Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 best av hesum eina árinum í forskúlanum. Lesing grundleggjandi førleiki Jógvan vísir ferð eftir ferð á, at skúlin leggur sera stóran dent á lesing. Lesing er ein so­mikið grundleggjandi før­ leiki, at tey, sum ikki megna hann, tíverri vera tey, sum standa við sviðið soð. Sjálv­ andi hevur samfelagið tørv á handverkarum, men sam­ felagið er kanska tíverri inn­ rætt­að soleiðis, at sjálvt tann dugnaligasti handverkarin hevur tørv á grundleggjandi lesiførleika. Vit fyrigykla okk­um ein veruleika, sum als ikki er til, um vit halda, at handverkarin ikki hevur tørv á lesiførleika. Um vit skulu hugsa um heila barnið, so mugu vit eisini hugsa lesing ella fakligu førleikarnar sum part av barninum og fram- tíðarútlitinum hjá barninum. Gera vit ikki tað, so hugsa vit jú netupp ikki heila barnið. Krativitetur og fakligur førleiki Í hesum sambandi gleðir tað meg at hoyra, Jógvan vísa á kreativitien ella manglandi kreativitetin innan skúlagátt. Jógvan vil vera við, at skipaða undirvísingin í skúlanum er við til at forða børnum í at menna teirra kreativu evni, og vísir á kanning hjá Robbinson. Vit kunnu skjótt staðfesta, at kreativu evnini hjá børnum mangan ikki verða troytt í tann mun, tey kanska áttu. Men tá tað er sagt, vil eg fegin vísa á, at mann langt síðani er farin frá hugsanini um, at krea­ tivi­tetur bert er at mála og tekna. Og at kreativitetur er tað mótsætta av skipaðari lær­ing. Viðvíkjandi kreativitet­in­ um havi eg hug at vísa á orð­ ini hjá sálarfrøðinum Donald D. Winnicott har hann m.a. sigur: Det er den kreative per­ ception, der mere end noget andet får individet til at føle, at livet er værd at leve. I modsætning hertil står et eftergivende forhold til den ydre virkelighed,.. Eftergivenhed giver indi­videt en følelse af lige­ gyldig­hed og er dybest set forbundet med den tanke, at der ikke er noget, der betyder noget, og at livet egentlig ikke er værd at leve. …at leve kreativt er en sund tilstand og at eftergivenhed er et sygt livsgrundlag. Kreativiteturin er sam­ bært honum nak­að grund­ leggjandi menniskja­ligt, og tey flestu okkara hava livið júst somikið kreativt, at vit vita, at vit liva eitt ókreativt lív. Joy Poul Guilford er annar sálarfrøðingur, sum hevur kannað intelligenshugtakið og funnið fram til, at tað ikki rúmar øllum kognitiva kapacitetinum hjá einum persóni. Tvs. at tá vit kanna, hvussu intelligentur ein persónur er, fáa vit ikki røttu myndina, tí intelli­gens­ hugtakið ikki sigur nakað um, hvussu kreativ vit eru. Tí gjørdi hann royndir at mála kreativitetin hjá menn­ iskjum, men royndin mis­ eydnaðist. Seinni hava aðrir sálar­ frøðingar bygt víðari á hans­ ara gransking, og teir funnu m.a fram til, at heilin er tvíbýttur, og at ávísir part­ar av heilanum stýra ávís­um funktiónum. Ella, at høgra og vinstra hálva arbeiða á ymiskan hátt. Með­an vinstra hálva umsitir máls­liga samskiftið, umsitur høgra hálva myndir o.a. Krea­tivi­ tet­urin hoyrir heima á hesi síð­uni. Meðan vinstra síða sær smá­lutir og viðger teir ana­lytiskt, manglar henni onkran at samskipa upp­ lýsi­ng­arnar– og her er tað, at høgra hálva kemur inn í myndina, tí hon er tann, ið arbeiðir við heildini og savnar smá­lutirnar í heildir. Tá tú eitt nú lesur eina søgu, stendur vinstra hálva fyri avkodingini, meðan høgra hálva er tann, ið skipar inni­haldið og meiningina. Skalt tú soleiðis arbeiða krea­tivt, er tað neyðugt at tú eisini mennir vinstru hálvu (m,a. við at geva børnum fakligar førleikar). Tað er ikki nóg mikið, at lata børn sita og tekna og tekna og tekna. Ella bara menna kreativu síðuna. Báðar hálvurnar arbeiða saman, og tí er neyðugt at menna tær báðar. Tí ber held­ur ikki til at tosa um krea­tivitet uttan eisini at tosa um fakligar førleikar. Tí skalt tú mennast, og tað er líkasum tað, vit menniksju altíð hava gjørt, og er orsøkin til, at vit ikki eru farin til grundar enn, so noyðast vit bæði at hýsa krativitetinum og tí fakliga. Tað fakliga er sostatt ikki ein forðing fyri krea­tivi­teti, tvørtur ímóti er tað ein fortreyt fyri krea­ tivi­teti, eins og krea­tiv­i­ tetur er ein fortreyt fyri fram­haldandi menning. Tí menn­ing er tað sama sum at førka okkum víðari, at flyta frá eini støðu í aðra. Tí mugu vit í heilum justera førleikar okkara. Vit mugu læra nýtt og tillaga hetta nýggja til tað, sum longu er. Tá børn fara í forskúla, skulu tey læra nýggj ting. Læra í sjálvum sær er grundarlagið, undir okkara framhalandi menning og her hugsi eg ikki um karakterir men um tað góða lívið. Tí tað er ein sannroynd, at tey menniskju sum mennast, eisini eru tey, sum eru lukkuligast, sam­ bært Winnicott ið vísir á at ”eftergivenhed” ella ein støða, har tú letur standa til, als ikki fruktargóð fyri nakran. Hvat vil eg so við hesum. Fyrst og fremst vísa á, at kreativitetur og fakligur før­ leiki eru samantvinnað, eins og kreativitetur og menn­ing er neyðug fyri okkum øll. Harumframt vil eg avlíva mytuna um, at lívið endar, tá barnið fer í skúla. Tí í grundini er tað kanska her, tað eigur at byrja. Skúlin í dag er sjáldan skipaður soleiðis, sum hann var, tá vit vóru ung, og tí er neyðugt at broyta hugsan honum við­víkjandi. Hinvegin ivist eg onga løtu í, at skipanin í skúl­an­um kann gerast enn betri ikki minst, um vit fáa lærarar og náms­frøðingar at sam­starva og læra hvør frá øðrum innan skúla­gátt, tí tað er givið, at báðir bólkar hava nógv at geva hvør øðrum. ummæli Orðið »… og orðið var orð og tók í menniskjum búgv…«. So­leið­is ljóðar annar okkara jóla­boð­ skapur. Orð, mál og annar boð­ skapur í mynd og ljóði eru sum samskiftisamboð í veru­ leikanum mentalur aðal­ mun­ur millum menniskju og (onnur) djór. Við orðum, ljóði og mynd­ um kunnu menniskju greiða frá og luta við onnur góðar og vondar royndir, vitan, upp­ livingar og kenslur, samskifta um farnar tíðir, nútíðina og ætla um frameftir. Millum ár og dag kann so mangt reka fyri sál og sinni, bert vit ómaka okkum at lata upp eygu, oyru og aðrar sansir. Í seinastuni kunnu tvinni góð dømi vera tikin fram úr rúgvuni. Holocaust: Annað er útvarps­sendi­røðin Vitan, har Sólstein og Rólant í Skorini í fýra um­førum hava skift orð um Holocaust og aðrar skipaðar mannavondar illgerðir. Sendirøðin var sera áhuga­ verd og væl frágingin. Rólant í Skorini er ikki hvør sum helst, men væl og víða belisin, greiður og væl skorin fyri tunguni. Hann kom víða og sera væl um, bæði søguliga og ikki minst sálarfrøðiliga um hetta, at vísa seg, ófatuliga fyribrigdi, sum vísir seg at stinga seg upp víða hvar og til allar tíðir, tá, at vísa seg, annars mentað hampafólk kasta sam­an at fremja ófatiligar, væl skipaðar illgerðir og t.d. fremja mannatýning og bein­ leiðis fólkamorð, sum var tað slíkum í sjálvum sær ein góð søk. Ein afturvendandi spurn­ ing­ur er her, um fólk eru eisini grundleggjandi ónd, um summar mannaskaptar skip­ anir eru óndar ella bæði tvey. ”…og frí okkum frá tí ónda” lærdi sjálvur meistarin okkum at biðja morgum , kvøld og annars eftir tørvi, sum var tað ónda í okkum so stríggið at temja. Hóast sendirøðin dúvaði einamest upp á orð, tó við onkrum vælvaldum stemn­ ings­ljóðum afturvið, so fang­ aði sendingin ómetaliga væl og veldi til undran, umhugsni og egnar spurdómar. So er, tá tá útvarp gjøgnum orðið er allar best, og tøkk fái tit báðir fyri tað. Sár á sál: Hitt dømi mítt um kveikjandi upplivingar er leikurin ”Sár á sál” á Tjóðpalli Føroya, har leikrit, leikstjórnan, fram­ førsla og pallsnið í álvars­ leiki gingu upp í eina hægri eind millum orð, ljóð- og myndaupplivingar. Sera sterkar og nemandi upp­liv­ ingar, hóast leikurin fyri tað á ongan hátt var yvirspældur, men loyvdi áskoðarum at gera sínar egnu, persónligu hugmyndir. Soleiðis eru leikir, tá teir eru bestir. Gamaní eru valdu døm­ini kanska í so døpur og álvara­ kend, men í annars javnt liðugtsnikkaðum og ”fast- food”-kendum miðla­meldri sakar tað ikki onkun­tíð at kunna sita ”sum undir lestri” og aftaná hava nógvar egnar spurdómar at gruna víð­ari um. kjak EYÐUN JOENSEN sálarfrøåingur Framhald av síðu 18 … Endar lívið, tá barnið fer í skúla? Frá leikinum »Sár á sál«