fríggjadagur 1. mars 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsskrá
1. Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna ári
3. Framløga av grannskoðaðari ársfrásøgn til góðkenningar
4. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið sambært góðkenda
roknskapinum skal verða nýtt
Nevnd felagsins mælir til, at útgoldið verður vinningsbýti til partaeigarar
felagsins á 4 mió. kr. – svarandi til kr. 3,86473 pr. partabræv á kr. 100.
5. Val av nevndarlimum
Sbrt. grein 15, stk. 1. í viðtøkum felagsins skal aðalfundurin velja 4 limir
í nevnd felagsins fyri eitt ár í senn.
6. Val av grannskoðara
Nevndin mælir til at velja grannskoðaravirkið P/f Januar, løggilt
grannskoðaravirki, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórshavn.
7. Uppskot frá nevnd ella partaeigarum, um nakað er
Ein partaeigari er komin við uppskoti um, at aðalfundurin samtykkir at
áleggja nevndini skjótast til ber at leggja fyri aðal- ella eykaaðalfund
uppskot um at broyta viðtøkurnar, so kapitaleigarar, sum hvør eiga
minni enn 33 % av áljóðandi felagskapitalinum (teir privatu kapital-
eigararnir) hava framíhjárætt til at fáa útlutað vinningsbýti og útlúting
í sambandi við avtøku.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á telduposti ir@atlantic.
fo ella á høvuðsskrivstovu felagsins á telefon 341030. Seinasta freist fyri
bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 4. mars kl.
16:00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møgu-
leika til at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna. Á heima-
síðu felagsins www.atlantic.fo og á høvuðsskrivstovu felagsins er eitt full-
trúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Fulltrú skal vera felagnum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 4. mars kl. 16:00. Fulltrúin kann sendast
umvegis teldupost.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at
viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki eru skrá -
sett við navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing
av eini í mesta lagi 4 daga gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S ella
frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðnum), sum skjalprógv fyri
partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan fyri, at parta-
brøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur, áðrenn aðalfundurin er hildin.
Partapeningur, atkvøðurættur og aðalfundurin
Partapeningur felagsins er kr. 103.500.000 býttur sundur í 1.035.000
partabrøv á kr. 100,00 og multipla av hesum. Felagið hevur 11.111 egin
partabrøv, ið ikki hava atkvøðurætt. Eingi partabrøv hava framíhjárættindi.
Partabrøvini skulu vera navnapartabrøv og eru negotiabul. Partaeigarar
hava ikki skyldu til at lata partabrøv síni innloysa.
Í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin verða fundarskrá, ársfrásøgn 2012
við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing og øll uppskot til fundin løgd
fram til gjøgnumlestur á høvuðsskrivstovu felagsins, Vága Floghavn, 380
Sørvágur.
Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skráset-
tum partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd til og atkvøðurætt á
aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi 4 dagar frammanundan hevur
biðið um atgongumerki.
Kapitaleigarar hava møguleika at atkvøða fyri evnum á dagsskránni við
brævi, t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Til tað
krevst, at tað týðiliga framgongur, hvat atkvøtt verður fyri, og at atkvøður
saman við atkvøðumerki verða latin felagnum í seinasta lagi kl. 16 tann 4.
mars 2013 í afturlatnum brævbjálva. Aðalfundarstjórin tekur støðu til, um
tað framgongur nóg týðiliga, hvat atkvøtt verður fyri.
Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú, ið ikki kann gevast fyri
meir enn 12 mánaðir. Fulltrú til nevndina kann einans veitast til ein ávísan
aðalfund við eini frammanundan kendari fundarskrá.
Harumframt hava fjølmiðlar og umboð fyri virðisbrævamarknaðir atgongd
til aðalfundin.
Partaeigari felagsins hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100, ið hann eigur í
partapeningi. Fyri at geva atkvøðurætt krevst, at partabrøvini eru skrásett í
partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta av at-
kvøðum, um ikki annað er ásett í galdandi partafelagslóg.
Uppskot um broytingar av viðtøkum felagsins kunnu bert samtykkjast, um
uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum og
av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum.
Aðalfundurin verður hildin á føroyskum og týddur til enskt. Skrivligt tilfar
verður á føroyskum og enskum, burtursæð frá ársfrásøgnini 2012, ið er á
enskum.
Rindan av vinningsbýti og kontoførandi peningastovnur
Vinningsbýti verður útgoldið til partaeigarar, sum eru skrásettir í parta-
brævabókini, tá aðalfundurin, sum hevur samtykt vinningsbýti, verður hild-
in. Skrásetingardagurin (Record day) hjá VP er 13. mars 2013. Handil við
partabrøvum uttan rætt til vinningsbýti byrjar 11. mars 2013. Vinningsbýtið
vil, sambært galdandi reglum og siðvenjum, verða útgoldið 20. mars 2013
til ta avlopskonto í einum peningastovni, sum er skrásett í Værdipapircen-
tralen sum ein konta, har gjaldast kann til, við frígerandi virknaði.
Felagið hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen A/S.
Fel agið hevur kosið sær FIH Erhvervsbank A/S til kontoførandi peninga-
stovn, og kunnu partaeigarar felagsins venda sær til henda peningastovn
á adress uni Langelinie Allé 43, DK-2100 København Ø, Danmark ella á
heimasíðuni www.fih.dk ella á telefonnummar +45 72225000 fyri at út inna
fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
P/F Atlantic Airways
Nevndin
Ársaðalfundur
í P/F Atlantic Airways, Faroe Islands
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Atlantic Airways, Faroe Islands
fríggjadagin 8. mars 2013 kl. 16:30 í Gamla Skúla (Musikkskúlin) í Sørvági, Skúlabrekkan 4, 380 Sørvági