Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 1. mars 2013 14 VIKUSKIFTI Kvinnur mussast og nerta við hvørja aðra uttan at koma í ringt ljós. Hjá monnum hava mørkini fyri, hvussu teir kundu vísa kenslur fyri hvørjum øðrum – hóast skiftandi – verið nógv strangari enn hjá kvinnum. Ánaniasar táttur og tað, sum hevur verið skrivað um hann, er eitt dømi um, at hugburðurin broytist Menn sum elskast VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska. Turið Sigurðardóttir professari á Føroyamálsdeildini Bókmentirnar siga frá hugburði og normum í ymiskum tíðarskeiðum. Men lesarin er treytaður av síni egnu tíð, og fyri at skilja onnur tíðarskeið, mugu vit seta okkum inn í teirra fyri­ treytir. Føroyinga søga nýtir tárini hjá Tóri til at sláa fast, hvør munur er á mans­evn­inum í Sigmundi og Tóri. Ánaniasar táttur sigur frá tveimum monn­um, sum gráta saman. Eitt hava hesir báðir tekstirnir í felag: tað er ikki mans­ligt at gráta. Um vit hyggja betur eftir, hava kenslu­lívinum hjá monnum ikki altíð verið sett eins trong mørk. Kynspolitiskt eftirlit At fólk ikki spæla sín kynsleiklut so­ leiðis, sum samfelagið krevur, er evni í nógvum av teimum gomlu tátt­unum, t.d. at menn ikki duga til mans­ligt ar­ beiði men eru »kventlar«. Við spott­ inum verða teir »órættvorðnu« per­són­ ar­nir hartaðir og vístir sum ávarandi ræðu­myndir. Men tað láturliga ellla vanæru­liga í teimum gomlu táttunum er ikki altíð líka láturligt ella vanæruligt í nú­tíðar­eygum. Teksturin stendur, men les­arar­nir og fyritreytir teirra broytast. Kærleiki millum menn Ánanias var porkerningur og føddur um­leið ár 1700. Tátturin um hann er um eina spreingi­vanlukku og um kærleika millum menn. Gongdin er í stuttum, at Ánanias fer til Havnar at keypa sær byrsu og krút, sum hann ætlar at hava til livibreyð og gerast ríkur av. Men hann eigur ongar pengar og setur tí jørð hjá mammu síni í veð fyri byrsuna. Tá ið hann er heimafturkomin til Porkeris, hendir tað av býttskapi hansara, at krútið springur í luftina, og Ánanias brenn­ist næstan til ólívis, umframt at mamma hansara og ein grannkona brennast um beinini. Tað gongur ein tíð, Ánanias er komin fyri seg aftur, og sumbingurin Símun fer at finna vinmannin. Teir hava eina tíð verið argir óvinir av tí, at Ánanias hevði yrkt ein ljótan tátt um Símun og børn hansara. Av tí sama hevði Símun frøtt seg, tá ið Ánanias mundi brent í hel: hann helt hetta vera rættvísa revs­ing fyri táttin. Tá ið teir hittast, er Símun enn í øðini og heilsar ikki, men fer beint at klaga um, og hvussu dygt tátt­ur­in hevur tikið honum: Hvat sum eg havi grátið allan henda vetur, hann verður ikki betur heitin, ið síðari [= seinni] grætur. Hann viðgongur, at hann frøddi seg, tá ið hann hoyrdi um, at Ánanias næstan hevði brent seg til deyðis: Tað fyrsta eg hoyrdi, at tú vart brendur, tá helt eg saman báðar mínar hendur. Tá ið Símun hevur viðgingið hevndarhug og skaðafrøi sína, blíðkast hann, og kenslurnar hjá báðum koma fram: Ánanias rættir Símuni tubbak, og teir »gjørdust nú so blíðir«. Óvinskapurin hevur ikki vart leingi, og nú er hann liðugur: »Vit hava verið óvinir tveir eina so lítla stund, nú skulu vit vera vinir báðir rætt av hjartans grund.« Teir »settust báðir á jørðina/ og fóru nú at gráta«, Ánanias biður Símun fyrigeva sær, og hin játtar: »So vil eg fyriláta tær, sum eg vil á dóminum, at Gud skal fyrigeva mær.« Ánanias spyr, nær Símun fer suður aftur, og kallar hann »lingu«, sum er eitt gamalt orð fyri »góði, skatturin« (ivaleyst tað sama sum ‘-lingur’ í t.d. kettlingur) og eisini keliorð fyri »murt«. Tá ið Símun sigur hann má fara beinan­veg, kyssir Ánanias hann á munn­in og biður hann heilsa konu og børn­um. Men teir fáa ikki slept hvørjum øðrum: Ánanias tekur Símun undir Gjørðaveggi, leggur hann undir høku á sær og strýkur honum um skeggið. »Hoyr tú tað nú, Símun, mær tykir einki betur enn hetta, tú ert so søtur og mjúkur um munn, sum tú hevði verið genta.« Her skjýtur yrkjarin eina viðmerking inn, sum greitt og týðuliga sigur, hvussu hetta eigur at tulkast: Eitt krógvað kapittul: Eitt tað viðgitnasta vinalagið millum menn. Jónatan fevnir Dávid. Caspar Luiken 1712