Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 71 - 15. apríl 2004 Nr. 71 - 15. apríl 2004 9 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í ferðslumálum, sigur, at tað fara at koma broytingar í ferðslu- lógini við atliti til álitið um Null hug- sjónina hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum var fyri í tingin- um týsdagin FERÐSLUTRYGD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin boðaði sjálvur tinginum frá, at vinnumálaráðið fer at koma við nøkrum broytingarupp- skotum í ferðslulógini. Tey eru farin í holt við at fyrireika eitt royndarkoyri- kort til tey ungu, og í tí sambandinum eina stiga- skipan, har um ein fremur eitt brot á ferðslulógina, so antin missir ella fær ein so og so nógv stig, sum um ein heldur fram at bróta lógina, endar við, at ein missir koyrikortið. – Vit hava ikki endaliga tikið avgerð um eitt ávíst stigatal verður tillutað bil- føraranum, og um hann so missir øll stigini tá missir koyrikortið. Ella um vit seta eitt hámark fyri, hvussu nógv stig ein kann fáa, áðrenn koyrikortið verður tikið. Men tað gongur út upp á tað sama, greiðir landsstýrismaðurin frá. Hendan skipanin verður nýtt í nógvum londum rund- an um okkum, og nú er Vinnumálaráðið sum sagt farið í gongd við hetta eisini. Eisini er ein nýggj kunngerð fyri koyrikort á veg, sum fer av álvara at stramma upp í krøvunum um at fáa koyrikort – bæði hvat viðvíkur teori og koyring. Í hesi kunngerð er onki krav um eina hálkubreyt, men har stendur, at innan fyri eitt ár eftir, at kunn- gerðin er komin í gildi, skulu næmingarnir koyra á einum lukkaðum øki. Ella við øðrum orðum í einum grulvugarði. Og harafturat hava tey sett sær fyri at kanna og útgreina møgu- leikarnar fyri einum koyri- tekniskum øki. Tað vil siga eina hálkubreyt ella líkn- andi, har næmingar kunnu venja seg at koyra uttan at órógva ferðsluna. Promillan til umhugsan Í Null hugsjónini verður mælt til, at promillumarkið verður lækkað niður í 0,2 %. Hetta hevur vinnumála- ráðið ikki tikið endaliga støðu til enn, men lands- stýrismaðurin sigur, at tað umhugsa tey í løtuni. – Null hugsjónin eru nógv tilmæli, sum eru løtt at føra út í lívið, har ímillum promillumarkið, so tað hugsa vit um. Tað verð- ur kanska ikki í ár, men tað taka vit so í øllum førum undir við, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at fyri tveim- um árum síðani setti Vinnu- málaráðið sær sum mál at broyta alla ferðslulógina. Men í dag ásannar hann, at tað helst var ein ov stórur biti at gloypa. – Vit meta tað er betur at broyta lógina stigvíst, har Null hugsjónin er enda- málið enn at taka alla lóg- ina í einum, sigur hann. Gott orðaskifti Bjarni Djurholm sigur, at Null hugsjónin hevur sera mong tilmæli, og tískil var nógv at ríva í undir orða- skiftinum á tingi. Men hann sigur, at allir flokkar á tingi hava áhuga fyri hesum, og tí var orða- skiftið bæði gott og upp- byggjandi. Men samstundis so ásannar landsstýrismaður- in, at óansæð hvat skal ger- ast, so skal orka og pening- ur til. Serliga við atliti til landsverkfrøðingin og broytingar í vegakervinum. Astrid Andreasen, Tita Vinther og Guðrið Poulsen, tríggjar listakvinnur úr Havn, vitja í næstum Leikalund í Klaksvík við fram- sýningini, sum tær kalla "Dyr" LISTAFRAMSÝNING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Frá 16. apríl til 14. mai verður ein listaframsýning í Leikalund. Tað eru tær tríggjar Astrid Andreasen, Tita Vinther og Guðrið Poulsen, sum sýna fram list tann komandi mánaðin í Klaksvík. Talan er um eina øðrvísi framsýning undir heitinum "Dyr", sum fer at hanga uppi í gomlu hølunum hjá Norðoya Fornminnissavni. Leikalund hevur lænt hølini til hesa framsýningina, og tað eru tær tríggjar sera fegnar um. – Hetta má vera eitt tað besta hølið í landinum til slíkar framsýningar, sum okkara. Tí tað er so rátt og hóskar væl til lutirnar hjá okkum, greiða tær frá. Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. apríl klokkan 16, har øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn, síggja fram- sýningina og fáa ein kaffi- munn. Høvi verður eisini at heilsa uppá tær tríggjar hendan dagin. Eisini verður í hesum sambandi horn- framførsla, har tær tríggjar Joan Purkhús, Martha Han- sen og Sunnvør í Kongs- stovu úr Musikkskúlanum í Klaksvík fara at framføra. Listaverkini eru til sølu og eru annars at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadegi til fríggjadag frá 10 til 17.30 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi tær fýra vikurnar til 14. mai. Drúgvar royndir Í 2002 fóru tær tríggjar undir fyrstu verkætlanina "Dyr". Tað var ein útifram- sýning í Grasagarði í sam- bandi við Listastevnu Før- oya. Hetta var fyrsta úti- framsýning av sínum slagi í Føroyum, og varð hon væl fagnað av áskoðarunum. Síðani var framsýningar- tiltakið víðkað, og á sumri 2003 framsýndu tær saman við trettan íslendskum listakonum í Lystigarði Akureyrar, ein botaniskur urtagarður miðskeiðis á Akureyri. Hendan framsýn- ingin kallaðist 13 + tríggjar. Á heysti 2003 framsýndu Astrid, Tita og Guðrið á Gallerí Oynni á Tvøroyri. Astrid, Tita og Guðrið hava regluliga havt fram- sýningar saman seinastu 10-15 árini. Astrid er fødd í 1948. Hon er útbúgvin handar- beiðslærari og ítrivsvegleið- ari og hevur harumframt nomið sær útbúgving innan myndaveving, grafikki og vísundliga myndskreyt- ingartøkni. Hon hevur rikið egið verkstað í Havn síðani 1979. Astrid hevur luttikið á samsýningum í Føroyum og í øllum Norðanlondum og havt einkarsýning á millum annað Danmarks Akvari- um. Harafturat hevur hon teknað mong frímerki og jólamerki og myndprýtt bøkur. Tita er fødd í 1941. Hon hevur arbeitt við myndavev- ing, spinning og liting í út við fjøruti ár. Útbúgving sína hevur hon millum ann- að frá donskum vevskúla. Eisini hon stovnaði egið verkstað í Havn í 1979. Tita hevur myndprýtt kommun- alar bygningar, bankar, sparikassar og kirkjur um alt landið. Hon hevur mill- um annað luttikið á mong- um samsýningum í Føroy- um, Norðanlondum og í Baltikum. Í 1995 umboðaði hon Føroyar á norður- lendskari listastevnu á Álandi. Guðrið er fødd 1961. Hon er útbúgvin keramikari í Finlandi og Íslandi og læt upp egið verkstað í Havn 1987. Hon hevur luttikið á mongum samsýningum saman við føroyskum lista- fólki og hevði einkarsýn- ingina "Spor" í Listaskálan- um í fjør. Annars hevur hon myndprýtt almennar og privatar stovnar í Føroyum. Broytingar í ferðslulógini "Dyr" listaframsýning í Leikalund Ein forvitnislig listaframsýn- ing letur upp í Leikalund fríggjadagin 16. apríl klokk- an 16. Tað eru tær tríggjar Guðrið Poulsen, Astrid Andreasen og Tita Vinther, sum sýna fram teirra listarverk Bjarni Djurholm og vinnumálaráðið fara nú undir ítøkiligar broytingar í ferðslulógini við atliti til Null hugsjónina hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd Savnsmynd Vit eiga at ansa eftir, at orðini í nýggja ávaringarátakinum ikki gerast so stór, at tey missa sína mein- ing og ikki raka tey ungu longur, sigur Olga Østerø, ið er yngsti koyrilærari í Føroyum Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 33 ára gamla Olga Østerø úr Klaksvík er yngsti koyri- lærari í Føroyum. Hon hev- ur verið í starvinum í 11 ár, og meginpartin av tíðini hevur hon verið einasta før- oyska kvinnan í hesum yrkinum. Olga hevur gjørt sær nógvar tankar um, hvat skal til, fyri at fáa ungar bilfør- arar at hugsa seg betri um í ferðsluni. Men hon undrast yvir, hví koyrilærarar so sjáldan verða tiknir við uppá ráð, tá nýgg átøk um ferðslutrygd verða sett í verk. Dagføra koyrikortið. - Vit koyrilærarar eru tætt saman við teimum ungu bilførarnum hvønn dag. Vit hoyra, hvat tey tosa um, og um vit tíma at lurta, kunnu vit fáa eina rættiliga góða mynd av, hvat kann fáa tey at rakna við og vera meir varin. - Hugskotið um eitt royndarkoyrikort fer av- gjørt at gera mun. Um vit ímynda okkum, at koyri- kortið verður eitt slag av klippikorti við fimm klipp- um, eri eg sannførd um, at tey ungu fara at ansa betri eftir. Hvørja ferð eitt klipp rýkur, verður tað ein heilt ítøkilig áminning um av- leiðingarnar av, at bera seg ábyrgdarleyst at í ferðsluni. Sum er, liggur koyrikortið alt ov trygt í lummanum hjá okkum øllum. - Øll koyrikort áttu at verðið dagførd við jøvnum millumbilum, tí tað er ó- gjørligt hjá okkum koyri- lærarum at fyrireika næm- ingarnar uppá hvørja tí einastu støðu, tí kanst koma í í ferðsluni. Tað er ikki fyrr enn tey ungu sjálvi sleppa út í ferðsluna uttan koyri- lærara, at tey skulu læra seg at koyra bil. - Eg upplivi javnan, at bæði yngri og eldri bilfør- arar ringja til mín og greiða mær frá onkrari støðu, tey hava verið í, og har tey ivaðust í, um tey bóru seg rætt at. Hetta sigur mær, at stórur tørvur er á eini dag- føring av koyriførleikunum hjá teimum flestu. Olga heldur, at tað hevði verið eitt fínt hugskot, um fólk til dømis annahvørt ár møttu til eitt slag av eftir- meting av tí, tey høvdu upplivað í ferðsluni. - Innan allar aðrar út- búgvingar tosa vit jú um, at samband má vera millum teori og praksis. Men eg ivist stórliga í, hvussu nógv taka koyribókina niður aftur av hillini, aftaná at tey hava fingið koyrikort, sigur Olga. Vanakoyring Olga minni eisini á, at tað allatíðina hendir okkurt nýtt á ferðsluøkinum, sum fólk antin ikki hava hoyrt um ella hava gloymt frá teoritímunum. - Nøkur av teimum ógv- usligu dømunum síggja vit til dømis fleiri ferðir um vikuna her í Klaksvík. Nógvir av teimum eldru bilførarnum høvdu ongan tíð sæð eina rundkoyring, fyrr enn vit fingu eina her í býnum. Eg upplivi fram- vegis at møta mótkoyrandi bilum í rundkoyringini, og eg undrist yvir, at onki álvarsligt er hent har enn. - Í heila tiki haldi eg vanakoyring vera ein stóran trupulleika her í Føroyum. Vit hava verið ov sløv við at seta týðilig skelti upp. Ferðslan má framvegis glíða onkusvegna, so bil- førarar finna sær sum frá líður sín egna máta at koma fram. Tá skeltini so umsíðir koma upp, hava fólk langt síðani gloymt, hvat tey merkja og halda fram at koyra, sum tey plaga. Hetta ávirkar allan hugburðin til ferðslu á ein óhepnan hátt, sum tey ungu eisini taka til sín. Skeivur miðil - Nullhugsjónin er fyri- myndarlig, og eg taki fult undir við henni. Hvat betur kunnu vit hugsa okkum, enn at ongin fer at doyggja í ferðsluni aftur? Hinvegin skulu vit ansa eftir, at orðini ikki verða so stór, at tey verða ótrúverdug. Vit kunnu gera okkara besta, men vit kunnu ikki gera okkum til Harra yvir lív og deyð, og tann beiski veru- leikin er, at ferðslan altíð fer at krevja síni deyðs- offur. Tað vita tey ungu, og tí kann ein orðing, sum "Ongin skal doyggja í ferðsluni… " skjótt blíva ein innantóm kliché. - Í Noreg vóru vit koyri- lærarar úti á gøtuni, har vit steðgaðu bilførarum til eitt prát um Nullhugsjónina. Tú kanst altíð ivast í, hvussu væl fólk lurta, men tað var í hvussu er ein rættiliga ítøkiligur máti at koma í samband við fólk. - Eg ivist eisini í, um sjónvarpið er besti miðilin til eitt slíkt átak. Skalt tú raka flest ung fólk í senn, skalt tú gera vart við teg á telduni ella fartelefonini hjá teimum. Tað er har, tey flestu av teimum eru at finna og ikki frammanfyri sjónvarpinum beint áðrenn ella aftaná Dag og Viku. Hetta skal ikki fatast sum ein atfinning at átakinum - heldur sum nakar hugleið- ingar um, hvussu átakið kundi rakað betri, sigur Olga. Lýsandi krossar. Olga hevur verið við í nógvum kunningarátøkum um ferðslutrygd, bæði her heima og í Noreg, har hon tók sína útbúgving. Men royndir hava sannført hana um, at tað er hvørki tey dýr- astu ella tey fínastu átøkini, sum geva best úrslit. Enn hevur Olga bert upplivað eitt átak, ið altíð fær næm- ingarnar í hennara bili at steðga á og hugsa. - Tað eru blómurnar í vegjaðaranum á minning- ardegum yvir tey, sum eru deyð í ferðsluni. Næming- arnir leggja altíð merki til hesi blómutyssini og byrja sjálvi at tosa um tað, sum hendi á staðnum. Ofta kendu tey onkran, sum var við í ella tætt at vanlukkuni, og tí kenna tey hendingina sum ein part av teirra egna veruleika. Og so gevur tað okkum eitt nátúrligt høvi at tosa um ferðsudeyða á ein hátt, sum beinanvegin gev- ur meining. - Men tá blómutyssini eru burtur, er beinleiðis áminningin tað eisini. Eg veit, at onkur heldur tað vera ósømiligt, men hví ikki merkja hesi støð við sjálvlýsandi krossum, sum standa alt árið? Øll høvdu vitað, hví teir stóðu har, og fólk høvdu fingið møgu- leika at gjørt sær sínar egnu tankar um tað, sum búði aftanfyri. - Lýsingarátøk koma og fara, og vansin við teimum er ofta, at tey hugsa fyri fólk. Krossarnir skuldi ver- ið standandi og latið fólk sloppið at hugsa sjálvi. Tí sum við øllum øðrum, er tað ikki fyrr enn fólk byrja at hugsa sjálvi, at tey byrja at broyta hugburð, sigur Olga Østerø. Null- hugsjónin má nærri teimum ungu – Hugskotið um eitt royndarkoyrikort fer avgjørt at gera mun. Um vit ímynda okkum, at koyrkortið verður eitt slag av klippikorti við fimm klippum, eri eg sannførd um, at tey ungu fara at ansa betri eftir. Hvørja ferð eitt klipp rýkur, verður tað ein heilt ítøkilig áminning um avleiðingarnar av, at bera seg ábyrgdarleyst at í ferðsluni. Sum er, liggur koyrikortið alt ov trygt í lummanum hjá okkum øllum, siugr Olga Østerø, yngsti koyrilærari í Føroyum C M Y K 9 8