Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 71 - 15. apríl 2004 Nr. 71 - 15. apríl 2004 5 Kollfirðingar fáa nú 23% meiri fyri rækjur Nautilus aftur til heiður og æru Nú Arctic Viking hev- ur avreitt tvær ferðir undir litaviskum flaggi, hevur hann fingið nógv meiri fyri rækjurnar, enn hann hevði fingið undir føroyskum flaggi RÆKJUFLOTIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú hava vit prógvað, tað vit hava sagt alla tíðina. Bjarni Petersen, skipari á rækjuskipinum, Arctic Vik- ing, er vælnøgdur við úr- slitið, síðani skipið fór und- ir litaviskt flagg. Tað stóðst nógv rumbul burturúr, tá ið kollfirðingar gjørdu av at koyra Arctic Viking undir litaviskt flagg. Hinvegin søgdu kollfirð- ingar, at tað var einasti máti at bjarga bátinum. Og nú er líkt til, at hetta veruliga verður bjargingin. Síðani Arctic Viking fór undir litaviskt flagg, hevur hann avreitt tvær ferðir í Kanada. Teir hava fiskað eini 450 tons hvørja ferð, so til- samans hava teir avreitt 900 tons. – Úrslitið av tí fyrra túr- inum var, at vit fingu eini 23% meiri fyri rárækjurnar, enn vit høvdu fingið um vit fiskaðu vit undir føroysk- um flaggi, sigur Bjarni Pet- ersen, skipari á Arctic Viking. Teir vóru ikki lidnir at avreiða av tí seinna túrinum fyrrenn í gjár, so hann kennir ikki prísin, men hann væntar, at hann verður áleið tað sama. – Sostatt fær Arctic Viking einar 10 krónur fyri kilo fyri rárækjur, nú teir fiska undir litaviskum flaggi. Í Føroyum høvdu vit fingið einar sjey krónur fyri kilo, sigur skiparin. Tollur og aðrar forðingar Hann sigurm, at ein orsøk til hetta er, at føroyingar noyðast at gjalda 12% í tolli av rækum, sum verða útfluttar til ES. – Samstundis er bara eitt rækjuvirkið í Føroyum. So- statt er ongin kapping um rækjurnar. Tað førir við sær, at prísurin er ikki tann besti. Men Bjarni Petersen sig- ur, at ein onnur orsøk er, at onkusvegna eru føroyingar ikki kappingarførir. – Eg veit ikki um tað er tímalønin, sum er ov høg. Lønin í Føroyum er hægri enn í øðrum londum rund- anum okkum. Hinvegin er tímalønin í Føroyum lægri enn í Noregi, so tað er kanska heldur ikki øll frágreiðingin. – Kanska duga vit ikki at selja, ella kanska eru tað heilt aðrar orsøkir, leggur hann afturat. – Eg skal ikki gera meg klókan uppá hasi viður- skiftini. Eg kann bara stað- festa, hvussu støðan er, leggur hann afturat. Hann sigur, at hetta eru alt viðurskifti, sum teir hava ført fram í fleiri ár, men til fánýtis. – Nú er tað so prógvað. Fýra milliónir um árið Við Arctic Viking eru 21 mans, seks føroyingar og 15 litavar. – Umframt at fáa nógv betri prís, spara vit eisini útvið eini helvt í manning- arhýrum, tí hýrurnar eru lægri eystanfyri. Sostatt er tað alt, sum bendir á, at árið í ár fer at roynast nógv betri hjá Arctic Viking, nú hann er farin undir litavist flagg, enn tað hevði gjørt undir føroyskum flaggi. – Verður gongdin sum higartil, verður avreiðingar- virðið hjá skipinum einar fýra milliónir hægri í ár undir litaviskum flaggi, enn tað hevði verið undir før- oyskum flaggi. Harumframt eru mann- ingarhýrurnar nógv lægri. Bjarni Petersen sigur, at prísirnir eru framvegis ógvuliga lágir, men tað sigur seg sjálvt, at tað er stórur munur á at fáa 10 krónur fyri kilo og at fáa sjey krónur. – Høvdu vit sloppið und- an trollinum hesi seinastu árini, hevði heldur ongin kreppa verið í rækjuvinnuni og so høvdu vit havt varð- veitt øll rækjuskipini, sigur hann. Hann heldur framvegis, at vit áttu at havt eina FAS- líknandi skipan fyri rækju- flotan. – Hetta hevði givið land- inum einar 20 milliónir minni í inntøkum. Men tað er betri at fáa 20 milliónir minni enn als onga inntøku, sigur Bjarni Petersen. Daniel Hofgaard, fysioterapeutur á Tvøroyri, hevur keypt tólini hjá umstríddu kropsvenjingarmiðst øðini, Nautilus. Hann fer nú at gera nýggja venjingarmiðstøð á Tvøroyri KROPSVENJING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú koma tólini hjá illa um- stríddu venjingarmiðstøð- ini, Nautilus, aftur til heið- ur og æru. Samstundus eru tólini eitt liðugt kapittul í søguni hjá Tvøroyrar Kommunu. Á býráðsfundi nakað fyri páskir samtykti Tvøroyrar býráð at selja tólini hjá Nautilus. Og á býráðsfundi í farnu viku, samtykti býráðið at taka av einum tilboði uppá tólini upp á 5.000 krónur. Tað er Daniel Hofgaard, fysioterapeutur á Tvøroyri, sum hevur bjóðað sær til at keypa útgerðina fyri 5.000 krónur. Annars var eitt tilboð uppá 40.000 krónur eisini komið inn, men tað var lat- ið inn, eftir at tíðarfreistin var farin, so tað varð ikki tikið við í metingunum. Tá ið býráðið lýsti tólini til sølu, varð tilskilað, at tey fingu fyrstarætt, sum ætl- aðu at seta tólini upp á Tvøroyri, so at tey kundu koma í nýtslu aftur. Daniel Hofgaard hevur enn ikki fingið formliga at vita, at býráðið hevur tikið av tilboðnum. Men hann sigur fyri Sosi- alinum, at hann ætlar at gera eina venjingsrmiøstøð í húsum sínum á Tórv- heyggi á Tvøroyri, har hann hevur viðgerðarstovu frammanundan. Tá ið hann bygdi húsini, innrættaði hann tey so, at tað skuldi bera til at gera venjingarmiðstøð í teimum, so har stendur eitt høli uppá 120 fermetrar at kalla klárt at seta tólini upp í. Men nær hann ætlar at byrja, veit hann ikki enn. Og við tað, at Daniel Hof- gaard er fysioterapeutur og sostatt serfrøðingur á øk- inum, verða tey, sum venja, eisini í bestu hondum. Eitt dýrt kapittul Sostatt er Nautilus eitt liðugt kapittul í søguni hjá Tvøroyrar Kommun. Men hetta hevur eisini verið eitt dýrt kapittul og nú vil Býráðið ikki síggja útgerðina fyri sínum eygum longur. Eftir at Nautilus í Havn var farið á heysin, keypti Tvøroyrar Kommuna út- gerðina fyri 2,25 milliónir, hetta var í 1986. Men síðani nógv komið afturat í leigu til tólini, til at innrætta høli til tólini fyri o.s.fr. Og nú avtornar, hevur skattaborgarin á Tvøroyri tilsamans goldið 5,3 milli- ónir fyri Nautilus-ævin- týrið. Og nú vildi Býráðið hava ein endá á teirri søguni og tí er útgerðin seld. Býráðið hevur áður roynt at geva ítróttarfeløgum út- gerðina, men tey vóru ikki før fyri at útvega og inn- rætta høli til endamálið og tí fingu tey ikki tikið ímóti gávuni. Øll hesi seinastu árini hava tey sostatt ligið burturgoymd. Býráðið hevur samtykt, at Dánjal Hofgaard skal yvirtaka útgerðina í seinasta lagi 1 . mai. Útgerðin hjá venjingarmiðstøðini, Nautilus, hevur verið nógv umrødd. Í fleiri ár hevur útgerðin ligið burturgoymd á eini goymslu á Tvøroyri, men nú skulu tólini aftur koma til heiður og æru Savnsmynd Stavarnir gera mun Komandi vikuskiftið skipar Parkinsonfela- gið fyri tiltøkum í sambandi við, at fela- gið hevur keypt 60 pør av nøkrum serlig- um stavum til fólk, ið á ein ella annan hátt hava ilt við at ganga. Somuleiðis hevur felagið fingið eina danska kvinnu við Parkinsonsjúku at koma til Føroyar at halda fyrilestur og vísa, hvussu hesir stavar kunnu nýtast SJÚKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fríggjakvøldið heldur Mej- Britt Kraglund fyrilestur í MBF húsinum um, hvussu tað er at liva so ungur við Parkinsonsjúkuni, hvussu hon fekk hana staðfesta og hvussu hon fann útav, hvað- ani hon hevði fingið hana. Mej-Britt veit, at hon hevur arvað sína sjúku, og heldur hon, at tað kann vera ein orsøk til, at so nógvir føroyingar fáa Parkinson. – Foreldur míni eru í familju við hvønnannan, og bæði bera tey arvagenið upp á Parkinson, so tað var ein 25 % møguleiki fyri, at tey kundu fáa eitt barn, sum fekk Parkinson. Og eg var so eitt av teimum 25 %, greiðir Mej-Britt frá. Mej-Britt skal eisini leygardagin verða við til ein gongutúr, sum Parkin- sonfelagið skipar fyri, har hon skal vísa, hvussu eitt ávíst slag av stavum verða brúktir. Hesir stavir eru góðir fyri øll, sum hava trupulleikar at ganga. Mej-Britt sigur, at teir eru serliga vælegnaðir til Parkinsonsjúklingar, tí sum hon sigur, tey hava so at siga mist tónleikini í teirra gongulagi. – Stavirnir gera, at tú á ein sjálvstøðugan hátt kanst venja teg við at ganga aftur. Somuleiðis kunnu teir við tíðini gera, at tú rættar ryggin meira, meðan tú gongur. Eg var sjálv øgiliga skeptisk, tá teir komu fram, men eg vil mæla einum og hvørjum, sum hevur trupul- leikar at ganga at royna teir, sigur Mej-Britt Kraglund. Áhugaverd søga Mej-Britt Kraglund er 40 ára gomul og hevur havt Parkinsonsjúkuna í tíggju ár. Hon eigur fýra børn og er útbúgvin innan heilsu- verkið. Søgan hjá Mej-Britt er sera áhugaverd, tí tað tók langa tíð, áðrenn tað varð staðfest, hvat bagdi henni. Hetta komst fyrst og fremst av, at hon má sigast at vera sera ung við hesari sjúku, men hon visti allatíðina sjálv, at tað var okkurt heilt ávíst, sum bagdi. Hon sigur, at tað var ein ræðulig tíð, inntil sjúkan var staðfest, men hon hevur lært nógv av hesi tíð og metir, at hon av tí sama kann geva øðrum í líknandi støðum góð ráð. Somuleiðis hevur Mej- Britt kannað, hvaðani hennara sjúka stavar frá, og hevur hon fingið staðfest, at hon hevur arvað hana. – Útfrá mínum genum kundi staðfestast, at eg havi arvað hesa sjúkuna frá báð- um mínum foreldrum, og tað var ein lætti at fáa tað staðfest, tí so visti eg, at tað var onki, sum eg kundi gjørt øðrvísi til tess at forða hesum, sigur Mej-Britt, sum í dag sigur seg liva eina lukkuliga tilveru sam- an við sínum fýra børnum í aldrinum 5 til 17 ár. Hon kemur til Føroya hósdagin og fyrilesturin verður í MBF húsinum fríggjakvøldið. Gongutúr- urin verður leygardagin klokkan 15. Í eini tvey ár hava Hans Jacob Herman- sen og Heini á Borg arbeitt við einari ætl- an um eina hálku- breyt í Havn. Umsøkn um økið hava teir liggjandi í býráðnum, og um svarið verður játtandi, so kann verða, at byrjan kem- ur á ætlanina í ár FERÐSLUTRYGD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Hans Jacob Hermansen, koyrilærari í Havn hevur í longri tíð nú arbeitt saman við Heina á Borg við eini ætlan um hálkubreyt í Havn. Teir hava havt fundir við Tórshavnar býráð um møgulig øki, har ein tílík kann verða. Økið, sum teir nú hava sent býráðnum umsókn um, er økið við gamla tyrving- arplássið. Hans Jacob sigur, at har er ikki so øgiliga nógv at gera, áðrenn tann sokallaði grulvugarðurin kann verða, sum hann málber seg. Við grulvugarðinum meinar hann við, at tað er gott at hava eitt øki, har byrjunarundirvísingin í persónbili kann fara fram uttan at órógva býar- ferðsluna. – Tað eru øgiliga fá øki, har vit kunnu fara við næm- ingunum, so tørvurin er avgjørt tilstaðar, sigur hann. Síðani er ætlanin at út- byggja grulvugarðin so líðandi til eina hálkubreyt eisini, tí økið er nóg stórt, sigur Hans Jacob. Grulvugarðurin er sum sagt einans til byrjunarund- irvísing í at koyra persón- bilar, meðan ein hálkubreyt kann nýtast til alt annað eisini. Hetta verður kallað ein grulvugarður av tí orsøk, at bilførarar eru at samanbera við børn. Tey eru í einum grulvugarði, inntil tey duga at ganga. Har er trygt og skuldi ikki nakað stórvegis kunnað hent. Hans Jacob sigur, at í hesum førinum kann tað hugsast, at tey verða í grulvugarðinum eisini eina tíð eftir, at tey eru komin upp á beinini, áðrenn farið verður út í ta veruligu ferðsluna. Hinvegin er ein hálku- breyt ikki bara til hálku. – Tað verður somuleiðis møguligt at venja koyri- teknikkir og royna teori í praksis, sigur Hans Jacob Hermansen. Og harvið kunnu ymsar óvæntaðar støður í ferðsl- uni, sum kunnu hava óneyðug óhapp við sær, venjast og eins máti at takla støðurnar uppá, heldur Hans Jacob fram. Hann er sannførdur um, at fleiri óneyðug óhapp kunnu sleppast undan, um bilfør- arar fáa høvi til at læra seg, hvussu ein skal gera undir óvæntaðum umstøðum. Bíða eftir svari Hans Jacob sigur, at sum nú er, bíða teir bert eftir svari frá kommununi. Og hann dugir væl at síggja fyri sær, at um svarið frá kommun- uni verður játtandi, at so verður grulvugarðurin klár- ur í ár. – Men sum sagt vit bíða bert eftir svari, sigur hann. Hans Jacob Hermansen hevur sjálvur verið til slík skeið í grannalondum okk- ara, og hann letur sera væl at teimum. – Eg eri komin út fyri støðum í Føroyum, har eg havi koyrt buss og fingið brúk fyri tí, sum eg lærdi á hasum skeiðunum, sigur Hans Jacob Hermansen, sum er spentur uppá, hvussu leikur fer at ganga í hesum málinum. Enn er tað ikki eitt krav í Føroyum, at ein hálkubreyt skal verða, men Hans Jacob hevur kagað í nýggju kunn- gerðina fyri koyrikort, og har benda viðurskifti á, at tað verður eitt krav. Men um so hon verður eitt krav, so fer tað sjálvandi at hava við sær, at tað verða mong um hesa hálkubreytina, tá hon einaferð kemur. Grulvugarður og hálkubreyt til ferðsluna Serligu stavirnir eru ein stór hjálp til øll, sum hava ilt við at ganga. Mej-Britt Kraglund, sum hevur havt Parkinson í tíggju ár, mælir øllum við gongutrupulleikum at royna hesir stavar Hans Jacob Hermansen og Heini á Borg hava arbeitt við eini ætlan um eina hálku- breyt í Havn í tvey ár. Um kommunan játtar teimum økið, teir hava søkt um, so kann verða, at grulvu- garðurin verður veruleiki í ár Savnsmynd C M Y K 5 4