fríggjadagur 1. mars 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tað eru nú 40 ár liðin síðani
hesar fittu ungu genturnar
vóru klaktar sjúkrasystrar.
Útbúgvingin byrjaði 4. august
1969 á háskúlanum og vóru
vit 18 í tali, tá vit byrjaðu og
14, tá vit vóru útlærdar.
Nógv og góð eru minnini
frá forskúlatíðini, tá vit ung
ar og fullar av dreymum um
lívið frammanfyri, gleddu
okkum til at nema kunnleika
til hetta yrki, sum vit høvdu
valt.
Spennandi var, tá vit
skuldu møtast á deildunum,
íklæddar stríputum bláum
og hvítum bummulsbúnum
við flipp og sloyfu, fyriklæð
og kappa.
Har lærdu vit tað prakt
iska arbeiði í sjúkrarøktini og
at hava umsorgan fyri sjúk
lingunum, sum vit higartil
bert høvdu lisið um, men
nú skuldu røkta. Vit lærdu
“ teori og praksis” – hond í
hond saman við ábyrgd.
Vit vóru teir fyrstu næm
ingarnir, sum í 1970 fluttu inn
á B75 at búgva.
Køkurin var hjartað, har
vit terpaðu saman, tað verið
seg medisin, kirurgi, infek
tiónspatalogi og mangar
aðrar lærugreinar.
Teir seinastu 8 mánaðirnar
gekk leiðin til Danmarkar, har
vit tóku psykiatri á Nykøbing
Sjælland, barnasjúkur og
oyra/nøs og háls á Sundby
Hospital úti á Amager.
Síðan komu vit heimaftur
at taka tað endaliga prógvið.
Alt hetta sjóvaði okkum
saman og hava vit nógvar
glaðar og ógloymandi løtur
saman, sum nú eru dýrabar
minni, vit goyma í hugan
um.
Vit hava havt bindiklubb
øll hesi árini og hava stund
um gjørt onkrar áhugaverdar
útferðir heima í Føroyum og
enntá í Cambridge og London.
Hóast onkrar av okkum hava
búð í útheimi eina tíð, vóru
vit altíð vælkomnar aftur í
samanhaldið.
Tað er tó við sorgblídni,
at vit hyggja at myndini.
Allar so ymiskar av lyndi og
lagnurnar so ymiskar. Allar
hava upplivað lívið við tí
viðráki og mótráki, sum lívið
nú einaferð hevur at bjóða.
Tvær eru tíverri ikki í millum
okkum meira, og minnast vit
tær við sakni.
At kenna tykkum, hevur
gjørt mítt lív so nógv ríkari.
Tá vit byrjaðu vóru vit
sjúkrasystrar, og nú kallast
vit sjúkrarøktarfrøðingar.
Við hesum vil eg ynskja
okkum tillukku við degnum
tann 1. mars 2013.
Heilsan
Maria Andreassen Hentze
(í Ullvøruhúsinum)
Tær hava verið
sjúkrasystrar í 40 ár
Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973:
Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen, Sólgerð (Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen,
Sólva Patursson (lærari), Poula Poulsen (lærari), Esther Thomsen (lærari), Rutt (Poulsen) Mikkelsen, Kristianna
(Olsen) Michelsen, Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria (Andreassen) (Anderssen) Andreassen Hentze.
Fremst frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) (Jacobsen) Dánjalsdóttir, Anna Maria (Jacobsen)
Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Poulsen.
Føðingar
2. februar fingu Tórgun og Hans Petur Lamhauge ein son.
Hann vigaði 4330 gr og var 57 cm long.
3. februar fingu Doris Bjarkhamar og Hjalmar Joensen
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3600 gr.
19. februar fingu Vivie og Bárður Davidsen, Tórshavn,
tvíburðagentur. Onnur vigaði 2350 gr og var 48 cm long,
hin vigaði 2550 gr og var 48 cm long.
25. februar fingu Tórun Samuelsen og Óli Hansen, Hoyvík,
ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3630 gr.
Jógvan Philbrow er avgjørd
ur. Forskúlar eru av tí ónda,
og tað er tað. Kanningar úr
øllum heimi vera endur
givnar, sum allar sbrt. hon
um vísa á, at forskúlar eru
skaðiligir. Góði lesari, far
út á alnótini og leita eftir
fyrimunum við forskúlum,
kanningar
um
forskúlar
o.s.fr., so síggja tit, at leiti
úrslitið av fyrimunum, er
fleirfald tað sum úrslitið av
vansum. Bert fyri at undir
strika eitt sindur, at tú kanst
altíð finna kanningar, ser
frøðingar o.s.fr., sum júst tala
tína søk. Men minst til, at tað
eru líka nógvir serfrøðingar,
kanningar o.s.fr. sum meina
tað beint mótsatta.
Jógvan Philbrow leggur
ikki fingranar millum, og vil
vera við, at Fólkaskúlin sum
heild er eitt vánaligt tilboð til
okkara børn. Vit fáa tí greiðu
fatan av, at hann heldur at
fólkaskúlin er orsøk til vaks
andi staðfestingar av ADHD,
atferðartruplum
børnum
o.s.fr. Mestsum fær man tað
fatan, at fólkaskúlin, her
undir eisini forskúlar, fram
leiða børn við ADHD ella
atferðartrupulleikum. Álv
arsligar skuldsetingar móti
fólkaskúlanum og starvs
fólkunum har.
Eg eri hvørki fólkaskúla
lærari ella námsfrøðingur.
Men eg dugi væl at síggja
og lesa meg til, at vit kunna
geva okkara børnum eitt
betri tilboð, enn tað tey fáa
í dag. Ikki tí eg haldi fólka
skúlin er vánaligur, tí tað
er hann ikki. Ikki tí eg haldi
dagstovnaøkið er vánaligt, tí
tað er tað ikki. Men tí eg eri
sannførdur um, at samstarva
námsfrøðingar og lærarar
um okkara børn, so fáa vit
eitt betri úrslit. Tað sigur seg
sjálvt.
Jógvan og eg eru ósamdir
um forskúlar. Tað havi eg
ongar trupulleikar við, og
hava vit báðir verið úti í
fleiri kjakum um júst tað. Tað
undrunarverda er, at nógvar
av høvuðsgrundgevingunum
hjá Jógvani ímóti forskúlum,
eru grundgevingar hjá mær
fyri teimum. Jógvan vísir á
vaksandi trupulleikan við
ADHD,
atferðartruplum
børnum og dreingjum sum
klára seg illa í skúlanum, og
brúkar tað sum grundgeving
ímóti forskúlum. Júst somu
trupulleikar haldi eg tala
fyri, at vit seta tilboð eins
og forskúlar á stovn. Hesir
báðir fakbólkar sum varða
av okkara børnum, mugu
tosa saman, og finna ta
bestu loysnina, saman við
foreldrum og myndugleik
um annars.
Fyri at nýta myndamál,
so er tað ongin meining í, at
dagstovnaøkið lærir okkara
børn at gera fimleik, skúlin
fótbólt, um tað er okkurt
heilt annað sum krevst, fyri
at børnini koma at klára seg
væl í samfelagnum, tá tey
gerast vaksin. Vit mugu tosa
sama.
Vit í Eysturkommunu
hava stovnsett ein forskúla,
sum nú á triða ári koyrir.
Vit hava bert gott at bera
forskúlanum. Børnini eru
sera væl nøgd og foreldrini
eru sera væl nøgd. Hetta
eru heilt greiðu afturmeld
inganar eg havi fingið. Bæði
sum borgarstjóri og sum pápi
at einum forskúlanæmingi.
Jógvan kennir væl til
okkara tilboð við forskúl
anum. Føroya pedagogfelag
hevur verið á vitjan, tey eru
kunnaði o.s.fr.
Jógvan
hevur
sjálvur,
vegna Føroya pedagogfelag
siti í einum eftirmetingar
bólki av júst okkara for
skúla. So tað skuldi verið
honum laga manni, at greitt
foreldrunum at teimum gott
100 børnunum, sum hava
verið, og eru í dag í okkara
forskúla, hví okkara forskúli
er so skaðiligur. Vit sum
kommuna eru avgjørt opin
fyri forbetringum. So tað er
bara at koma við teimum, so
taka vit tað upp.
So áðrenn vit fara víðari
við kjakinum um forskúlar,
so skyldar Jógvan Philbrow
okkum, og øllum lesarum, at
fortelja hví forskúlin í Leirvík
er skaðiligur fyri okkara
børn. Sum sagt, so kennir
hann forskúlan í Leirvík sum
sín egna buksulumma. Skuldi
hann allíkavæl havt okkurt
at spurt um, so ivist eg ikki
í, at starvsfólkini, bæði lær
arar og námsfrøðingar á for
skúlanum svara fegin.
Fyri onnur er eisini møgu
ligt at fara inn á heima
síðuna
hjá
kommununi
www.eysturkommuna.fo
Undir kunning, liggur m.a.
okkara tilmæli til 0 flokk í
Eysturkommunu.
So Jógvan, vit bíða í
spenningi.
kjak
Fortel okkum
hví forskúlar eru
so skaðiligir
Jóhan Christiansen, borgarstjóri