fríggjadagur 1. mars 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Sjálvandi, løgmaður:
Samhaldsføst gjald
skipan er rætta loysnin
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður,
tekur
okkum
stundum á bóli við frískum
hugskotum og útsøgnum.
Soleiðis eisini í Degi og Viku
seinasta týskvøld, tá hann í
orðaskifti gav til kennar eisini
sína sannføring um, at bert
ein samhaldsføst tunnils
gjaldsskipan, har øll koyrandi
bera kostnaðin í felag, kann
føra okkum á mál til fullgóða
samferðsluskipan.
Hugstoytandi hevur tað
verið í útvarpinum at hoyra
t.d., at gjáarfólk og fámj
iningar ikki í næstu framtíð
skulu kunna droyma um at
fáa í lag tey smáu tunnilshol,
sum teimum er tørvur á til
trygga ferðing til og frá –
hugstoytandi ikki bara hjá
fólki har á staðnum, men
hjá øllum, sum hava føriska
heildarsamfelagið í huga og
sinni.
Burtursæð frá, at Við
oyggin nýliga er komin í fok
us, hevur tunnilsorðaskiftið
seinnu árini mestsum bara
snúð seg um Skálafjarðar
tunnilin og/ella Sandoyar
tunnilin. Men umframt hesar
báðar megintunlar aftrat
teim fimtan verandi, sum
hava gjørt tað liviligari víða
um í landinum, er tørvur á
enn so mangari aðrari tunn
ilsgerð, áðrenn samferðslu
kervið kann sigast at vera út
bygt til fulnar á hesum øki.
Á ongan hátt kann lands
kassin einsamallur bera kost
naðin av hesari so átrokandi
útbygging, og at sleppa pri
vatum íleggjarum framat í
okkara
samferðsluskipan
og geva teimum fíggjarligan
ræðisrætt, har sum íløgan
loysir seg best, er heilt burt
urvið. Men standa vit solidar
iskt saman, so at øll gjalda
í mun til tað, sum tey koyra
gjøgnum tunlar, verður fíggj
argrundalagið haldgott og
samfelagsgagnligt og málið
komið í eygsjón.
Havi áður sum leikmaður
loyvt mær at vísa á, at við
einum gjaldi upp á bara 20
kr. aftur og fram gjøgnum
tunnlar – bert triðingin av
bíligastu loysnini hjá ferð
andi øll hesi mongu árini
gjøgnum Vágatunnilin og í
Norðoyatunnilin -, so verða
við
verandi
ferðslu
ikki
undir 100 milliónir tøkar um
árið, sum so aftur verða trygt
grundarlag undir milliarda
láni eitt nú uttanlands.
Við munagóðari avsláttar
skipan og møguligum árs
gjaldi verður tunnilsgjald
heldur ongin nervandi forð
ing, um ferðarleiðin gongur
gjøgnum fleiri tunlar.
Ivaleyst man tað tó fara
og falla mongum fyri bróst
ið, um kubba- ella onnur
bummgjaldsskipan
verður
sett í verk, har tað áður var
frítt at fara. Men sum løg
maður tók til, so hava vit
ikki ráð til annað, um hesar
stóru verkætlanir til full
góðan samanhang í okkara
samfelag skulu kunna fremj
ast. Í landi sum t.d. Norra, har
fíggjartreytirnar eru heilt
aðrar enn her hjá okkum,
er tað ein sjálvfylgja, at tú
rindar fyri at koyra gjøgnum
tunlar, sum land ella býir
hava latið gera.
Eitt fullgott samferðslu
kervi er ikki bara av alstórum
týdningi fyri livilíkindir og
trivnað úti um landi, men
er t.d. eisini ein fortreyt fyri,
at vit øll til fulnar skulu
kunna gagnnýta teir upp
livingarmøguleikar,
sum
okkara land hevur at bjóða
okkum, sum búgva her eins
og ferðandi uttanífrá.
Dugi illa at hugsa mær, at
politisk undirtøka ikki skal
kunna fáast frá bæði sam
gongu og andstøðu fyri slík
ari loysn, sum tað her oman
fyri er borið við.
Hvussu landslagið sær út, velst um eygað, ið sær. Eitt
eyga sær dalarnar og møguleikarnar, annað eyga
sær fjøllini og forðingarnar. Møguliga er veruleikin
ikki eins einfaldur, tó tað í almenna kjakinum sýnist
rættiliga einfalt og einsíðugt, tá ið litaðu brillurnar
verða settar á nøsina.
Eyguni hava seinastu tíðina sæð Kringvarpið spart,
ætlanir at avtaka Landsbankan, Mentanargrunn
landsins skerdan og flatskattin settan í verk. Hesi
eymu mál, sum brillurnar á nøsini lita.
Uttan at taka støðu til, um játtanin til Kringvarpið
er nøktandi ella ikki, kann tað undra, at tað var heilt
ómøguligt, orsaka av ógvusligum og illviljaðum
sparingum, hjá almenna Kringvarpinum at halda
skránna, men nú, bara vikur eftir sparingarnar, er
skráin meir ella minni hin saman sum fyri sparingina.
Víðari kann tað irritera, at eyguni ofta verða tvingað
at síggja veruleikan ígjøgnum litaðar brillur, har
onkuntíð enntá øll við kjakborðið eru samd.
Uttan at taka støðu til, um Landsbankin er neyðugur
fyri samfelagið ella ikki, so var grundgevingin fyri
at varðveita Landsbankan sum stovn, at eitt skott
skal vera millum politikarar og teir stovnar, sum
umsita gjaldførið og skuld. Tá ið landsbankastjórin
í Kringvarpinum síðani sigur, at hann í tíðini fram
til komandi løgtingsval, til nýggj stjórn møguliga er
skipað, fer at halda lív í nøkrum tingum, so tað ikki fer
í fillir, er nærliggjandi at spyrja: Tá ið neyðuga skottið
millum partarnar er litað, hvat er tað tá?
Inni í Spaniastovu var tað kanska ikki løgið, at fólk
- øll við litaðum brillum - fóru at flenna, tá ið lands
stýrismaðurin skuldi grundgeva, hví rithøvundurin og
listamaðurin skuldi fáa Mentanarvirðisløn landsins.
Tí fyrst hevði listamaðurin skrivað undir listaboykott,
síðani hótt við at partera landsstýrismannin, men í
Spaninastovu tók hann við takksemi ímóti peningi
frá sama landsstýrismanni, sum var eins ræðuligur
og hin versti. Neyvan er nakað galið við listaliga
avrikinum hjá listamanninum, men tilvildin spældi
eitt puss - og trúvirðið í Mentamálaráðnum í fylgi
einum í nevndini fyri grunninum, vaksið - og liturin
broyttur.
Eyguni hava eisini fylgt við, hvussu oyðandi flat
skatturin er fyri samfelagið. Hugtøk sum vina- og
kenningapolitikkur ella korrupsjón tykjast at klinga
væl. Tá so búskaparfrøðingurin í Degi og viku sigur,
at tað er vøkstur í føroyska búskapinum, ja, tá hava
mong møguliga í eina tíð hugt ígjøgnum brillurnar hjá
onkrum øðrum.
Vit kunnu vera samd um, at tað er gott, at røddir gera
vart við seg, tí ómøguligt er at taka litaðu brillurnar
av. Men semja er óivað eisini um, at almenna kjakið
manglar minst eina dimensión. Av tí sama gerst kjakið
ikki serliga fjølbroytt. Myndirnar av landslagnum
gerast ikki serliga spennnandi, tá tær altíð eru tiknar
úr sama sjónarhorni - ella litaðar við somu brillum.
Hesi orð eru sum so ikki politisk, men áðrenn fólk eru
farin at lesa, hava tey hugt eftir, hvør hevur skrivað,
og í stundini verða brillurnar settar á nøsina, og hesar
gera av, hvørjum eygum hetta skal lesast við - nakað
einfalt, men nakað er um tað.
Tóra við Keldu
lærari
EYGA
MÁLIÐ
Á ferð í litaða
landslagnum
ÓLAVUR
HÁTÙN
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Eitt fullgott samferðslukervi er
ikki bara av alstórum týdningi
fyri livilíkindir og trivnað úti
um landi, men er t.d. eisini ein
fortreyt fyri, at vit øll til fulnar
skulu kunna gagnnýta teir upp
livingarmøguleikar, sum okk
ara land hevur at bjóða