týsdagur 26. februar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
kontantum, og teir pengarnar
hevði eg ikki. Men hvat skal
man gera við eitt sláturvirki
uttan alibrúk, spyr Heri
Hjelm ídag.
Hann staðfestir í sama
viðfangi, at sjálv grundhugs
anin um at hava øll liðini í
ketuni, frá smolti til lidnu
portiónina, var avgerandi
fyri virksemið hjá sær.
Avleiðing bleiv, at vinnu
lívsmaðurin í juni 2003 varð
settur frá allari ávirkan.
– Ja, eg bleiv koyrdur frá
sum stjóri, og bankin og bú
stjóri tóku yvir. Okkurt bleiv
selt víðari til aðrar, meðan
annað bleiv koyrt í trotabúgv
og gjørt upp.
Maskinurnar
Heri Hjelm hevur goymt bú
roknskapin fyri sp/f Suður
laks, sum í mars 2004 varð
tikið undir trotabúarviðgerð.
Skjøl, ið vísa eftirspælið frá
einari farnari tíð.
Í skjølunum frá búrokn
skapinum stendur millum
annað, at »kurator hevur
gjørt semju við Pan Fish
um leasað amboð til virkið,
soleiðis at Pan Fish tók tey
amboð, sup sp/f Suðurlaks
hevði leasað frá Pan Fish,
út úr búnum.« Maskinurnar
endaðu aftur í Norra.
– Pan Fish, sum var stórur
aktørur í virkinum, hevði
brúk fyri maskinunum, tí
tey skulu byrja eitt nýtt
virki í Norra, sigur Heri
Hjelm.
Hesi amboð, maskinur,
skuldu sambært Hera Hjelm
koma at kosta dýrt, tá av
tornaði.
– Á heysti 2003 fekk Toll
& Skatt (Taks, red.) at vita, at
maskinurnar vóru fluttar út
av virkinum. Hesar upplýs
ingar førdu við sær eitt stórt
mvg-krav til felagið, greiður
Heri Hjelm frá.
Sambært Hera Hjelm var
virðið á maskinunum 14,6
milliónir krónur. Maskinur
nar stóðu á virkinum í tvey
ár. Tær skuldu avskrivast
eftir fimm árum. Men tá
maskinurnar vórðu tiknar út
av virkinum, fall meirvirðis
gjaldið fyri írestandi trý árini
til gjaldingar.
– Fyri felagið, ella rættari
sagt trotabúgvið, merkti tað
eitt mvg-krav uppá góðar
tvær milliónir. Eitt krav, ið
hevði verið null krónur, um
virksemið í felagnum hevði
hildið áfram, ljóðar uppá
haldið hjá Hera Hjelm.
Tað, ið tó fellir honum
allarmest fyri bróstið, er at
mvg-kravið yvirhøvur var
har, tá nú talan var um leas
aðar maskinum.
– Eg skilji framvegis ikki,
hví felagið skuldi rinda mvg
av nøkrum, sum vit ikki
áttu.
Spurdur, hvat hann gjørdi
við tað, ljóðar svarið:
– Nei, eg gjørdi ikki meira
við tað tá. Kravið bleiv stand
andi, tá búgvið varð gjørt upp
í 2005. Og eg havi heldur ikki
gjørt meira við tað seinni,
staðfestir Heri Hjelm.
Tað var sum nevnt Før
oya Sparikassi, ið kravdi
sp/f Suðurlaks á húsagang.
Sambært búroknskapinum
var viðgerðin grundað á eitt
krav, áljóðandi tvær milliónir
krónur. Tá avtornaði átti Toll
& Skattstova Føroya (Taks,
red.) tó størsta kravið, stívliga
2,5 milliónir krónur. Kravið
var, sambært Hera Hjelm,
grundað
á
áðurnevndu
maskinur.
Tá alt varð gjørt upp, var
dividendan 27,6 prosent. Taks
fekk smáar 700.000 krónur
aftur.
Úr sínum stóli hevur Heri
Hjelm sína fatan av búrokn
skapinum.
– Har vóru nokk av peng
um til. Hevði felagið ikki fing
ið hatta mvg-kravið, sum eftir
mínum tykki ikki var reelt,
hevði felagið klárað at gjalda
hvørjum sítt. Har vóru eisini
pengar til at gjalda kurator
250.000 krónur, umframt
mvg, fyri at gera búgvið upp,
sigur Heri Hjelm.
Slepti øllum
Nógv er hent í alivinnuni, síð
ani Heri Hjelm fór burturúr.
Síðstu árini hevur alivinnan
kastað nógv av sær, og fram
gongdin í vinnuni hevur ver
ið markant.
– Ja, tað er bara at fegnast
um, at tað gongur væl í vinn
uni ídag. Men eg hevði eisini
mínar góðu løtur, sigur Heri
Hjelm.
Hóast tað nú skjótt eru 10
ár síðani, at vinnulívsmaðurin
slepti endanum, hevur hann
ongantíð av álvara tikið í
aftur.
– Nei, eg var liðugur í
bransjuni
tá,
sigur
Heri
Hjelm, men dregur tó á
svarið:
– Eg havi tó søkt um at
byrja aftur smoltstøð á sama
stað, í Hovi. Tað gjørdi eg, tí
eg trúi framvegis uppá, at
tað bar til at framleiða smolt
betri og bíligari enn onnur
kláraðu. Og smoltstøðin stóð
jú har, óbrúkt.
Seinasta umsóknin fór av
stað í 2010 ella 2011, men svarið
var noktandi. Umsóknin fall
fyri grundregluni um ein al
ara til eitt aliøki. Har var onk
ur frammanundan.
– So í dag er produktivitet
urin ikki stórur. Eg røki onkr
ar ognir og passi seyð, sigur
Heri Hjelm, sum er farin um
pensjónsaldur.
Hann stendur við listan
hjá Taks, har hann sum stjóri
fyri sp/f Suðurlaks eigur
størstu, einstøku upphædd,
ið Taks hevur avskrivað uppá
meirvirðisgjald.
– Listin er har, og upp
hæddin stendur har. Men í
mínum føri er tað ein orsøk
til upphæddina, og har eri eg
ikki samdur við myndugleik
arnar, sigur Heri Hjelm.
jonbrian@sosialurin.fo
suðurlaks
Kryvjivirkið hjá Suðurlaks var sera framkomið. Tá fyritøkan varð kravd á húsagang, vórðu maskinurnar tiknar
úr virkinum og fluttar til Norra. Avleiðingin av hesum var, sambært Hera Hjelm, eitt milliónakrav frá Taks
Mynd: Savnsmynd
Eg skilji framvegis
ikki, hví felagið skuldi
rinda mvg av nøkrum,
sum vit ikki áttu
Í november 2002 vitjaði løgtingið virkið hjá Hera Hjelm,
Suðurlaks. Hálvt ár seinni varð stjórin settur frá ábyrgd
Mynd: Savnsmynd