fríggjadagur 1. mars 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiðsloysi rakar
kvinnur meinari
Tað er heldur ongin loyna, at
tað er í størri mun eru kvinnur
enn menn, sum verða rakt av
arbeiðsloysi sambært myndini fyri
árini 2002-2012.
Tað er eisini við til at økja um
inntøkumunin, at arbeiðsloysið
er størri millum kvinnur. Men
hví tað tykist at skula blíva við
at vera so, átti at veri upplagt hjá
fakfeløgunum at funnið útav.
Styttri arbeiðsviku og
betri farloyvisskipanir!
Ar±beiðsmarknaðurin hevur
verið og er enn tann avgerandi
stríðsvøllurin fyri javnrættindum,
eisini millum kvinnur og menn.
Tað er sjón fyri søgn, at føroysku
kvinnurnar standa sterkar á
arbeiðsmarknaðinum, men tað er
líka so sjónligt, at tær fáa ikki nóg
mikið burtur úr hesum. Tað vísa
serliga teir stóru inntøkumunirnir.
Haldi ein tann størsta trupul
leikan í hesum sambandi vera
lyndi til at arbeiða niðursetta
tíð. Tað kann sjálvsagt vera eitt
persónligt val. Men skilji ikki,
hví tað so í størri mun skal vera
eitt persónligt val hjá kvinnum
enn hjá monnum. Tí trúgvi eg
heldur, at tað eru viðurskifti á
arbeiðsmarknaðinum sjálvum, vit
skulu gera nakað við.
Her er upplagt at fara eftir tí
longu arbeiðsvikuni, sum í langar
tíðir hevur staðið óbroytt. Stundin
er komin til at seta eina stytting
av arbeiðsvikuni í verk, so hon í
nøkrum stigum kann minkast úr
40 niður í t.d. 35 tímar.
Haraftrat er alneyðugt at
betra um farloyvisskipaninar á
arbeiðsmarknaðinum, sum kunnu
medvirka til at menn átaka sær
ein størri part av teirra javnbjóðis
skyldum í familjuni – men sum í
dag fyri nógv tann mesta partin
hanga á kvinnunum.
Tað eru bert fakfeløgini, ið hava
nógvar kvinnur í sínum limaskara,
sum kunnu gera nakað við hetta.
Tað er eisini teirra skylda.
Ivist ikki í, at fáa vit eina
gongd móti styttri arbeiðsviku
og betri farloyvisskipanum, fáa
vit at síggja, at munurin millum
kvinnur og menn í arbeiðstíð fer at
minka. Tá fer ikki bara javnstøðan
í inntøkum eisini at batna, men
eisini kenslan av felags ábyrgd
og javnstøðu millum menn og
kvinnur í øllum lutum.
tíðargrein
Framhald av síðu 19
Endar lívið, tá barnið fer í skúla?
Tað er gleðiligt, at kjakið
um forskúlan aftur er kom
ið á breddan. Her sipi eg til
samrøðuna í Góðan morgun
Føroyar 25.02.2013 har Berg
ljót Debes Hentze tosaði við
Philip Philbrow og fyrsta
læraran í Leirvíkar skúla.
Vil allarfyrst viðmerkja,
at vit hava tveir dreingir,
sum báðir hava gingið í
vøggustovu og barnagarði,
og hava vit alt gott at bera
námsfrøðingunum á stovn
unum. Harumframt eru vit
í teirri hepnu støðu, at báðir
hava gingið í forskúla. Báðir
dreingirnir fylla síðst í árin
um og vóru 5 ára gamlir, tá
teir fóru í forskúla. Hetta velji
eg at viðmerkja, tí tað sam
bært kjakinum var ein týdn
ingarmikil detalja. Vit hava
verið sera glað fyri stovnarnar,
ið børn okkara hava gingið
á, eins og vit hava verið sera
glað fyri forskúlan. Men hvørt
til sína tíð. So er tað sagt.
Heila barnið
Í kjakinum komu fram fleiri
áhugaverd ting, sum eg havi
hug at gera viðmerkingar til.
Jógvan
Philbrow
vísti
m.a. á at námsfrøðingar eru
ekspertar í at taka sær av
fjølbroyttu menning barn
sins - at síggja barnið sum
eina heild. Av tí at náms
frøðingarnir hava hesa hollu
vitan um heila barnið, er tað
best, at børnini eru á stovni
heldur enn í forskúla.
Nú eri eg sjálv útbúgvin
lærari. Tá eg gekk á lærara
skúla, gekk eg fyrsta árið í
flokki saman við námsfrøð
ingum. Hetta var ein roynd
arskipan, sum datt niður fyri
aftur árið eftir, men orsøkin
til at hon varð sett á stovn,
var helst tí, at mann metti,
at undirvísingin í ávísum
lærugreinum eitt nú náms
frøði og sálarfrøði var hin
sama, líkamikið um tú vart
námsfrøðingur ella lærari.
Hetta merkir, at frálæran,
sum lærarar fáa í námsfrøði
og sálarfrøði, eigur at vera á
nøkulunda sama støði sum
hjá námsfrøðingunum. Og tí
skuldu lærarar alt annað líka
verið eins væl fyri at síggja
barnið sum eina heild, sum
námsfrøðingarnir eru. At vit
– lærarar og námsfrøðingar,
saman kunnu lyfta tyngri
tøk, er ein heilt onnur søga,
sum eg komið inn aftur á um
eina løtu.
Læring og samskifti
Eitt annað, sum Jógvan
vísti á, er, at vit mangla til
far á føroyskum, og at børn
ikki síggja føroyska málið
í miðlunum. Hetta er sjálv
andi eitt øki, sum vit eiga at
menna. Jógvan vísir eisini
á, at børn duga flótandi
danskt, tí tey hava lært hetta
í miðlunum, og at tað tí ber
til at læra nógv uttan at
vera í skúla. Her eri eg púra
samd í, at mann kann læra
nøkur ting gjøgnum miðlar
m.a. eitt mál. Men verulig
læring fer fram í samspæli
ella samskifti við onnur.
Børn læra í samskifti við
onnur, ið eru frammanfyri
tey í menning á ávísum økj
um. Tey læra sostatt í sam
spæli við onnur børn ella
námsfrøðingar, lærarar og
foreldur.
Børn sum sita frammman
fyri miðlum ella skermi
ein stóran part av degnum
mangla menniskjaliga sam
skiftið og eru tí í vanda fyri,
at tey ikki menna tann partin
av heilanum, har m.a. tey
empatisku evnini liggja. Tí
er neyðugt at børn eru um
gird av fólki, ið kunnu hjálpa
teimum at mennast.
Fáa trupulleikar
í skúlanum
Jógvan sigur, at børn, sum
hava gingið í barnagarði uttan
stórvegis trupulleikar ofta
fáa trupulleikar av ymiskum
slag, tá tey koma í skúla. Her
rokni eg við, at hann sipar til
atferðartrupulleikar. Kanska
hongur hetta eisini saman
við tí sannroynd, at meðan
ein lærari einsamallur hevur
25 næmingar undir sær, hava
fleiri námsfrøðingar 16 børn
undir sær í barnagarðinum.
Hetta merkir, at ein náms
frøðingur kann fara ein túr
við barninum, sum hevur
ein ringan dag, meðan hinir
ansa restini av børnunum.
Lærarin
er
sum
nevnt
einsamallur, og hevur ikki
tann møguleikan. Ein loysn
á hesum trupulleika, kundi
verið, at ein námsfrøðingur
kemur inn í skúlan sum ein
natúrligur partur av innskúl
ingini, og soleiðis fær hjálpt
læraranum, tá hann stendur
í hesi støðu, sum Jógvan sip
ar til.
Í hesum sambandi havi
eg eisini hug at viðmerkja,
at fleiri børn koma í fyrsta
flokk, sum hava havt stuðul
øll barnagarðsárini. Tá tey
koma í skúla, fylgir stuðulin
ikki við, so tað sum Jógvan
vísir á gongur sanniliga eisini
hinvegin.
Friður - eisini í
barnagarðinum
Jógvan sigur, at fleiri børn
hava ilt við at sita still. Tað
er stórur munur á at hava
veruligar atferðatrupulleikar
og so hava trupult við at sita
stillur. Sjálvt í barnagørðum
er tørvur á friði, tí friður er
so grundleggjandi fyri hug
savnan. Hugsið bert um
stóru oyruni, sum lýsa reytt
úti á ymisku stovnunum,
um gangurin gerst ov stórur.
Oyruni bera tíbetur boð
um, at friður eisini krevst
í barnagarðinum. Hetta er
ikki nakað serligt, sum bert
er galdani í skúlahøpi.
Brúgvin um ánna
Jógvan vísir á, at tað natúrliga
er, at námsfrøðingarnir hava
børnini. Hann sær fyri sær
eina skipan har lærari kemur
á stovnin tveir tímar um
vikuna at undirvísa børnum.
Hetta haldi eg ikki vera eina
skilagóða loysn. Tá vit tosa
um forskúla, tosa vit oftast
um at fyrireika børnini til at
fara í skúla. Vit byggja brúgv
frá barnagarði til skúla. Um
vit hugsa um bukkarnar
Brúsi, so fóru teir yvir um
ánna at eta. Teir fóru frá
einum staði í eitt annað, og
tað er helst tað, sum er mein
ingin við brúnni. At mann fer
yvirum hana.
Í míni verð er tað natúr
liga, at forskúlin er partur
av skúlanum. Og at náms
frøðingarnir leiða børnini
yvirum. At teir eru hjá
børnunum eina tíð. Hetta
kann mann gera í og við at
námsfrøðingar arbeiða í inn
skúlingini saman við lærar
unum.
Tá børn flyta frá vøggu
stovu yvir í barnagarð, er tað
heldur eingin, sum fyrireikar
børnini at fara í barnagarð
við at seta ein námsfrøðing
frá barnagarðinum yvri í
vøggustovuna at arbeiða í eitt
ár, soleiðis sum mann hugsar
sær at fyrireika børnini til
skúlan, við at seta ein lærara
at vitja barnagarðin í eitt ár,
áðrenn barnið kemur í skúla.
Barnið lærir tá læraran at
kenna, men ikki alt annað
kring skúlan eitt nú fysiska
umhvørvið, gerandisdagin og
tær reglur, ið eru á staðnum.
Svarti skúli
Vit eru so ómetaliga bangin
fyri at fylgja børnum okkara
inn um skúlagátt. Um tað er
tí, at vit hava eina fatan av
skúla sum svarti skúlin, vit
sjálvi gingu í, so skilji eg væl
óttan. Men sannleikin er, at
tey, sum taka móti børnum
í innskúlingini oftast sjálvi
hava valt hetta av áhuga, og
tí tey kenna seg føran fyri at
taka móti hesi avbjóðing, sum
tað er at hava innskúlingina.
Tey duga at síggja tørvin hjá
ymsiku næmingunum og at
geva ymisku næmingunum
nøktandi avbjóðingar. Sjálv
andi kann tað svipsa, og tað
eru dømi um, at innskúl
ingin ikki er hepnast í tann
mun, hon átti, men hetta
er sanniliga eisini at síggja
úti á stovnum. Tvs. at tað
eru námsfrøðingar, sum fáa
eina uppgávu, sum teir ikki
megna. Í tann mun er eing
in munur á lærara og náms
frøðingi.
Skúlabúgvin
Tað eru dømi um børn, ið ikki
eru búgvin at koma í skúla.
Men tí slepst ikki undan,
heldur ikki um vit gera
lógir, ið siga, at børn skulu
í fyrsta flokk sum 12 ára
gomul. Vit eru øll ymisk. Og
spurningurin er, um vit skulu
tillaga skipanina til tey fáu
børnini, sum ikki megna at
fara í skúla sum 6 ára gomul,
ella um vit hinvegin skulu
tillaga hana til fjøldina, sum
hevur gott av at fara í skúla
6 ára gomul. Sum er, er einki
til hindurs fyri, at børn, sum
ikki eru klár at fara í skúla,
bíða í eitt ár, og tað verður
heldur eingin trupulleiki, tá
forskúlin kemur. Tey, sum
ikki eru klár at fara í skúla,
eru kanska júst tey, ið hava
Gitte Klein
lærari, marknaðarførings
økonomur og Stud. Master
í Positivari sálarfrøði
kjak
Framhald á s. 19