fríggjadagur 1. mars 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sjónum í 60 ár
miðvikan
ur fyri 46 mill, sum tá var ein sera
stór upphædd. Men fyrsta árið
fiskaðu teir fyri 90 mill, so talan
var kortini um eina góða íløgu hjá
grønlendingum. Ikki minsta munin
gjørdu rækjurnar í Eysturgrønlandi,
sum tað kundu fáast upp til kr. 170
pr. kg. fyri.
Royal Greenland góðkendi
ikki eitt nei frá Ingolf
Í 1992 keypti Eiler Faroe Prawns,
sum gjørdist til seinastu Sólborg.
Eiler vildi hava Ingolf við, og tað
fór hann eisini.
Men nakað seinni keypir Royal
Greenland eitt systirskip hjá nýggja
rækjutrolaranum
Høgafossi
í
Sandavág, og teir vildu hava Ingolf
sum skipara.
Men nú var Ingolf komin aftur
til Eiler og helt, at her skuldi hann
blíva verandi . So hann sendi nokt
andi svar til Grønlands. Men teir
vóru skjótir at senda eitt fjarrit: “Vi
accepterer ikke et nej fra dig. Du får
3 måneders betænkningstid.”
Ingolf fór so at tosa við Eiler um
hetta. Tá var Sámal, sonur Eiler, við
sum 1.stýrimaður, og hann sýntist
at hava gott hegni á brúnni. Ingolf
helt, at tað var kanska eitt hugskot
at lata Sámal sleppa at royna seg.
Jú, tað helt Eiler eisini, og tað rigg
aði eisini fínt.
So Ingolf fór aftur til Grønlands
við Timmiarmiut. Í Grønlandi var
nógv til av rækjum, so har lá væl
fyri.
Nú fór Ingolf at renna seg í 60
ára aldursmarkinum hjá Royal
Greenland. Men hann fekk tríggjar
ferðir forlongt freistina við einum
ári, men tá helt hann, at tað var
líka frætt at gevast, meðan væl var.
So í 2001 var tað farvæl við Royal
Greenland.
Siglir framvegis
Tá fór hann við Ljósafelli hjá Mort
an hjá Kaj. Hann varð tvey ár seinni
seldur til Thor menninar í Hósvík,
og stórt sæð síðani tá hevur Ingolf
verið í starvi hjá teimum í teirra
fjølbroytta virksemi.
Hann var við Herkules í Kyrra
havinum í 2007, tá ið tað var so
óheppið at eldur kom og 10 kines
arar doyðu. Hetta var sjálvsagt ein
skakandi uppliving. Eisini hevur
hann verið skipari á Poseidon. Tá
var nógvur fiskur at fáa á hesum
leiðum, men tað datt burtur. Nú
ljóðar eitt sindur frægari frá, men
nú eru so eingir føroyingar har.
Ingolf hevur verið við fleiri av
skipinum hjá Thor. Beint nú er
hann skipari á teirra rækjuskipi
Sermilik 2. Tá ið føðingardagurin
er farin afturum, verður aftur farið
á leiðirnar við Svalbard, ella hvar
tað annars kann vera.
Hetta er í stuttum sjósøgan hjá
Ingolfi – higartil. Framhaldið kem
ur til 80 ára dagin!
Nú er tað so, at reyp liggur ikki
til Ingolf, so stillførur hann er í síni
medferð. Men vit onnur kunnu siga,
at Ingolf hevur verið ein av okkara
fremstu monnunum á sjónum,
og hevur eisini verið eitt framúr
umboð fyri okkara land. Hetta
sæst ikki minst av, hvussu hansara
reiðarar hava virðismett og kappast
um hann. Ein sjógarpur av teimum
stóru.
Sum Ingolf sigur, at um fólk føla
seg vera væl viðfarin, so riggar tað
vanliga væl eisini , og tí hevur fólkið
eisini trivist væl saman við Ingolf.
Annað enn sjógvur
Men sjógvur er ikki alt hjá honum.
Ingolf hevur onnur áhugamál eis
ini. Hann yrkir, og eitt dømi er
henda yrkingin til skránna fyri vár
framsýningina í 2003:
Hómast gluggar
hvørva skuggar
ljósið uggar
Gevur megi
skapar gleði
vár í deg
Vakstrarvónir
listarsjónir
vetrarrónir
Nýggjur táttur
vársins máttur
treysti sáddur
Ingolf týðir eisini sálmar, sum verða
nýttir í Brøðrasamkomuni. Hann er
søguliga áhugaður og veit nógv. Tí
er tað altíð gevandi at koma á tal
við hann.
Ingolf giftist í 1970 við Jónu,
dóttir Paulu og Jens Guttesen í
Havn, her tey eisini búgva. Tey eiga
børnini Jens Paula og Sigrid. Og
fjølbroytt er familjan eisini. Jóna
er kend listakvinna, Jens Pauli er
teldusnillingur, og Sigrid er ein av
okkara kendu songkvinnum. Hon
eigur ein lítlan Jónas, sum tey sjálv
sagt eru púra býtt í.
Tað er av sonnum fjølbroyttur
merkismaður,
sum
vit
kunnu
ynskja tillukku komandi mikudag.
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Komandi Miðvika verður eis
ini frásøgn um ein sjómann.
Systkini saman við mammuni. Aftara rað v.f.: Ingolf, Ragnar, Kristian, Sigurð.
Fremra rað: Rosa, Sólrun, Sigga móðir, Jytta og Kirstin
Sigga og Jens
Onkuntíð hevur nógv verið í posanum!