fríggjadagur 1. mars 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hendur ið sleptu
Ommu-Kissa: Abbi og langabbi
at trimum borgmeistarum í Havn
Ættin hjá gamla sýslumanninum í Søldarfirði, Daniel J. Danielsen, hevur sett síni stóru spor í Føroyum á so
ymiskum økjum sum politikki, vinnulívi og trúarlívi. Ein sonur var Victor Danielsen, ein annar Ommu-Kissa
Óli Jacobsen
Tað er bert í fáum førum, at tað
kann staðfestast, hvar fólk eru jarð
að í gamla kirkjugarði, um tað ikki
er ein gravsteinur við lesandi inn
skrift á steininum. Men í summum
førum veit ættin, hvar viðkomandi
er grivin, og tað er galdandi fyri
henda partin.
Her er talan um Christian Jo
han Marius Christiansen. Hann
var føddur 7.3.1861 og doyptur 26.4.
sama ár í Havnar kirkju.
Christian var føddur uttan fyri
hjúnalag, og mamman doyði, tá
hann var 19 ára gamal.
Sum navnið ber boð um, so hev
ur Ommu Kissa verið nógv hjá
ommu síni í móðurætt, men í 1880
er hann 18 ára gamal í Tranti hjá
abbanum í faðirætt.
Eitt skifti býr hann hjá pápanum
í Tranti úti á Reyni. Pápi Kissa,
Dánial Jákup Danielsen, hevur
havt sera góð bóklig evnir. Longu
13 ára gamal hjálpir hann til á
skrivstovuni hjá sorinskrivaranum,
og tá ið hann verður konfirmeraður
í Havnar kirkju, stendur hann
fremstur og fær ug í “kundskab” og
ug í “opførsel”. Tað, at ein drongur
tá í tíðini arbeiðir seg frá ongum og
til at gerast sýslumaður, talar fyri
seg.
Kissa var timburmaður og hevði
verkstað, nevnt Ceres, saman við
synunum Viggo og Haldor í Ísaks
stovu í Gongini, beint norðanfyri
gamla Sjóvinnubankan, har Trygd
er nú.
Ommu Kissa og synirnir Petur
og Haldor doyðu allir av tuberklum
í 1923 og 1924.
Petur, ið nýliga var giftur við
Vestinu, er grivin í ovara høgra
horni í gamla kirkjugarði, meðan
hinir báðir eru grivnir oman móti
portrinum.
Kona Kissa, Johanna Maria,
(1866-1948), er grivin undir liðuni av
manninum og soninum Haldor.
Ommu Kissa búði undir Ryggi
ella í Kilarkanalini sum tað eisini
verður nevnt. Jógvan Sofus Vágs
heyg eigur húsini í dag.
Tá Ommu Kissa og yngsti son
urin Haldor doyðu í 1924, flutti
einkjan Johanna Maria Augustina
í húsini beint niðanfyri vegin.
Hetta er Legathúsið ella hjá
Dreygaranum, Wencelaus Marius
Debes, sum fyrr er umrøddur í hesi
røð.
Hann og systirin Johanna Henri
etta, sum eisini var ógift, búðu í
hesum húsum. Johanna Maria var
nógv um hesi bæði tá tey eldust.
Johanna Henrietta doyði í 1902,
82 ára gomul. Dreygarin doyði í 1914,
88 ára gamal.
Johanna Maria var dóttir Koppa
Jákup í fyrru giftu. Jákup gerst
einkjumaður í januar 1873, og 26.
apríl 1874 giftist hann uppaftur við
Siggu Fredrikku Danielsen, systir
sýslumannin. Sigga Fredrikka átti,
áðrenn hon giftist, Dollan, kendur
frá sínum virksemi í Congo. Kissa
og Dollin vóru tískil systkinabørn.
Dollin er fyrr umrøddur í hesi røð.
Lesiklubburin
Í sínum áhugaverdu endurminn
ingum hevur Kristian Djurhuus
eina stuttliga søgu um lesiklubbin
hjá mammu síni, har Maria, kona
Ommu Kissa, eisini var við. Hann
greiðir soleiðis frá:
Kona Ommu Kissa, Maria, var
vinkona mammu mína. Maria
plagdi vanliga at lesa upp, tá
mamma hevði bindiklubb eina ferð
um vikuna. Maria var ein sera in
telligent kvinna. Hon hevði sum
ung tænt hjá postmeistara Daniel
sen, sum var beiggi sýslumannin
Danielsen.
Klubburin var mikudagar. Tær
komu saman í køkinum hjá okkum
aftaná nátturða og pápi vanliga var
farin til songar.
Tað varð altíð lisið upp úr viku
blaðnum »Hus og Hjem«, sum tær
hildu í felag. Í blaðnum vóru røðir
við skaldsøgum um kærleika og
brotsverk. Mamma fjasaðist í køk
inum, meðan Elsebeth Helena,
mostir, bert sat og lurtaði. Eg haldi
ikki, at tær nakrantíð høvdu nakað
handarbeiði við. Tær livdu rættu
liga við í skaldsøguni, sum var á
skránni. Tað tyktist sum tær trúðu
fult og heilt, at hetta vóru sannar
søgur.
Eg minnist eina ferð, eg fór fram
við køkinum, meðan lisið var upp,
hvussu tær gjørdu viðmerkingar
so hvørt, sum hendingar fóru fram,
sum »nei, sikke eitt beist at bera seg
soleiðis at« ella »hatta hevði hatta
búrbeistið gott av.« Mamma bjóðaði
kaffi og køkur.
Áttu tríggjar borgmeistarar
Ommukissa og Maria áttu fýra syn
ir:
Jákup
Baja
(1888-1965)
var
bankastjóri á Tvøroyri. Hann var
giftur við Andreu Arge (1891-1969).
Tey vóru barnleys.
Viggo (1892-1964) var giftur við
Katrinu f. Petersen (1891-1959), sum
hevði handilin Katrina Christiansen.
Viggo var timburmeistari, men tók
við handlinum, tá ið Katrina doyði.
Børn teirra vóru Peter C., Maria
og Haldor. Petur var býráðslimur
í Havn í 20 ár. Av hesum var hann
borgmeistari í átta ár. Petur var
eisini tingmaður eitt skifti. Sonur
hansara Jan hevur verið býráðs
limur í 28 ár og borgmeistari í fýra.
Petur (1895-1923) var giftur við
Vestinu Joensen (1892-1946). Tey áttu
Peter F. Christiansen. Pápin doyði
áðrenn sonurin varð føddur. Peter F.
var kendur frá Dimmalætting, men
hann var eisini politikari. Hann var
býráðslimur í 14 ár og borgmeistari
í eitt teirra. Umframt tað var hann
eisini tingmaður og landsstýris
maður. Tískil kann sigast, at Ommu
Kissa og Maria hava átt tríggjar
borgmeistarar í Havn!
Haldor doyði í 1924, bert 23 ára
gamal.
Kristian Djurhuus helt, at allir
fýra synir høvdu sera góðar gávur,
men vóru eisini eitt sindur origi
nalir!
Systkin
Ommukissa átti ein hálvbeiggja í
móðurætt, sum var 10 ár yngri. Hes
in, ið varð nevndur Havna Dánial,
fór til Skálavíkar, tá ið mamman
doyði. Har giftist hann og búði alt
sítt lív.
Ein av hansara eftirkomarum
er Linjon Christiansen, skipari og
borgarstjóri í Skálavík.
Daniel J. Danielsen, sýslumaðurin,
giftist í 1877 í Nes kirkju við Onnu
Malenu Weyhe (1857-1894).
Tey fingu hesi børnini, sum blivu
hálvsystkin Kissa:
Elsebeth Cathrina (1878-1968).
Ógift.
Dánial Danielsen (1880-1887)
Elisa (1881-1953)
Petur Christian (1884-1962)
Elsa (1886-1945). Giftist við Ja
cob Vilhelm Weihe (1877-1955) á
Selatrað.
Dánial (1888-1955). Sigldi uttan
lands sum skipari
Gunnar (1890-1969). Giftist við
Ingu Jacobsen (1889-1979) í Søldar
firði. Var skipari og tey fluttu til
Vágs. Synirnir fingu sær navnið
Gunnarsson. Hansara ætt stendur
m.a. fyri Skansin offshore, sum ger
seg nógv galdandi í oljuvinnuni.
Victor (1894-1961). Giftist við
Henrikku Olsen (1896-1997) úr
Søldarfirði. Búsettust í Fuglafirði.
Kendur sum trúboðari
Kelda: Viggo Christiansen
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá Johannes Thomsen,
Funnings Jóannes, og hansara
ætt.
Her eru Kissa, Maria og sonur teirra, Haldor, jarðað
Hetta eru húsini hjá Mariu
og Ommu Kissa
Ommu Kissa og Maria saman við synunum
v.f. Jákup, Haldor, Petur og Viggo