Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðlafólk, ið dekka Før­ oya Rætt, uppliva ofta, at mál, ið eru bæði eitt og onkuntíð út móti tvey ára gomul, koma fyri. Og sjáld­an er talan um bara fá­ar mánaðar. Mikudagin var tó eitt undan­tak, ið kanska nærk­ast einum meti í skjót­ari viðgerð frá ákær­ a­r­ans síðu. Klokkan níggju fyrra­ part fríggjadagin 22. feb­ ru­ar, varð ein maður steð­ g­að­ur fyri atkoyra alt ov skjótt í bygdum øki in­ni í Eysturoynni. Maðurin mutaði ímóti at hava koyrt so skjótt, sum lasaramátarin vísti. Lon­gu mikudagin 27. febru­ar klokkan 11 varð mál­ið roynt í Føroya Ræt­ ti. Bara gott fimm dag­ar seinni. Og tað man nær­k­ ast einum meti. Leo Leo Poulsen Í allarflestu harðskaps­ málum er rúsdrekka ein part­ur av málinum. Soleiðis eisini hjá einari 33 ára gamlari kvin­ nu, sum á Norðoya stevnu í 2011 hevði sæð seg so illa inn á eina aðra kvinnu, at hon skumpaði, sparkaði og sló hesa í andlitið við neva og síðani við tasku, so kvinnan datt. So óheppið var fallið, at kvinnan breyt hondina. Ákærda kvinnan hevði verið nakað váttlig, og í rætt­a­r­máli­num varð hon dømd í fongsuls­rev­sing, men nýgg­ir upp­lýs­ingar í rætti­num miku­dagin før­du til, at dóm­urin nú kans­k­a verður broytt­ur. Tað kom fram, at dømda kvinnan er farin gjøg­num eitt 10 vikur skeið á Bláa Krossi, hevur verið edrú í hálvt ár, um­ framt at hon eisini hevur fingið arbeiði. Hetta førdi so til, at ákæru­valdið - í samráð við kriminalforsorgina og ákærdu kvinnuna - mælti til, at tað í staðin fyri fongsuls­revsing, kanska held­ur skuldi gerast sam­ felags­tænasta. Hetta var kvinnan eisi­ ni áhugað í, men nærri skal gerast av í samstarvi við kriminalforsorgina. Leo Poulsen Tað er sjáldan, at ein ákærd­ ur og vitir eru so vís í sín­um málum, sum upplivast kundi í rættinum mikudagin. Ákærdi og vitnið høvdu full­komi­liga ósamsvarandi frá­greið­ingar, og ákærdi eins og vitnið vóru púra sann­ førdir um, at teir høvdu rætt. Ákærdi greiddi frá, at hann og ein vinmaður høvdu ver­ið inni í Rafiks'a og etið eina pizza. Eftir hetta fóru teir út um at festa sær í, og tá varnast teir, at ein maður ligg­ur uppi í Sverrisgøtu, með­an ein annar stendur uppi yvir honum. Teir fara so niðan at vita, hvat er áfatt, og tá peikar tann, sum stendur uppi yv­ ir hinum, at ákærda, og er rætti­liga illur. Hetta er so søgan hjá ákær­da, og hana stendur hann við. Vitnið, hinvegin, hevði eina heilt aðra søgu. Hansara frá­greið­ing var, at hann og órætt­aði vóru komnir oman til gosvatnið í Sverrisgøtu, og meðan órættaði hugnaði sær við at ganga uppi á gos­vatni­ num, fór vitnið longur oman í Sverrisgøtu. Komin nakað oman, verð­ ur hann skumpaður, og hann sær ákærda og ein annan fara niðan til órættaða. Ákær­di skump­ar órættaða um koll, og fer síðani yvir til hann og spark­ar hann einar tvær ella tríggj­ar ferðir. Vitnið tekur til telefonina, men tá ávarar ákærdi. »Ring­ ir tú til nakran, endar tú sum hann«, skal ákærdi hava sagt og við høvdinum bent á ó­rætt­aða. Sambært vitninum kom ein vinmaður teirra júst tá til stað­ar. Hesin er duravørður, og helt teimum báðum, með­ an vitnið ringdi til politiið, ið rættiliga skjótt var á stað­ num. Nýggjur rættarfundur Órættaði sjálvur mintist bara part­vís, hvat var farið fram, tí hann er uttan iva fallin í óvit, tá hann varð sparkaður. Hann føldi bara, at hann varð skumpaður og síðani ken­di hann, at hann varð spark­að­ur. Næsta hann visti var, at hann stóð upp móti einum veggi, og politiið tosaði við hann. Men tann ákærdi var púra sannførdur um, at hann ikki hevði framt hetta álop­ið, og verjin gjørdi tí av, at innkalla vinmannin hjá á­kær­da. Hetta hóast hesin vin­mað­ urin í politirapportini sigur seg hava verið so fullan, at hann so at siga einki minn­ist. Hetta førdi so til, at málið verð­ur útsett til nýggjan rætt­ar­fund, har ákæruvaldið so eisini fer at kalla inn bæði dura­vørð­in og onkran av poli­tist­unum, sum kom á stað­ið. Tað skal viðmerkjast, at vitn­ið var púra sannført um, at ákærdi var maðurin, sum fram­di harðskapin. Tað kom fram á rætt­ar­ fundi­num, at ákæru­vald­ið allar­helst broytir ákæruna frá at koma undir §245, sum er harðskapur av serliga grov­um slag, til ta meira linu §244. Enn er ikki heilt greitt, nær málið verður tikið upp aft­ur. Kvinna fekk 40 dagar fyri harðskap Tá vínið fer inn, fer vitið út, sigur eitt orðatak, og tað passar væl hjá einari kvinnu, sum á Norðoyastevnu fyri tveimum árum síðani legði á eina aðra kvinnu við sløgum og sparki í rættinum Kvikt ákæruvald Ein maður var í Føroya Rætti mikudagin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti einum øðrum manni, við at hava skumpað hann um koll og skarpa hann í búkin og høvdið. Maðurin noktar blankt Noktar blankt ákærunum