Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 uppsøgn Vilmund Jacobsen Eiðismaðurin Grímur Ham­ m­er, sum læt seg stilla upp móti sitandi formanni í Før­ oya Fiski­mann­a­felag, með­an hann var í starvi í felag­num, er uppsagd­ur. Hetta hen­di næst sein­as­ta miku­dag, tá Jan Høj­gaard klokk­an 15 henda seinna­part­in gav honum upp­søgn­ina. Grund­gev­ing­in fyri at siga Grím úr star­vi er ”lækkan av starvs­fólki”, sum tað eitur í up­p­søgn­ini. Fekk ein tíma Tá Jan hevði handað honum uppsøgnina, varð Grímur biðin um at taka alt tað, hann átti á skrivstovuni og at lata felagnum tað, sum felag­ið eigur. Síðan fekk hann at vita, at hann skuldi ikki koma aftur, heldur ikki dag­in eftir. Grímur Hammer hevði ong­ar viðmerkingar til upp­ søgn­ina, tá Sosialurin tosaði við hann í vikuni, men vit hava skilt, at uppsagnartíðin hjá honum sambært setan­ar­ skrivi­num er tríggir mánaðir - frá 1. apríl 2013 at rokna. Í uppsagnarbrævinum stend­ur eisini, at hann er frítt stillaður, sum tað eit­ ur, men kortini er hann ikki vælkomin at arbeiða í upp­ sagn­ar­tíðini. Ikki óvæntað Tá Sosialurin skifti orð við Grím Hammer í tíðini, meðan val­ið í Fiskimannfelagnum stóð upp á, segði hann seg ikki vænta, at hann fór at ger­ast drúgvur í starvinum í felag­num. Hann hevur eisini sagt, at hevði samstarvið mill­um hann og formannin ver­ið betri, hevði hann held­ ur ikki stillað upp móti hon­ um. Jan Højgaard gjørdist vinn­ari á valinum í kapping við Grím Hammer og Sakaris Zachariassen, og Jan er nú far­in undir sítt triðja skeið sum formaður. Ein av hansara fyrstu av­ gerð­um innanveggja er at siga avbjóðaran úr starvi. Meiri arbeiði At arbeiðsuppgávurnar á skriv­stovu Fiski­manna­felag­ sins eru minkaðar, so­leið­is at grundarlag er fyri ”lækkan av starvsfólki”, sum sagt verður í uppsøgnini av Grím­ uri, kann í vanligum man­na­ eyg­um tykjast iv­ing­ar­samt. Eitt nú verður limagjaldið hjá fiskimonnum nú kravt inn so hvørt og verður bókað so hvørt, sum tað verður gold­ið. Skipanin hevur verið hon, at fiskimenn rindaðu 850 krónur í limagjaldi um árið, umframt 5,5% av frí­ tíð­ar­lønini. Nú skulu 1,25% rokn­ast av hýruni hvønn túr sær, og hetta fer - alt ann­að líka - at krevja meiri um­sit­ ing og bókingararbeiði. Fimm á fundi Sosialurin hevur skilt, at fimm stjórnarlimir av sjey vóru á fundi henda dagin, tá gjørt varð av at siga Grím Hamm­er úr starvi. Sámal Poulsen, næstformaður felagsins og Sniðálvur Røvils­berg, sum eisini er í stjórn felagsins, vóru ikki við. Uppsøgnin er undir­skriv­ að av Jan Højgaard, felags­ for­man­ni. Vilmund Jacobsen - Tað er ikki nakað nýtt, at tørvur leingi hevur verið á at styrkja Føroya Fiski­ manna­felag fakliga. Hetta var longu frammi í val­stríð­ num, tá eg varð valdur fyri seks árum síðan. Tað, sum felagið í størri mun hev­ur brúk fyri, er fakligur før­leiki og málsviðgerð, eitt nú at ráð­geva í trygg­ing­ar­spurn­ ing­um, almannamálum og mál­um, sum viðkoma myn­ dug­leik­um annars. Jan Højgaard, formaður í Fiski­mannafelagnum, sigur, at uppstillingin hjá Grími Hamm­er til formansvalið als ikki er orsøkin til, at felag­ið nú hevur gjørt av at siga honum úr starvi. - Tað er eingin orsøk til, at felagið, nú tørvurin á fakkunnleika er so stór­ ur, hevur tvey fólk á skriv­ stovu­ni sum gera sama ar­ beiði. Hetta er ikki neyðugt í mun til tann tørv, sum er á at fáa fakkunnleika og máls­við­gerð í felagið, sigur hann. Taka støðu seinni Spurdur, um uppsøgnin av Grím­uri Hammer merkir, at Fiski­mannafelagið nú fer at seta annað fólk í starv, sigur hann, at tað fer felagið, sum tíð­in gongur, at taka støðu til. - Eg brúki nógva tíð til at vera málsviðgeri í ymiskum mál­um og viðurskiftum, og tað tekur so aftur burt­ur av tíðini, ið skuldi farið til annað arbeiði á skriv­stovu­ ni. Jan sigur, at felagið í so máta hevur tveir møgu­ leikar - antin at seta fak­fólk í starv ella at keypa tæn­ astu­na uttanfyri húsið. - Vit hava eisini nógv rætt­armál k­oyrandi, og tað kann ikki vera rætt, at eg sum formaður skal sita ein heilan dag og blaða í lóg­ gávu um eitt og annað, sum hevur við okk­ara limir at gera, sigur felags­for­mað­ur­ in. Jan Højgaard sigur, at hann hevur ongar við­merk­ ing­ar til, hví Fiski­man­na­ felag­ið ikki vil hava Grím Hammer at ar­beiða á skriv­ stovuni í upp­sagn­ar­tíð­ini. - Eg dugi ikki at síggja, at tað hevur almennan áhuga, legg­ur hann aftrat. Størri fakligur førleiki í felagið Jan Højgaard, felagsformaður, sigur, at tað avgjørt eingin samanhangur er millum uppstillingina hjá Grímuri Hammer til valið í Fiskimannafelagnum og uppsøgnina, sum hann nú hevur fingið Avbjóðari uppsagdur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, hevur givið Grímuri Hammer sekkin. Hann fekk ein tíma til at pakka síni ting á skrivstovuni. Grímur Hammer hevur verið partur av skrivstovuni hjá Fiskimannafelagnum seinasta hálvt fimmta árið - tey fyrstu árini í læru og tey seinnu sum skrivstovumaður - Tað kann ikki vera rætt, at eg sum formaður skal sita ein heilan dag og blaða í lóggávu um eitt og annað, sum hevur við okkara limir at gera, sigur Jan Højgaard Mynd: Vilmund Jacobsen Grímur Hammer, ið læt seg stilla upp til valið í Føroya Fiskimannafelag, er ikki longur í starvi í felagnum, sum hann hevur verið partur av seinasta hálvt fimmta árið Mynd: Vilmund Jacobsen