Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak í vest við Hetland, Orknoyggjar, Skot­land og Ongland. Hesum stóðst eitt sindur av kjaki um, men sam­anumtikið varð hildið, at tað kundi verið skilagott eisini at víðka samstarvið hendan vegin. Har­um­framt vísti eg á týdningin av, at vit eiga at gera okkum greitt, hvørji tey norðurlendsku virðini eru, at vit vita hvørja kós vit vilja fara, og hvat okkara visjón fyri tað norðurlendska samstarvið er. Hetta til tess at standa sterkari í komandi altjóða samstørvum við eitt nú Ongland, Russland og Baltikum. Aftan á fundin var fráfar­ing­ ar­hald í sambandi við, at Haldór Ásgrímsson, sum hev­ur verið aðal­ skrivari í Norður­landa­ráð­harra­ ráðnum síðani 2007, leggur frá sær. Haldór Ásgrimsson er m. a. fyrrv. íslendskur uttanríkisráðharri og forsætisráðharri. Í mars mánaði í ár tekur Dagfinn Høybråten við sum nýggjur aðalskrivari. Dagfinn Høy­bråten, ið er norðmaður, hev­ ur áður verið ráðharri í sosial og heilsumálum og í arbeiðs- og sosial­ málum í norsku stjórn­ini. Eisini hevur Dagfinn Høy­bråten verið formaður í Norður­landa­ráð­num. Vitjan í Heimsbankanum Í sambandi við ráðharrafundin í Washington nýtti eg somuleiðis høvið at hava ymsar fundir og vitjanir. Millum annað varð vitjað í Heimsbankanum, har greitt varð frá virksemi bankans. Eisini varð greitt frá einari serligari verkætlan, sum nevnist “Global Partnership for Oceans”, ið er ein yvirlýsing um sunn og virkin høv, sum skulu vera við til at minka um fátækaradømið í heiminum. Henda verkætlan fevnir um fleiri áhugaverdir tættir, sum vit óivað kunnu fáa gleði av at taka lut í. Fundur var eisini í amerikanska uttanríkisráðnum, har eg fekk greitt nærri frá tí amerikanska arkt­iska politikkinum og trygdar­ politikkinum í tí norðuratlantiska økinum. Í Kongressini hevði eg fund við varasenatorin hjá Mark Begich úr Alaska, sum greiddi frá teirra arktiska politikki og teirra støðu í tí arktiska økinum. Hesin fundurin var sera gevandi, tí tað vísti seg, at áhugin var stórur fyri samstarvi við Føroyar, tí avbjóðingar og møgu­ leikar í arktiska økinum eru nógvar av teimum somu. Avtalað varð somuleiðis á fundinum at halda eitt tætt samstarv, og hevði tað verið áhugavert at bjóða senator­inum á vitjan í Føroyum. Fundur við trydarráðið í Hvítu húsunum Tað er ikki á hvørjum degi, at tað er møguleiki fyri at fáa fund í lag við amerikanska trygdarráðið í Hvítu húsunum (The White House National Security Council). Dyrn­ ar vóru latnar upp fyri okkum, og vit vóru væl móttikin. Eg hevði ein sera konstruktivan og posi­tivan fund við nærmastu per­són­ligu ráðgevararnar hjá Barack Obama um amerikansku arktisku stra­tegi­ ina. Tey sýndu sera stóran áhuga fyri Føroyum og møgu­leikanum fyri mennandi samstarvi við Føroyar, tí eitt nú Alaska og Føroyar hava nógvar av teimum somu avbjóð­ ing­unum í Arktisk orsakað av veður­lags­broyt­ingunum. Avgjørt varð at halda tætt samband um komandi samstørv. Hesin fundurin kann somuleiðis slóða fyri, at felags áhugamálini, vit hava við Amerika/ Alaska, kunnu lyftast á eitt enn hægri støði í eitt nú londunum síná­ millum í Arktiska ráðnum. Samanumtøka Tað er einki at ivast í, at innrásin hjá Norðurlondum við Nordic Cool hevur sett okkara heimspart enn ovari á breddanum hjá ameriku­ monn­um. Vit fáa óivað eisini okk­ ara part burturúr hesum. Okkara ferðaráð er virkið í hesum sambandi, eins og okkara listafólk vísa fram teirra serligu og áhugaverdu dygd­ ir. Eg ivist onga løtu í – tað merkti eg eisini hesar dagarnar, eg var í Washington – at áhugin fyri Norðurlondum er stórur, og hann gerst enn størri í sambandi við Nordic Cool. Áhugin fyri Føroyum veksur eisini. Tað kemur uttan iva at gagna okkara ferðavinnu, og vón­andi kemur okkara vinna og politisk samstørv at njóta gott av hesari innrásini í USA í framtíðini. Í tí Norðurlendska samstarv­in­ um eru vit væl við, og vit gera alt tað, vit eru ment fyri at gera okk­ ara ávirkan galdandi, so vit kunnu vinna okkum so góðar sømdir, sum til ber innan fyri ver­andi karmar, áðrenn vit vónandi um ikki so langa tíð fáa fullan lima­skap í Norð­urlandaráðnum og Norður­ landaráðharraráðnum. Vit fáa í dag nógv burturúr tí norður­lendska sam­starvinum, men við miðvísum og áhaldandi arbeiði ber til at fáa meira burturúr hesum frálíka sam­ starvi, sum klárt vísir sínar dygdir í Washington. Stjórnarskipanin víst burtur Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Nakað av kjaki var í farnu viku í fjølmiðlunum í sambandi við at formansskapurin í Løg­tinginum mælti til at vísa uppskotinum um stjórn­ ar­skipan burtur. Hóast nógv varð sagt bæði henda veg og handa veg um málið, so haldi eg at grundarlagið undir kjak­inum var ikki serliga væl lýst. Tí skal eg gera eina roynd at greiða frá, hvussu hesi tingini hanga saman. Tað er einki óvanligt í tí, at formansskapurin í løg­ tinginum mælir til at burtur­ vísa mál, sum stríða ímóti Stýrisskipanarlógini. Men tað sum er serligt við hes­um málinum er, at her verður skotið upp at seta Stýris­ skipanarlógina úr gildi, og at seta Stjórnarskipanarlógina ístaðin. Tað sigur seg sjálvt, at eitt lógaruppskot, sum hevur til endamáls at gera nýggjar reglur ístaðin fyri tær sum eru í Stýrisskipanarlógini, má so ella so stríða ímóti Stýris­skipanarlógini. Øðrvísi fær tað ikki verið. Stóri trupulleikin er gildiskoman Tann stóri trupulleikin við uppskotinum, sum fekk for­ mansskapin at mæla til at vísa málið burtur, er reglan um, hvussu lógin verður sett í gildi. Har verður sagt í upp­ skotinum, at lógin verður sett í gildi, tá hon fyrst er sam­tykt á Løgtingi og síðani løgd til fólkaatkvøðu, har fólkið tekur endaliga støðu. Uppskotið sigur eisini: ”Samtundis fer úr gildi løg­ tingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.” Trupulleikin við hes­um er, at sambært Stýris­skip­ anar­lógini, kann Stýris­skip­ an­arlógin ikki setast úr gildi, fyrr enn tvey løgting hava samtykt, at hon skal fara úr gildi. Tað vil siga, at fyrst má løgtingið samtykkja at seta lógina úr gildi, og síðani má samtyktin liggja og bíða, til val hevur verið. So skal nýggja løgtingið samtykkja tað sama einaferð afturat. Ikki fyrr enn tá er lógin sett úr gildi. Tí nýttar tað so lítið, at tað verður skrivað í Stjórn­ ar­skipanaruppskotið, at Stýrisskipanarlógin fer úr gildi, tá Stjórnarskipanarlógin tekur við. Um vit ikki fylgja reglunum í Stýris­skipanar­ lógini um hvussu hon verð­ ur sett úr gildi, so kann tað tulkast sum, at báðar eru í gildi, og tað er ein sera óheppin støða. Lætt at sleppa undan Sum við so nógvum øðrum løg­frøðiligum spurningum, eru øll ikki á einum máli um hesa tulkingina, men trupulleikin er lætt­ur at sleppa undan. Tað er bara at seta í Stjórnarskipanar­ upp­skotið, at lógin skal sam­ tykkjast av nýggjum av ein­ um nýggjum løgtingi, eftir at hon hevur verið til fólka­ at­kvøðu. So er eingin ivi um, at Stýrisskipanarlógin fer úr gildi, tá Stjórnarskipanarlógin tekur við. Hetta hevði ikki seinkað málinum serliga nógv, tí um lógin verður samtykt áðrenn tingið fer í summarfrí (so skal tað ganga rættiliga væl), so skulu ganga millum 6 og 12 mánaðir til fólkaatkvøða verður. Tað vil siga, at tá verður lítið meira enn eitt ár, til val verður aftur, og eitt nýtt løgting kann samtykkja uppskotið. Nýtt uppskot Uppskotsstillararnir hava eftir øllum at døma tikið hetta til eftirtektar, og eru á veg í løgtingið við einum nýggjum uppskoti, har hesi viðurskiftini eru komin uppá pláss. So fáa vit at síggja, hvørja lagnu uppskotið fær. Eg dugi bara at síggja ein møguleika fyri eini semju, og tað er, um vit venda aftur til álitið sum undanfarna stjórnarskipanarnevndin skrivaði í mai 2011. Klára vit ikki at finna hesa breiðu semj­una aftur, so hevur upp­ skotið, eftir mínum tykki, ongan møguleika at verða samtykt á eini fólkaatkvøðu, og so er tað endaliga farið í søguna. Løgin arbeiðsháttur Tað má sigast at vera ein løgin arbeiðsháttur, sum onk­ur hevur brúkt í hesum mál­inum, fyri at fáa alt sítt ígjøgnum. Fyrst varð syrgt fyri, at málið ikki bleiv av­ greitt, og síðani er nýtt upp­ skot lagt fram, sum leggur upp til eina semju, sum skal liggja onkra­staðni millum gjørdu semjuna og egin sjónar­mið. Hetta avspeglar eitt ynski um at fáa størri ávirkan á uppskotið enn øll onnur hava. Men tað førir ongan veg, tí Stjórnar­skip­ anin skal samtykkjast á fólka­atkvøðu, og jú meira upp­skotið umboðar sjónar­ mið­ini hjá nøkrum fáum, minni undirtøku fær tað frá fólkinum. Og so má eg eisini siga, at eg haldi tað vera løg­ ið, um Føroyar fáa eina nýggja Stjórnarskipan, sum byrjar sum eitt andstøðu­ upp­skot, har tann eini and­ støðuflokkurin als ikki er við, meðan hinir báðir eru ósamdir um, hvussu upp­ skotið endaliga skal síggja út. Tað livir ikki ordiliga upp til orðingina ”Vit, fólkið í Før­ oyum”. ... Norðurlendska innrásin í Washington