fríggjadagur 1. mars 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Góða fitta Katrin
Fekk at hoyra meðan eg var
í Danmark, at nú var tíma
glasið hjá tær runnið út.
Vildi so fegin sloppið at sagt
tær farvæl og vit síggjast – tí
hetta skriv.
Eg kom at kenna teg á
várið 1998, tá ið eg sum ný
klaktur námsfrøðingur fekk
starv á dagstovninum í Ho
yvík, “tínum stovni”, har tú
tá vart leiðari. Tú vart ein
mergja kvinna, ið legði alla
tína orku í, at skapa teir
bestu karmarnar fyri at øll
børn sum vaksin skuldu hava
møguleika fyri at mennast.
Millum annað setti tú títt
fingramerkið í byggingina
fyri Dagstovnin í Hoyvík,
har tú við tínum hegni, tók
ætlit til, at náttúran, jørð,
vatn og luft, skuldi verða eitt
av sermerkinum fyri stovnin,
so at børnini og starvsfólkini,
kundu fáa stóra gleði av
henni – tí føroysku náttúruni.
Hetta megnaði tú til UG.
Seinni komst tú eisini
at vera leiðari hjá mær á
Barna og Ungdómsdeildini
í Tórshavnar kommunu, eitt
heldur øðrvísini starv, men
við sama endamáli, at skapa
karmar fyri, at ØLL, børn,
ung og starvsfólk skuldu
hava møguleika fyri at menn
ast og trívast.
Góða Katrin, eg vil takka
tær fyri tað tú hevur verið
fyri meg, tú við tínum blíða
lindi, tínum vísdómsorðum
og ikki minst tínum skemt
ingarsomu vittigheitum. Tú
hevur lært meg og onnur
nógv, ikki minst at vilt tú
nakað, so mást tú kempa fyri
tí, eins og tú sjálv hevur gjørt.
Men tað eru ikki allir kampar
ein vinnur á, tíanverri. Vildi
ynskt at so ikki var.
Hoyrdi at í kirkjuni bleiv
sangurin, ein firvaldur í góð
um lag spældur, og tað var
akkurát tú - tú tók tað, sum
tað kom.
Góða Katrin, er eri takk
som fyri at hava kent teg, og
tíni. Har tað er hjartarúm er
tað eisini húsrúm, og tað var
tað hjá tær og Hera.
Tankarnir eru hjá tykk
um Hera, Høgna og Bjørt við
familju, tit hava mist nakað
dýrabart. Men vit kunnu vera
takksom fyri at hava kent teg
Katrin. Æra verið minnið um
teg Katrin eina umsorgsfulla
kvinnu.
Sigrid Vesturgarð