líka mikið hvussu víkur og vendir, so er tað ikki nakað, ið kann ella skal góð­takast. Aftra seg at melda Tað er ein trupulleiki, at fólk ofta halda seg aftur við at frá­boða harðskapi. – Fólk velja ofta ikki at melda harðskap til eitt nú politi ella barnaverndar­ tæn­ast­una, og tað gera tey av fleiri orsøkum. Tey eru bang­in fyri, at støðan fer at versna, eru bangin fyri at sam­bandið við barnið fer og hugsa, at so kunnu tey ikki vera har fyri barnið, greiðir Mariann Reinert frá. Eisini hava børn, ið uppliva harðskap, torført við at gera vart við, at harðskapur fer fram heima við hús. – Ofta føla børnini, at tey hava skyld í harðskapinum. Tey eru bangin um, at annað av foreldrunum kann enda í fongsli, og bera eisini ótta fyri, at tey møguliga skulu til fremmand fólk at búgva. Tað eru vanligastu orsøkirnar fyri, at børn ikki siga frá, sig­ ur Mariann Reinert. Í summum førum halda fólk tað eisini vera flóvisligt at boða frá harðskapi. – Tað kemur næstan ikki fyri, at ein ungur maður meld­ar unnustuna fyri at hava sligið seg ella okkurt tílíkt. Teir aftra seg við at gera tað, tí tað er pínligt. Og so­leið­is er tað ofta, tá harð­ skap­ur er í einum parlagi. Fólk halda tað vera flóvisligt at for­telja øðrum, at tey hava verið fyri harðskapi, sigur Mariann Reinert. – Hevur tú illgruna um, at eitt barn býr í einum heimi, har harðskapur fer fram, so er at gera nakað við stúr­an­ ina. Tað er lætt at frá­boða til barna­verndar­tæn­ast­una, um eitt barn hevur verið fyri harð­skapi, tí tað ber eis­ini til at boða frá og vera anonymur. Vit hava øll frá­ boðan­ar­skyldu. Læra at seta mørk Fyri at sleppa undan harð­ skapi er umráðandi, at børn og ung læra at seta mørk. – Tey skulu læra týdningin av at tora at seta mørk, tí so hava onnur fólk lættari við at halda tað markið, sig­ur Mariann Reinert og vísir á, at tað somuleiðis er týdningar­ mikið, at vaksin virða mørk hjá børnum og eru tilvitað um, hvussu barnaárini ávirka okkum seinni í lívinum. – Summi foreldur halda tað vera í lagi at brúka harð­ skap í uppalingini og sláa ella fleingja børnini. Tey halda, at tað er nakað privat, og tí eigur eingin at blanda seg, men revsirætturin bleiv av­tik­in í Føroyum í 2007, og so­statt er ikki loyvt at sláa síni børn, greiðir Mariann Reinert frá. Hon vísir á, at tað ikki er lætt at síggja, um eitt barn ella ein unglingi upplivir harð­skap. – Tað er ikki altíð, at tey vísa tað, men í summum før­ um kann persónurin, ið er úti fyri harðskapi, vera syrgin, afturlatin og hava manglandi evni at konsentrera seg. Men tað er umráðandi, at vit øll eru tilvitað um, at tað ikki altíð er eitt blátt merki, ið av­ dúkar, at ein persónur er fyri harðskapi. rannva@sosialurin.fo