týsdagur 26. februar 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
tíðargrein
Norðurlendska innrásin í Washington
Í seinastu viku byrjaði norður
lendski festivalurin Nordic Cool í
“The John F. Kennedy Center for the
Performing Arts” ella vanliga nevnt
Kennedy Sentrið í Washington.
Kennedy Sentrið er mest virkna
og prestigufulla mentanarhúsið í
USA, har umleið 2.000 framførslur
fara fram árliga og við umleið 2
mió. áskoðarum. Fokus verður í
ár sett á norðurlendska list, film,
bókmentir, sjónleik, dans, design,
matgerðarlist og tónleik, og heili
700 listafólk úr øllum teimum 8
norðurlondunum hava fingið høvi
at sýna sína list fram. Talan er um
størsta mentanarliga átak til frama
fyri norðurlendskari list nakrantíð
í USA. Kennedy Sentrið varð vígt
í 1971 til minnis um fyrrv. ameri
kanska forsetan av sama navni, sum
fyri skjótt 50 árum síðani varð tikin
av døgum í Dallas, og ikki er lætt at
fáa atgongd til at vísa sína list fram
í hesum tignarliga mentanarhúsi.
Nordic Cool hevur eina sera
víttfevnandi skrá. Kostnaðurin av
Nordic Cool er 46 mió. kr., harav
tær 10 mió. kr. koma frá teimum
norðurlendsku londunum íroknað
tær 4,5 mió. kr., sum Norðurlanda
ráðharraráðið letur. Kennedy Sentr
ið roknar við, at eini 250.000 fólk
fara at koma til tiltøkini fram til
og við 17. mars í ár, tá ið festivalurin
er av. Harumframt skriva og senda
amerikansku fjølmiðlarnir nógv frá
Nordic Cool.
Tá Nordic Cool opnaði, vóru
m.a. norðurlendsku samstarvsráð
harrarnir og norðurlendsku menta
málaráðharrarnir bodnir við. Fyri
Føroyar vóru tað sostatt eg, sum
norðurlendskur samstarvsráðharri
og
mentamálaráðharrin,
Bjørn
Kalsø, sum vóru boðin til hátíðarløt
una í Kennedy Sentrinum. Føroyska
mentanarlívið er væl umboðað
av m.a. Yggdrasil, Eivør Pálsdóttir,
Tróndur Paturson, Hanus Kamban,
og Guðrun & Guðrun. Amerikanskir
fjølmiðlar hava víst føroysku list
ini serstakliga stóran áhuga, m.a.
hevði
Washington
Post
langa
grein um Trónd Patursson. Eisini
eg merkti hendan áhuga. Eg hevði
m. a. samrøðu við stóra ameri
kanska sjónvarpsrás, ið hevur 20
mió. hyggjarar. Eftir samrøðuna
harmaðust tey um, at tey ongar
myndir høvdu úr Føroyum, men
her varð góð hjálp at heinta, og eg
fekk handað teimum frálíka filmin
hjá Elini Heinesen, sum somuleiðis
verður at síggja í amerikonskum
sjónvarpi í februar og mars.
Í sambandi við at Nordic Cool
varð fyriskipað í Washington, hevði
Svøríki, sum í ár hevur formans
skapin
í
Norðurlandaráðharra
ráðnum, gjørt av, at samstarvs
ráðharrarnir skuldu hava teirra
regluliga februar fund í Washing
ton.
Norðurlendsku sam
starvsráðharrarnir
Á fundinum millum norðurlendsku
samstarvsráðharrarnar var m.a.
støðutakan til sparingar í fíggj
arætlanini hjá Norðurlandaráð
harraráðnum í 2014 á skránni. Eisini
greiddi Ísland frá ætlanum teirra í
samband við teirra formansskap
í Norðurlandaráðharraráðnum í
2014.
Høvuðsevnið á samstarvsráð
harrafundinum var visjónskjakið
um norðurlendska framtíðarsam
starvið. Hetta var fyrsta kjakið í
eini kjakrøð av trimum, og fokus
var hesa ferð á nærøkissamstarvið/
grannasamstarvið
hjá
norður
londum. Norðurlandaráðið letur á
hvørjum ári uml. 95 mió. kr. í nær
økissamstarv, og meginparturin av
hesum pengum fer til samstarv við
tey Baltisku londini. Í mínari røðu
førdi eg fram, at ynskiligt var at
styrkja nærøkissamstarvið meira
Annika Olsen
landsstýriskvinna í
norðurlandamálum
Kennedy Sentrið í Washington
Anniku Olsen í Heimsbankanum við fløggunum hjá teimum 188 limalondunum aftast í myndini
F.v. Tony Ceraole, director, Artic Region policy, John Bussolari, director for European Strategic Affairs,
Annika Olsen, landsstýriskvinna, Patricia F.S. Cogswell, special assistant to the president for homeland
security and senior director for transborder security policy og Petur Petersen, deildarstjóri
Haldór Ásgrimsson og Anniku Olsen á fráfaringar
samkomuni í Washington