Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 INTEGRATIÓN FLÓTTAFÓLK Nú mugu vit taka spurningin upp um flóttafólk í Føroyum, sigur Katrin Dam á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International í Føroyum Mugu taka støðu til flóttafólk í Føroyum Mugu taka støðu til flóttafólk Mugu taka støðu til Áki Bertholdsen Føroyingar mugu taka eina greiða støðu til flóttafólka­ spurningin, og um vit skulu taka ímóti flóttafólkum í Før­ oyum ella ikki. Tað heldur Amnesty Inter­ national í Føroyum. Katrin Dam á Neystabø, aðal­skrivari í Amnesty í Før­ oy­um, hevur lagt til merkis, at spurningurin um flótta­fólk varð næstan ikki tikin upp á tung­una, tá ið politikar­arnir týs­dagin høvdu aðalorða­ skifti um integratión. Hon sigur, at sum so er van­lig integratión uttan­fyri virkis­øki hjá felagsskap­ inum. – Okkara arbeiðsøki eru brot á mannarættindi og tað eru spurningar í hesum sam­ bandi, vit takast við. Kortini viðgongur hon, at tey í Amnesty harmast um, at flóttafólkaspurningurin ikki verður viðgjørdur í hesum sambandi, tí tað er eitt so stórt og týdningarmikið mál, sig­ur hon. – Tað verður staðfest, at ongi flóttafólk eru í Føroyum og at integrera flóttafólk er eisini heilt onnur og nógv størri uppgáva at integrera út­lendingar annars. Tað verður eisini staðfest, at tað er ógvuliga ivasamt, um Føroyar, sum partur í danska ríkinum, yvirhøvur hava skyldu ella kanska enn­tá heimild til at yvirtaka flótta­økið. Somuleiðis verður stað­ fest, at økið er so umfatandi, at í roynd og veru er tað eis­ ini at kalla ómøguligt hjá før­oy­ingum at umsita økið á nøkt­andi hátt. Tí heldur arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt integratións­ álitið, at politikarar eiga at umhugsa um tað yvirhøvur er ráðiligt at yvirtaka flótta­ fólkamál, hóast útlendinga­ mál annars, verða yvirtikin. Má takast upp At álitið um integratión ikki ger nakað burtur úr flótta­fólka­spurninginum, spegl­aðist eisini aftur í aðal­ orða­skiftinum, tí tann spurn­ ing­urin var at kalla ikki nevndur. Aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum fegnast um at før­ oyingar hava sett inte­gratión á dagsskrá og hennara vón er, at nakað spyrst burtur úr. Skulu vit yvirtaka útlend­ inga­økið, er tað av stórum týdn­ingi, at vit hava ein inte­ gratións­politikk, sigur hon. Men hon heldur, at flótta­ fólk er ein spurningur, vit eis­ini eiga at taka upp í Før­ oyum. – Í Amnesty taka vit ikki støðu til um Føroyar skulu yvirtaka flóttafólkaøkið og vit taka heldur ikki støðu til um vit skulu hava flóttafólk í Føroyum. Men Katrin Dam á Neystabø sigur, at tað hevur stór­an týdning at viðgera spurn­ingin í Føroyum, so at vit verða tilvitað um hendan trupul­leikan. Av tí, at hetta ikki er við­ gjørt, fer Amnesty í Føroyum sjálvt at taka málið upp á kjak­fundi í næsta mánað. – Vit eiga at fáa eitt orða­ skiftið í lag og gera greitt fyri okkum sjálvi, um vit skulu átaka okkum ábyrgd á hes­ um øki, og hví vit skulu gera tað – ella, hví vit ikki skulu gera tað. – Tað er neyðugt, at vit verða upplýst um málið, so at vit verða brynjað at taka eina støðu til málið, sigur aðal­skrivarin í Amnesty í Før­oyum Ikki til reiðar Katrin Dam á Neystabø ásann­ar, at sum støðan er í Føroyum í dag, eru vit ikki til reiðar at taka ímóti flótta­ fólki, tí tað er so avbjóðandi – Men vit eiga at seta okk­ um spurningin, um hetta er nakað, vit eiga at arbeiða fram ímóti og hvat, fer tað at krevja av okkum. – Og í tí sambandi eiga vit eisini at gera okkum greitt, hvat krevst av okkum sum samfelag, skulu vit taka ímóti flóttafólki, sigur aðal­skriv­ arin í Amnesty í Føroyum. – Í dag eru vit rættiliga óupp­lýst um hesi viðurskifti og tað eiga vit at broyta. Og út frá einum mannarættinda sjónarmiði, er tað ikki rætt at skúgva málið til viks og lata vera við at taka støðu til tað, tí tað er ein so grundleggjandi trupulleiki, sum vit eiga at hava eina støðu til, leggur hon afturat. Ein av teimum heilt fáu – kanska tann einasti – ting­ mað­urin, sum reisti iva um ætl­anina at gera ein før­oysk­ an inte­gratións­politikki, var Brandur Sandoy úr Fólka­ flokk­inum. Hann ivast serliga í ætl­ an­ini at brúka góðar sjey milliónir til endamálið, so­ leið­is sum ætlanin er. Tá ið aðalorðaskiftið var í Løgtinginum týs­dagin um ein føroyskan integratións­ politikk, reisti hann spurn­ ingin, um tað er rætt at brúka so nógvar pengar upp á út­lendingar, ístaðin fyri at brúka teir upp á føroyingar. Hann vísir á, at í Føroyum hava vit stórar trupulleikar av fráflyting. Tískil spurdi hann um pengarnir ikki heldur skulu brúkast til at fáa teir føroy­ ingar, sum eru her, at verða verandi. Men so vítt, vit hoyrdu, stóð hann púra einsamallur um hetta sjónarmiðið, tí tað var ongin annar tinglimur, sum tók hendan táttin upp eftir hann. Katrin Dam á Neystabø Brúka pengarnar upp á føroyingar Tann fyrsta janur 2012, vóru 851 útlendingar í Føroy­um. Her eru útlendingar, hava danskan ella norður­ lendsk­an ríkisborgaraskap, ikki taldir við. Teir ú́ tlendingar, ið koma til Føroya, eru í høv­ uðs­heitum útlendingar, ið hava føroyskan maka og útlendingar, ið koma til Føroya at arbeiða og teir hava kanska eisini maka og børn. – Flóttafólk eru ikki í Før­oyum, og tí er av­bjóð­ ingin hjá okkum í Før­oy­ um at integrera út­lend­ ingar ein onnur og ikki eins torfør sum í okk­ara grannalondum, sigur Kári P. Højgaard, lands­stýris­ mað­ur í innlendismálum. Av teimum 851 fremm­ anda­fólkunum, sum búðu í Føroyum, vóru 462 konu­ fólk og 389 mannfólk. Hes fólk vóru úr 86 lond­ um, harav 66 eru lond uttan fyri ES/EBS samstarvið. Úr hesum londum eru fleiri enn 10 fólk í Føroy­ um: Thailand 94 fólk, Filipsoyggjar 89 fólk, Rumenia 71 fólk, Pólland 66 fólk, Serbia og Montenegro 64 fólk, Stórabretland 57 fólk, Russland 35 fólk, USA 25 fólk, Kroatia 23 fólk, Gana 21 fólk, Litava 17 fólk, Brasilia 15 fólk, Estland 14 fólk, Kina 14 fólk, Makedónia 14 fólk, Týskland 12 fólk, India 11 fólk og Indonesia 10 fólk. aki@sosialurin.fo 851 fólk