mánadagur 4. mars 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Landsins størstu kommunur
liggja hesa vikuna í stjórnar
loysi. Burtursæð frá eini
fimm avboðum, so eru allir
kommunalpolitikarar í lima
kommununum hjá Komm
unusamskipan Føroya, KSF,
farnir til Íslands á skeið.
Undantikin er Vága Komm
una, sum er somikið nýggj í
selskapinum, at tey ikki eru
við hesaferð.
– Vit eru 84 fólk í ferðalag
num. Kommunalpolitikarar
og kommunusstjórarnir í
limakommununum,
sigur
Eyðun Christiansen, aðal
skrivari í KSF.
Kommunusamskipanin
samskipar túrin, sum komm
unurnar tó í hvør sínum lagi
bera sín part av kostnaðinum
av.
Endamálið við túrinum er,
sambært KSF, at brynja og
styrkja kommunustýrislimir
í teirra arbeiði og leikluti
sum
kommunupolitikarar.
Nývaldir
og
afturvaldir
kommunustýrislimir skulu
hesa vikuna fáa innlit í
grundleggjandi reglur um
rættindi og skyldur hjá ein
staka politikaranum, eins
og løgfrøðiligar ásetingar
um
samanspælið
millum
politikarar og fyrisiting.
Hóast farið verður til
Íslands at halda skeið, so
verða tað innanhýsis skeiðs
haldarar, ið skulu lata politik
ararnar í til uppgávuna at
stýra landsins kommunum
næstu fýra árini.
– Jú, tað verða fólk frá okk
um, sum halda skeiðið, sigur
Eyðun Christiansen og peikar
á Bárð Larsen, løgfrøðing hjá
KSF, kommunustjórarnar og
seg sjálvan.
Rokningin
Sambært aðalskrivaranum
í
Kommunusamskipanini
liggur kostnaðurin um 7000
krónur fyri hvønn. Tá er
flogferð, uppihald og mat
ur íroknað. 7000 krónur
kuvertin fyri 84 fólk gevur
588.000 krónur í beinleiðis
útreiðslu til teir átta komm
unukassarnar
hjá
lima
kommununum í KSF. Men
afturat hesum kemur so, at
flestu kommunustýrislimir
eru burtur úr sínum starvi
hesar skeiðsdagar.
Aðalskrivarin í KSF hev
ur ikki nakra fasta manna
gongd at vísa á í hesum
sambandi. Men taka vit
sum dømi, at hvør politikari
fær 1500 krónur um dagin
í endurgjaldi og útistøðu
peningi fyri mista arbeiðstíð,
so gevur tað 630.000 krónur
afturat.
Tilsamans
gevur
hetta 1.218.000 krónur.
Fyri kommunustjórarnar
og flestu borgarstjórar í
Kommunusamskipanini er
galdandi, at tey framman
undan eru í fullum starvi
hjá sínari kommunu. Men
her tekur tó hinvegin, at tey
tí brúka alla sína arbeiðstíð
uppá íslandstúrin.
Sambært
Kommunu
samskipanini
hevur
tað
týdning, at bæði nýggir og
eisini afturvaldir kommunal
politikarar eru við. Hetta er
fjórðu ferð, at Kommunu
samskipanin
skipar
fyri
slíkum túri, stutt eftir at
nývalt býráð hevur tikið við.
Tí er tað somuleiðis fjórðu
ferð, at onkur kommunal
politikari er við fyri at læra
seg at vera kommunalpolitik
ari.
– Vit halda tað hava týdn
ing at øll eru við. Bæði fyri at
samansjóva politikararnar og
fyri at tey nýggju kunnu læra
frá teimum gomlu og øvugt,
sigur Eyðun Christiansen.
Meðan KSF stendur fyri
tí praktiska partinum, so
eru tað limakommunurnar,
sum hvør í sínum lagi bera
rokningina fyri túrin. Har
við eru tað kommunalu
skattakrónurnar í Tórshavn,
Klaksvík, Runavík, Fuglafirði,
Eysturkommunu,
Sandi,
Tvøroyri og Vági, ið rinda fyri
íslandstúrin.
Friður í Íslandi
Fyrstu tvær ferðirnar, í 2001
og í 2005, vórðu líknandi
skeið hildin í Danmark. Men
í 2009 og aftur hesaferð er
skeiðið í Íslandi. Men hví er
neyðugt at fara av landinum
í eina viku fyri at læra um
kommunalpolitikk
í
Før
oyum?
– Umframt at samansjóva
fólk meta vit tað eisini hava
týdning at fólk fáa frið til at
vera á skeið. At tey ikki vera
órógvað av øðrum fund
arvirksemi
ella
kimandi
fartelefonum, sigur Eyðun
Christiansen og vísir á, at
slíkur túrur eisini gevur in
spiratión.
Men hevði ikki verið bílig
ari at hildið skeiðið til dømis
í Havn, havandi í huga at
rokningin í síðsta enda lendir
hjá skattgjaldaranum?
Aðalskrivarin dregur á
svarið, ressonerar at tá hevði
flogferðaseðilin
sjálvandi
verið spardur.
– Burtursæð frá tí, so er
Reykjavík ein bíligur býur.
Men hetta er tó neyvan
bíligari enn at halda skeiðið
harheima, staðfestir Eyðun
Christiansen turt í fartele
fonini úr Reykjavík.
Fult flogfar
Ferðalagið
við
føroysku
kommunalpolitikarunum
fyllir sum vera man nærum øll
setrini í íslandsflogfarinum
hjá Atlantsflog. Kortini var
ikki talan um leigutúr, men
vanliga
rutuflogfarið
hjá
føroyska flogfelagnum, ið
fyrrapartin fleyg ferðalagið
til
Reykjavíkar
á
skeið.
Kommunalpolitikararnir
lenda aftur í Vágum fríggja
dagin.
Kommunalt fryns
fyri 1,2 millión
Nærum fullsett flogfar við nýggjum og royndum kommunalpolitikarum fór fyrrapartin til Íslands at
halda skeið fyri sær sjálvum. Skeiðið skal brynja og styrkja politikararnar til at vera politikarar
»Tríggir teir fyrstu
daganar eru í høv
uðsheitum settir
av til undirvísing
og politiskt kjak,
ímeðan seinasti
dagurin er fyri
reikaður saman
við Íslendska
kommunufelag
num. Hendan
dagin fáa før
oysku komm
unustýrilimirnir
kunning um
íslendsku komm
unustýrisskip
anina, og vitja á
ymiskum kommu
nalum stovnum
á Reykjavíkar
leiðini.«
- Kommunusam
skipanin um endamál
og skránna fyri
íslandstúrin.
Fakta
Kommunusamskipan Føroya (KSF) umboðar
í dag níggju kommunur. Limakommunurnar
eru Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar
Kommuna, Runavíkar Kommuna, Fuglafjarðar
Kommuna, Tvøroyrar Kommuna, Vágs
Kommuna, Sands Kommuna, Eysturkommuna
og Vága Kommuna. Tilsamans búgva umleið
38.000 fólk í hesum níggju kommunum.
Fakta