fríggjadagur 1. mars 2013síða 51
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 1. mars 2013
15
VIKUSKIFTI
Hann sum hevði sætt uppá,
hann tókti tað vera stórt gaman, ...
V.ø.o. tað sum hendir verður tulkað sum
stuttligt ella láturligt. Yrkjarin heldur
fram við lýsa kossin og fevningina,
gjølla:
tað var fult í tógva [=tveir] tímar,
munnar lógu saman.
So leingi kystust báðir teir,
inntil at hvørgin fekk snakkað, ...
Lýsingin av hesum megnarkossi minnir
í stíli um tann ofta nógv avgjørda stílin
í kappakvæðunum, men partur av
lýsingini er eisini realistisk:
... hendurnar hildu teir
hvør um annans nakka.
Tað er merkisvert, at yrkjarin brúkar
ikki føst kvæðaorð sum »hon kysti
hann so mjúkan«, ella »kysti hann so
mjúkan koss,/ av varrum vætti vín«; í
staðin fyri metir hann tíðarlongdina,
sum kossurin varar, eftir ávirkanini á
teir elskandi, og tað er, »inntil hvørgin
fekk snakkað...«.
Aftan á kossin og hálsfevningina er
skilnaðurin lýstur í tveimum ørindum,
sum eisini leggja dent á sterkar kenslur.
Ánanias stendur og hyggur aftan á
Símuni, sum vendir sær fleiri ferðir,
meðan hann gongur suðureftir, til hann
fer úr eygsjón. Tá Ánanias sær høvdið
á Símuni fara afturundir, sigur hann:
»Vælsignaður veri nú kollurin,/ ið aftur
fyri Leiti sveivar.«
Hugburður í táttinum
og í granskingini
Tátturin sigur ástarsamveruna mill
um teir báðar menninar vera »stórt
gaman«, nakað sum ikki skal takast í
álvara. Men lýsingin sjálv er kenslu
som, ikki ónærilig ella grotesk eins
og lýsingin av spreingivanlukkuni er.
Einki bendir á, at yrkjarin er serliga
forargaður, og hetta er í samsvari við
tað, vit vita um hugburð til samkyndan
atburð í eldri tíð.
Frá áhugaloysi til tabu
Svabo, sum skrivaði um Ánaniasar tátt
í seinnu helvt av 18. øld, nevnir als ikki
ástarlýsingina. Afturfyri skrivar hann
langt um, hvussu tætt føroyingar og
aðrir norðbúgvar eru knýttir at jørð
ini, og hvussu skammiligt tað er, at
Ánanias veðsetur jørð fyri eina byrsu!
Hann upplýsir eisini um, at byrsur
vóru nýggj handilsvøra í Føroyum, tá
ið hetta hendi. Upplýsingarmaðurin
Svabo leggur dent á alt nyttuligt, sum
kann geva búskaparligan framburð;
samveruna millum Ánanias og Símun
brúkar hann ikki blekk uppá, men for
dømir hana heldur ikki.
Jakob Jakobsen skrivar stutt um
Ánaniasar tátt, og eisini hann tigur
um ástartingið hjá Ánaniasi og Símuni.
Men helst av aðrari orsøk enn Svabo,
búskaparlig nytta var ikki tað, sum var
dr. Jakobsen fremst í huga. Men tá ið
Jakob Jakobsen skrivaði tíðliga í 20. øld,
var samkyndur atburður so tabuiser
aður, at hann var ikki havandi á munni.
Nýggj lóg var í 1866 komin í Danmark
móti samkyndum atburði, og Jakob
Jakobsen var í Keypmannahavn, tá ið
tann stóra razzian móti samkyndum í
1906 byrjaði í donskum bløðum, ein
ágangur sum serliga gekk út yvir rit
høvundin Herman Bang.
Kynspolitisk frælsisrørsla
í 1970-árunum
Tabuiseringin av samkyndum atburði
linkaði frá 1970, tá ið t.d. Bøssernes
befrielsesfront varð stovnað í Dan
mark. Tann byrjandi linkingin hómast
í ritgerðini hjá Eivind Weyhe um
tættir frá 1979. Tí ólíkt Svabo og J.
Jakobsen nevnir ritgerðin hóast alt tann
samkynda atburðin í Ánaniasar tátti.
Eivind Weyhe metir lýsingina av hes
um sum stórliga láturliga, v.ø.o. eins og
yrkjarin í sínari tíð metti hana.
Árni Dahl skrivaði um Ánaniasar
tátt í 1980. Hann skrivaði eins og teir
eldru høvdu skrivað, bara um byrsuna
og at Ánanias mundi brent í hel.
Hugburðurin í seinastuni
Í 1999 skrivar Árni Dahl aftur um
Ánanias, og nú er hugburðurin broytt
ur. Hann sigur nú, at í táttinum eru
brigdi, sum vanliga ikki hava verið
havd á munni, og at endin á táttinum
kann lesast sum glósa til tveir menn,
sum eru betri hvør við annan, enn
mannfólk vanliga eru. Hann heldur
»glósuna« uppímóti, hvussu bæði
politikarar og prestar i Føroyum fara
við samkyndum og heldur, at vit eru
komin stutt afturímóti táttayrkjaranum
frá o.u. 1750.
Lýsingin av samveruni millum vinir
nar Símun og Ánanias hevur tey sein
astu 250 árini verður burturtagd, nevnd
láturlig – og at enda nevnd positivt í
samanburði við umrøðu av samkyndum
í okkara tíð. Við nútíðarbrillum stendur
kærleikslýsingin í Ánaniasar tátti sterk
sum innilig – kanska naiv, men ikki
láturlig ella órættvorðin – lýsing av
tveimum samsintum einstaklingum.
Juli 2012. Heitur dagur í Havn.
LGBT-gongan og fundurin fingu
ovurhondsstóra undirtøku
FøroyaPride juli 2012: »Hjúnabandið er ein
menniskjarættur, ikki ein hinkyndur framíhjárættur«
Greinin »Eitt krógvað kapittul: Menn sum elskast« er sprotttin
úr fyrilestri, sum greinskrivarin helt um samkynd í føroyskum
bókmentum í sambandi við ta stóru framsýningina hjá
LGBT-Føroyar, Hvat er natúrligt – Diversity of the North,
27. juli-30. august 2012 á Østrøm, Skálastrøð í Havn.