fríggjadagur 1. mars 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
INTEGRATIÓN
Áki Bertholdsen
Nú skal tað vera lættari og
smidligari
hjá
útlending-
um at flyta til Føroyar at
búgva.
Í hesum sambandi hevur
Kári P. Højgaard, landsstýris
maður í innlendismálum,
sett integratión á politisku
dagsskránna.
Týsdagin hevði Løgtingið
aðalorðaskiftið um, hvussu
vit lættast og smidligast
slúsa útlendingar inn í før
oyska samfelagið.
Í hesum sambandi hevur
landsstýrismaðurin lagt eina
frágreiðing fyri Løgtingið um
integratión.
Í hesi frágreiðingini mæl
ir landsstýrismaðurin til, at
í fyrstu syftu skulu vit seta
fimm tiltøk í verk, sum skulu
gera tað lættari hjá útlend
ingum at flyta til Føroyar at
búgva.
Hesi tiltøkini fara at kosta
landskassanum 7,2 milliónir
krónur um árið.
Men
harafturat
skulu
kommunurnar eisini seta
nøkur tiltøk í verk, sum held
ur ikki verða ókeypis.
Hinvegin heldur hann
eisini, at tað kundi verið eitt
gott hugskot at sett einar
200.000 krónur av um árið
at lata í stuðli til kommunur,
ítróttarfeløg,
arbeiðspláss,
ella onnur, sum skipa fyri
ávísum
integratiónstiltøk
um.
Hann mælir eisini til, at
tiltøkini verða sett í verk í
eini 4-5 ár, fyri at gera tað
lættari at seta tey í verk og
finna fíggingina.
Yvirskipað er tað best, at
alt integratiónsarbeiðið at
verða skipað í eini integra
tiónslóg, sum verður bind
andi fyri myndugleikarnar
Fimm tiltøk
Í fyrstu syftu verður annars
mælt til at seta fimm tiltøk
í verk.
Fyrsta tiltakið er, at ein
samskipari skal setast, sum
skal geva myndugleikunum
ráð
um
integrasjón
og
tryggja, at tiltøkini verða sett
í verk.
Í øðrum lagi verður mælt
til útlendingar, sum koma
higar, skulu hava byrjanar
skeið í føroyskum og um Før
oysk samfelagsviðurskifti og
føroyska mentan
Harafturat eiga útlendsk
børn í skúlaaldri at fáa eyka
undirvísing í føroyskum í
fólkaskúlanum
Men tiltøk eiga eisini at
verða sett í verk, sum venda
sær til børn undir skúlaald
ur
– Tað er týdningarmikið
at børn, ið hava føroyskt
sum annað mál, so tíðliga
sum til ber fara at nýta før
oyska málið, tí fyrr tey fara
at brúka málið, betur verða
Kostar
7,2
milliónir
Nú skulu tiltøk setast í verk fyri at gera tað smidligari
hjá útlendingum at koma til Føroyar at búgva
Hann mælir eisini
til, at tiltøkini verða
sett í verk í eini 4-5 ár
Politikarar
hava
sjáldan
verið so samdir, sum teir
vóru týsdagin, tá ið teir tos
aðu um útlendingar í Før
oyum.
– Tað man vera sjáldan, at
politikarar úr øllum flokk
um hava verið so samdir.
Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður í innlendis
málum, er stak væl nøgdur
við úrslitið av aðalorða
skiftinum í Løgtinginum
týsdagin um ein føroyskan
integratiónspolitikk.
Politikarar
úr
øllum
flokkum taka sera væl und
ir við ætlanini at gera ein
integratiónspolitikk.
Teir tóku ikki bara undir
við tí. Nógvir politikarar
hildu enntá, at talan var um
eitt avbera gott arbeiði.
Serliga væl taka tingfólk
undir við ætlanini um, út
lendingar, bæði børn og
vaksin, skulu hava serliga
undirvísing í føroyskum.
– At duga málið er
høvuðslykilin til tað før
oyska samfelagið og duga
útlendingar málið, er tað
størsta stigið á leiðini fram
ímóti
fullkomnari
inte
gratión, halda tingfólk.
Skal framskundast
Og Kári P. Højgaard nýtti
høvi at takka tinglimum
fyri undirtøkuna.
Hann heldur, at ætlanin,
sum fyribils er í fimm stig
um, skal setast í verk so líð
andi hesi næstu fýra, fimm
árini.
Men var tað nakað, vildu
fleiri politikarar heldur, at ætl
anin verður framskundað.
Hinvegin liggur í kort
unum, at ætlanin kostar
góðar sjey milliónir at seta
í verk.
Og hóast øll tingfólk tóku
undir við ætlanini, vóru tað
fleiri, sum reistu iva um
fíggingina.
Tey stúra fyri, at politik
arar fara at bakka, tá ið tað
kemur hartil, at integra
tiónin skal vísast í verki,
og peningur skal játtast til
endamálið.
Tað vóru eisini fleiri
politikarar, sum tvíhildu
um, at skal peningur játtast
til endamálið, má tað ikki
henda, at peningurin verður
skarvaður av játtanini til
skúlaverkið, almannaverkið,
og aðrastaðni, sum longu
frammanundan eru hart
fyrispent.
– Integratiónin má vera
eitt øki, sum verður raðfest
og tí má talan vera um eina
eykajáttan til øki, sigur Kári
P. Højgaard.
Sjálvur staðfestir hann, at
aðalorðaskiftið vísti, at full
semja er í løgtinginum um
ein føroyskan integratións
politikk og tískil hevur hann
stórt álit á, at integratiónin
ikki druknar í berari vælvild,
men at peningurin verður
játtaður til endamálið.
Hinvegin gjørdi Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður í
skúlamálum, eisini greitt, at
skúlin er so hart fyrispentur,
at skal virksemið í fólkaskúl
anum økjast við serligum
tilboði til útlendsk børn,
sum talan er um, má fígging
fylgja við.
aki@sosialurin.fo
Politikarar taka stak væl undir við Kára
Kári P. Højgaard