Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tá ein maður fríggjadagin í síðstu viku varð steðg­að­ ur fyri at hava koyrt alt ov skjótt í bygdum øki, gjør­di hann av at kæra. Hann meinti ikki, at hann hevði koyrt so skjótt, sum lasaramátingin hjá ferðslu­politinum vísti. Og maðurin skuldi ikki bíða leingi eftir sínum degi í rættinum, tí longu miku­dag­in í vikuni kom mál­ið fyri. Maðurin greiddi frá, at hann var á veg til Runa­ vík­ar, og meðan hann koy­ r­di gjøgnum Søldar­fjørð, skeitti hann at kilo­metur­ vísaran­um, sum vísti 70. Ferðslupolitiið stóð beint innan fyri mark­ið fyri bygdum øki, og poli­ tis­tur­in greiddi í rætti­ num frá, at lasara­mát­ing­ in vísti 111 km. Fyrivarni verð­ur tikið fyri 3% hvønn vegin, so sambært tí hevur maðurin koyrt eitt stað millum 107 og 115 km. Ákæruvaldið kravdi, at maðurin skuldi rinda 5.000 krónur í bót, og at koyri­kortið varð frádømt í seks mánaðar. Verjin mælti til, at frá­ døm­ingin gjørdist treytað og vísti til, at arbeiðið hjá mann­inum krevur, at hann koyrir kring landið at veita tænastur. Tað finnast linnandi um­støður við frádøming av koyrikorti, men dent­ur varð lagdur á, at arbeiðs­ viður­skifti ikki er ein av teim­um. Maðurin valdi at taka við dóminum. Tað skuldi ikki verið so langt frá tí sannlíka, at tosað verður føroyskt í einum føroyskum rætti. Men sakin er jú tann, at ofta er talumálið hjá ákæra og dómara danskt, heilt einfalt tí, at fleiri av ákærunum og dómarunum eru danir. Hetta var eisini soleiðis mikudagin. Ákærdi segði seg ikki hava tað so gott við at tosa og skilja danskt, og so trivu bæði ákæri, Linda Hesselberg, og dómarin, Henrik Møller í ramliga føroyska málið - og tað komu tey óvæntað væl frá. Tað vísir seg ofta, at danir skilja føroyskt til fulnar, men aftra seg við sjálvir at tosa málið. Tá so løtan krevur tað, hevur tú ofta hug at undrast um, at fólk halda seg aftur við at tosa føroyskt. Í rættinum mikudagin var einki at fílast at hjá dómara og ákæra. Leo Leo Poulsen Stormfult! Soleiðis kundi tey best nev­na parlagið millum tvey ungfólk, sum endaði í rætti­ num, tí drongurin varð meld­ að­ur fyri harðskap. Bæði ákærdu í rættinum hvønn annan fyri at vera harð­ligi parturin. Ákærdi drong­urin segði, at gentan javn­an var harðlig, serliga tá hon hevði drukkið. Drong­ ur­in greiddi rættinum frá, at gentan drakk seg frá viti og skili, og tá gjørdist hon harð­ lig og legði á hann. Alt »kulmineraði« á nýgg­ j­ári­num 2012. Men júst hvat fór fram, var upp til dóm­aran at gera av, tí um­framt tey bæði var einki vit­ni til sjál­va hendingina, og frá­sagn­ir­nar hjá teimum báð­um samsvar­ aðu als ikki. Sambært dreinginum - og har var gentan samd - høvdu tey bæði ikki verið í býnum sam­an hesa nýggjársnáttina. Drong­urin segði seg vera farin heim til hús um trí­tíð­ ina, uttan at hava drukkið nak­að nevnivert. Einaferð seinni, kanska um sekstíðina, ringir gentan og vil tosa við hann. Hetta skal fara fram miðskeiðis mill­um har, tey bæði búgva. Tey hittast, og orð fellur av orði til illstøða stendst av, og sambært dreinginum skump­ast tey bæði og endin er, at gentan dettur. Drong­ur­ in viðgongur at hava sparkað ein beriposa, men tað var mest sum tað. Sparkað Gentan hinvegin hevði eina heilt aðra frágreiðing. Sambært henni var tað drong­urin, ið hevði tikið stig til hetta møti. Eftir stutt­ ari løtu var hann vorðin ill­ ur, hevði tikið í gentuna og skumpað hana um koll. Síða­ ni hevði hann sparkað hana ein­ar tríggjar ferðir í búkin óg í lærið. Somuleiðis hevði hann tik­ið fartelefonina og tveitt hana í vegin, so hon brotnaði. Eisini kom fram, at drong­ urin var í tuflum. Eitt annað vitni stuðl­aði á sín vís upp undir frá­greið­ ing­ina hjá gentuni. Hetta vit­ni hevði ikki sæð sjálvan til­burð­in, men tá hon kom til, lá gentan á vegnum og græt sár­an. Hon græt so illa, at hon ikki rættiliga fekk svara hes­um vitninum, tá hon spur­di um, hvat var fyrifarið. Hetta vitni tók gentuna heim til sín sjálvs, har órætt­ aða fekk fatur á onkrum vin­ fól­k­um, sum síðani komu eft­ir henni. Talan var tí um orð móti orði, og ákærdi og verji løg­ du ávikavist dent á frá­greið­ ingina hjá órættaða og ákær­ da. Vanliga geva harð­skaps­ mál í útgangsstøði treyta­ leysa fongsulsrevsing, men dóm­ar­in valdi í hesum føri at gera 40 daga longu revs­ing­ ina treytaða - hóast ákærdi he­v­ur ein treytaðan dóm fyri harð­skap frá desember 2010. Treytin er, at tann nú døm­di ikki skal fremja nakað lógar­brot í tvey ár. Ákærdi tók við dóminum. í rættinum Eitt ungt par, sum hevði gingið saman í eini tvey ár, skeldaðust javnan, og alt endaði við, at drongurin varð dømdur 40 daga fongsul, sum dómarin tó gjørdi treytað Nyttaði ikki at kæra Koyrir tú meiri enn 50 km. oman fyri ásetta hægstamarkið, fellur hamarin. Koyrikortið rýkur, og har hjálpir eingin góða mamma Tosaðu føroyskt í rættinum Harðskapur í par­lagi kostaði 40 dagar