fríggjadagur 1. mars 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroysku kvinnurnar eru evropa
meistarar á arbeiðsmarknaðinum
– men fáa ov lítið burturúr
Í tí sambandi fer henda tíðargrein
at snúgva seg um tann táttin,
sum fram um allar hevur skapt
fyritreytirnar fyri kvinnufrígering
og javnstøðu: nevnliga støðan hjá
kvinnum á arbeiðsmarknaðinum
- og harvið teirra fíggjarliga
grundarlag fyri fríum tilveruvali.
Vit skulu ikki so nógv ára
tíggjur aftur í tíðina, tá tað var
undantakið, at konan arbeiddi úti,
sum man segði. So seint sum við
fólkateljingina í 1977 vóru einans
35% av kvinnunum á arbeiðs
marknaðinum, mótvegis 83% av
monnunum.
Síðan tá er hend ein sonn
kollvelting. Longu í 2010 kundu
vit staðfesta, at heili 81% av
kvinnunum eru virknar á arbeiðs
marknaðinum. Hetta er fyri
arbeiðsfjøldina heilt upp í 74 ár.
Brúka vit Eurostat-markið fyri
arbeiðsfjøldina, 15-64 ár, eru før
oysku kvinnurnar komnar heilt
upp móti 90% í vinnutíttleika.
Hetta er eitt beinleiðis úrslit
av eini tí størstu samfelags
broytingini í Føroya søgu, sum
tók seg upp í 70- og 80-unum, og
sum hevur skapt ta dynamisku
norðurlendsku vælferðarskipan,
vit kenna í dag.
Føroyskar kvinnur størsta
vinnutíttleikan í Europa
Føroysku kvinnurnar eru við hesi
miklu ferð ikki einans komnar
upp undir liðina á monnunum
á arbeiðsmarknaðinum, men
tær eru eisini komnar so langt
upp í vinnutíttleika, at tær hava
yvirhálað kvinnurnar í øllum
londum í Europa. So sum tað
greidliga gongur fram av næstu
myndini.
Í øllum aldrum eru
føroyskar kvinnur
tær virknastu
Frá teim yngstu til tær elstu
eru føroysku kvinnurnar tær
virknastu á arbeiðsmarknaðinum
– eisini um vit samanbera
við Ísland, har fólkið annars
ber orð fyri at hava methøgt
arbeiðsvirkni. Legg serliga til
merkis tað, sum myndin niðanfyri
vísir, at í elsta aldursbólkinum
– um pensjónsaldur og eldri –
eru tað framvegis um 40% av
kvinnunum, sum hava eitt virkið
tilknýti til arbeiðsmarknaðin,
samanborið við um 5% í Danmark
og hinum ES-londunum.
Men kvinnurnar eiga bert
39% av lønunum...
Omanfyri kunnu vit staðfesta,
at føroysku kvinnurnar eru
líka so virknar sum menninir
á arbeiðsmarknaðinum. Sama
sæst av myndini niðanfyri, at
kvinnurnar eru umleið helvtin av
øllum løntakarunum í Føroyum
(49%). Men so brotnar tann vakra
myndin, tí her framgongur eisini,
at hóast javnstøðuna í tali, so er
stórur ójavni í býtinum av øllum
útgoldnum lønum, har kvinnurnar
bert eiga 39%.
Stórur inntøkumunur
millum kynini
Í myndini niðanfyri verður
samanborið millum miðal
ársinntøku hjá kvinnum og
monnum. Av tí at tað er eitt sindur
ymiskt millum aldursbólkarnar,
havi eg tikið tann aldursbólkin
fram í hesum dømi, har inntøkan
hjá bæði kvinnum og monnum
er upp á tað mesta, og har tey eru
flest í tali, nevnliga 42 ára gomul.
Her eru allar inntøkur taldar við,
A- og B-inntøkur, kapitalinntøkur,
veitingar, studningar og pensjónir.
Áðrenn skatt er inntøkan hjá
hesum 42 ára gomlu monnum
55% hægri enn hjá kvinnum.
Aftaná skatt er munurin nakað
minni, tó enn er inntøkan hjá
monnum 47% hægri. At munurin
verður útjavnaður nakað aftaná
skatt, skyldast eini progressivari
landsskattaskipan, sum enn var
galdandi fyri uppgerðarárið 2010.
Hesa útjavningina skulu vit ikki
vænta at síggja, tá inntøkurnar
fyri fyrsta flatskattaárið 2012 fara
at gjørdar upp næsta vár.
Niðursett arbeiðstíð ein
orsøk til inntøkumunin
Fleiri orsøkir eru til stóra
inntøkumunin millum kvinnur
og menn. Hóast vit hava líkaløn í
Føroyum, so sáttmálalønin er tann
sama fyri menn og kvinnur á sama
stigi, kemur ein lønarmunur fram
av tí, at menn oftari enn kvinnur
sita í teim betri løntu størvunum.
Men størsta orsøkin til
tann stóra munin í samlaða
lønarmassanum (sum m.a.
sæst í lønargjaldingunum) og
í miðalinntøkunum er tó at
finna í tí veruleika, sum myndin
niðanfyri avdúkar.
Her síggja vit ein ógvisliga
stóran mun í arbeiðstíðini hjá
kvinnum og monnum. Einans 17%
av monnunum men heili 55% av
kvinnunum arbeiða niðursetta
tíð (t.v.s. minni enn 35 tímar). Av
hesum er sjálvsagda úrslitið, at
inntøkurnar hjá kvinnum verða so
nógv minni enn hjá monnum.
Eisini onnur viðurskifti gera
inntøkugrundarlagið minni hjá
kvinnum. Tað eru tær, sum fara í
niðursetta løn við barsilsfarloyvi.
Tað eru tær, sum í tíðarskeiðum
fara úr arbeiði fyri at vera heima
hjá børnum, meðan tey eru smá.
Eins og tað eru tær, sum fara frá
arbeiðinum í nógvum øðrum
førum í samband við sjúku og
aðrar trupulleikar í familjuni.
Næsta fríggjadag verður altjóða kvinnudagurin
8. mars hildin kring heimin til tess at
hátíðarhalda og stimbra stríðnum fyri
kvinnurættindum og javnstøðu millum
kynini, heima og á øllum samfelagsøkjum.
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður
fyri Javnaðarflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Framhald á næstu síðu