Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Talan er um eitt nýtt starv, í hesum sambandi dyrgja vit eftir einum løgfrøðingi, ið torir at taka av stórum avbjóðinum, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka avgerðir. Burtur úr rúgvuni kann nevnast arbeiðið at ráðgeva í tilbúgvingarmálum, ráðgeva leiðsluni á landi og umborð á skipunum í løgfrøðisligum spurningum og mangt annað. Mynstrað verður 1. apríl 2013, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi. Tekur tú kjansin, fært tú eitt starv við fjølbroyttum uppgávum í menn andi og yrkisligum umhvørvi. Hevur tú áhuga, áræði og dugir væl at samstarva og eisini at vera í sjálvdrátti, er Fiskiveiðieftirlitið rætta miðið. Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur. Høvuðsuppgávurnar í starvinum vera m.a. - At ráðgeva leiðsluni á landi og umborð í skipunum í løgfrøðis- ligum spurningum, herundir serliga innan revsirættarligar spurn - ingar, tulkingar og fyrisitingarrætt. - Fyrireika revsimál, ið skulu latast ákæruvaldinum. - Menna mannagongdir fyri mál hjá stovninum. - Ráðgeva í sambandi við umsiting av fiskiloyvum, avhend ingum v.m. - Ráðgeva í tilbúgvingarmálum. - Viðgera ítøkilig fyrisitingarlig mál. setanartreytir Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanin fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Nærri upplýsingar um starvi kunnu fáast við at ringja til Fiskiveiðieftir- litið tlf. 311065 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði. umsóknir Umsóknir saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Fiskiveiðieftirlitið yviri við strond 3 postsmoga 1238 110 tórshavn Umsóknin skal verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 8. mars 2013 klokkan 12.00. Tilber eisini at senda umsóknina sum teldupost til journal@fve.fo. FiskiveiðieFtirLitið rOynir eFtir LøgFrøðingi www.fve.fo Søkt verður eftir løgfrøðingi til spennandi starv við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum í Eik Banka Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir skulu vera okkum í hendi 14. mars 2013. Les meira á www.eik.fo Løgfrøðingur til Eik Banka