Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt – Millum ár og dag hevur ali­ virksemið hjá okkum í Suðri væl goldið eini 200 milliónir krónur í lønum til starvs­ fólk. Harafturat kemur alt avleidda virksemið. So eg meti meg absolutt ikki hava verið landskassanum fyri nøkr­um missi. Heri Hjelm er fortørnaður inn á Taks. Pensjóneraði vinnu­lívsmaðurin í Vági stend­ur, gjøgnum sína positión sum stjóri fyri Suður­laks, fyri stívliga 2,2 milliónum krónum, ið lands­ kassin hevur avskrivað í meir­virðis­gjaldi. Pengarnir vórðu av­skriv­aðir í 2006, og er talan um størstu, ein­ støku upp­hædd, ið Taks hevur av­skriv­að í meir­ virðis­gjaldi síðstu árini. Bara fyrrverandi vinnu­lívs­ maðurin á Strondum, Eivind Jacobsen, hevur gjøgnum síni mongu feløg upparbeitt eitt størri mvg-krav, ið Taks eftir­fylgjandi hevur strikað. Innlit, ið Sosialurin hevur fingið, vístir, at samlaða mvg-kravið hjá Taks móti sp/f Suðurlaks var stívliga 1,7 millión, og harafturat kemur so góð hálv millión í rentu. Til­samans 2,17 milliónir krónur, ið Taks avskrivaði í 2006. Heri Hjelm hyggur aftur á virksemið, sum í góðu døg­ unum um aldarskiftið var ar­beiðs­plássið hjá 200-220 fólkum. Har var smoltstøð, aling, sláturvirki, flakavirki og royki­virki. – Vit høvdu alla fram­ leiðslu­ketuna. Frá smolti til lidnu portiónirnar, klárar at koyra í munnin. Fyrsta floks fram­leiðsla, ið ikki stóð aftan­fyri nakað av tí, sum ali­vinnan klárar at framleiða ídag, greiðir hann frá. Men hetta var eisini eitt tíðarskeið, sum hevur skrivað seg inn í myrku síðurnar av føroysku alisøguni. – Vit vóru hart rakt av ILA-sjúkuni. Annars góður laksur í ringunum mátti tak­ ast og malast til slógv. Virðini blivur snøgt sagt burtur, og fyritøkan bleiv insolvent, staðfestir Heri Hjelm. Fallit Í juni mánað 2003 gekk ikki meira. Bankin slerdi brems­ ur­nar í. – Føroya Sparikassi yvir­ tók sláturdeildina á virkinum, og tá helt øll framleiðslan á virkinum uppat, sigur Heri Hjelm. Spurdur um orsøkina til kravið um húsagang, svarar vinnulívsmaðurin knappur: – Tað var væl fyri at fáa eitt sindur av sínum pengum inn­aftur, at Sparikassin steðg­aði virkseminum. Sambært Hera Hjelm var hetta ikki einasta loysnin: – Vit kundu hildið fram nøkur ár afturat. Smolt­støð­ in, sláturvirkið og roykivirkið kundu vit saktans hildið fram við, uttan nakað. Men sjálva alingina kláraðu vit ikki at lyfta. Tað hevði kravt eini 30 milliónir krónur í MVG skuld – Vit skyldaðu ikki eina krónu í mvg, tá eg varð koyrdur frá sum stjóri fyri Suðurlaks. Men tá maskinur vórðu fluttar út av virkinum, kom krav um meirvirðis­ gjald. Tað sigur Heri Hjelm, fyrrverandi vinnulívsmaður, sum stendur næstovast á listanum hjá Taks yvir feløg, har neyðugt var at avskriva meirvirðisgjald Frá smolti til lidnu portiónirnar, klárar at koyra í munnin Maskinurnar útloystu meir­virðis­ gjaldið Maskinurnar Í kjalarvørrinum á húsaganginum hjá sp/f Suðurlaks fylgdi eitt milliónakrav um meirvirðisgjald. – Í mínum føri er tað ein orsøk til upphæddina, og har eri eg ikki samdur við myndugleikarnar, sigur Heri Hjelm ídag Mynd: Privat