Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 INTEGRATIÓN Samansjóðing Løgtingslimir kappast um at taka undir við ætlanini, Kári P. Højgaard, hevur lagt fyri Løgtingið um at samansjóða útlendingar, sum koma higar at búgva og føroyska samfelagið. Men onkur spurnartekin verða sett við, hvussu tað skal fíggjast Ein máti er at eggja nýkomnum útlendingum í Føroyum at lata børnini fara í dagstovn tey fyri málsliga, sigur Kári P. Højgaard. Ein máti er at eggja ný­ komnum útlendingum í Før­oyum at lata børnini fara í dagstovn, har barnið fær møgu­leikan at tosa før­ oyskt. Og at enda mælir lands­ stýrismaðurin til, at ein tulka­tænasta verður skipað, tí sam­skiftistrupulleikar stinga seg oftani upp, tá ið út­lend­ingur skal til samrøðu hjá ein­um føroyskum myndug­leika. Afturat hesum átøk­unum, staðfestir lands­stýris­mað­ urin at eisini kommun­ur­ nar eiga at hava ein virkn­an leiklut í royndunum at inte­ grera útlendingar í føroyska sam­felagið. – Kommunurnar eiga at standa fyri tí mestu kunn­ ingini, men arbeiðs­pláss og áhugabólkar á staðnum eiga at arbeiða við integrasjón í sam­starvi við kommununa. Eitt hugskot er, at stovna ein integrasjónsbólk á stað­ num, sum samskipar inte­ grasjóns­arbeiðið har á pláss­ inum og skipar fyri átøk­um. aki@sosialurin.fo Útlendingingar, sum koma til Føroya at búgva, skulu hava eina gulrót. Tað heldur Kári P. Høj­ gaard, lands­stýris­mað­ur í innlendismálum. Hann heldur, at talan skal vera um eina gularót, sum eggjar teimum at inte­grera seg í føroyska sam­felagið so skjótt og væl, sum gjørligt. Tann gularótin kann kanska vera, at gera út­ lend­ingar eitt veruligt ar­ beiði fyri at samansjóða seg í føroyska samfelagið, og læra seg føroyskt mál og mentan, skal tað onkus­ vegna koma teimum til gagns. – Tað kann gerast so­ leiðis, at hesir útlendingar fáa eitt tilboð um víðari lestur, ella at umsóknin um varandi uppihaldsloyvi kann verða avgreidd skjót­ari enn annars. Útlendingar í Føroyum skulu hava eina gularót Áki Bertholdsen – Útlendingar, sum koma higar at búgva, skulu ganga undir ávísar treytir. Tað heldur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnu­húsinum. Hon fegnast um, at inte­ gratión er komin á politisku dagsskránna og nú vónar hon bara, at politikararnir fylgja tí heilt á mál og seta verulig tiltøk í verk. Men hon heldur skal tað yvirhøvur eydnast at inte­ grera útlendingar í føroyska samfelagið, er tað neyðugt, at vit seta teimum, sum koma higar at liva og virka, ávís­ar treytir. Eitt krav, hon heldur, at vit eiga at seta útlendingum, sum koma higar, er, at teir skulu læra seg føroyskt Eitt tiltak, ætlanin er at seta í verk, er at útlending- ar, sum koma higar, skulu taka skeið í føroyskum og skeið í føroyskum viður­ skift­um. – Í hesum sambandi skulu útendingar hava kunning um, hvørjar skyldur, teir hava, sum borgarar í hesum landi og, ikki minst, hvørji rætt­indi teir hava. – Tað er ómetaliga týdn­ ingar­mikið, at politiski myndug­leikin heldur rimm­ ar fast við, at hetta skal vera eitt krav, heldur Elin Reinert Planck. Hon heldur, at verður slak­að á hesum øki, so at tað einans verður eitt tilboð, og ikki eitt krav, kunnu vit koma í ta støðu, at út­lend­ ing­ar ikki taka av – ella at onkur forðar teimum, ella bein­leiðis noktar teimum, at fara á skeið og tað má ikki henda, leggur hon afturat. Hon heldur, at hetta eig­ur at vera eitt krav til út­lend­ ingar, tí nettupp málið er sjálv hurðin inn í føroyska sam­felagið. – Hon sigur, at duga út­ lend­ingar, sum koma higar, ikki málið, duga teir ikki so frægt sum at lesa eitt per­ són­ligt bræv tey fáa, og so er integratiónin miseydn- að. Mugu ikki brennimerkjast Men hon heldur eisini, at tað hevur stóran týdning, at útlendingar, sum koma higar, kanska serliga kvinnur, ikki vera brennimerktar, ella stig­mati­seraðar. – Tað er langt frá so, at allar útlendskar kvinnur, sum koma higar, eru »inn­ fluttar«, sum einhvør onnur handils­vøra og tað er langt frá so, at tær flestu enda í hond­unum á harðligum monn­um. – Veruleikin er, at nógv tær flestu hava tær gott og tí mugu fordómar ímóti øll­ um útlendskum kvinnur, sum koma hendavegin, ikki sleppa at festa rót. Elin Reinert Planck sigur, í Kvinnuhúsinum hava tær einar 3-4 útlendskar kvinnur gistandi um árið. Í miðal gista tilsamans ein­ar 15 kvinnur í Kvinnu­ hús­inum um árið, so tær út­lendsku kvinnurnar eru lut­fals­liga nógvar í tali. Men tá ið hugsað verð­ ur um, hvussu nógvar út­ lendsk­ar kvinnur, eru í Før­ oy­um, er talið kortini ikki so høgt, heldur hon. Tær útlendsku kvinn­ur­ nar, vit hava samband við, eru illa fyri í føroyskum og tá eru tær nógv verri stadd­ ar, enn annars, sigur hon. Í løtuni eru 20 tímar í før­oyskum tað, vit bjóða út­lendingum, sum koma henda­vegin og tað ger hvørki frá ella til. Tí er undirvísing í før­oyskum lykilin til eina væl­eydn­aða integratión, sig­ ur Elin Reinert Planck. aki@sosialurin.fo Mugu krevja at útlendingar skulu læra seg føroyskt Vit skulu seta krøv til út­lend­ingar, sum koma higar at búgva, heldur dagligi leið­arin í Kvinnuhúsinum Tí mugu fordómar ímóti øllum útlendskum kvinnur, sum koma hendavegin, ikki sleppa at festa rót Integrasjón er so mikið nýtt hugtak í Føroyum, at enn hava vit onki føroyskt heiti fyri hesum fyri- brigdi. Hugtakið integrasjón merk­ir at savna fleiri partar í eina eind. Í samfelagsligum saman­hangi er integratión ein tilgongd, sum skapar fel­ ags grundarlag hjá bólkum ella fylk­ingum at liva lið um lið. Orðið integrasjón er av latínska sagnorðinum inte­ grare, ið merkir at gera heilt ella fullkomið, ella at endur­ nýggja. Tað gongur so aftur til lýsingarorðið integer, ið merkir heilur ella óskal­ aður. Føroyamálsdeildin á Setr­inum hevur skotið upp, at eitt føroyskt orð fyri inte­ grasjón kundi verið sam­ein­ ing, tillaging, innlaging ella samlaging. Tá ið aðalorðaskiftið var í løgtinginum týsdagin, skeyt Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, upp at kalla tað samansjóðing, tí hann held­ ur, at tað er akkurát tað, hetta snýr seg um, nevniliga at samansjóða fleiri fólk og fleiri mentantir í einum sam­felagi. Integratión snýr seg líka nógv um, at føroyingar skulu duga at liva og virka lið um lið við útlendingar, held­ur hann. aki@sosialurin.fo Hvussu skal barnið eita