mánadagur 4. mars 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Karsten Hansen, landsstýris
maður í heilsumálum, herðir
nú stríðið ímóti rúsevnum í
Føroyum.
Í hesum sambandi fer
hann nú at broyta lógina
um rúsevni og tað verður
lagt fyri Løgtingið eftir ólav
søku.
Karsten Hansen sigur, at
á hesum øki er lógarverkið í
Føroyum afturúrsiglt og tískil
eru broytingar neyðugar.
Í fyrstu syftu er endamálið
at dagføra listan yvir evni,
sum eru ólóglig.
Listin yvir slík evni verð
ur javnan dagførdur aðra-
staðni, men tað er hann ikki
í Føroyum.
Men eftirsum arbeiðið
er farið ígongd, ætlar hann
at taka aðrar broytingar við
eisini.
Tískil hevur hann kallað
saman til fund við løgregl
una, tollvaldið, Fólkaheilsu
ráðið og SSP samstarvið,
sum er samstarv ímillum
Skúla, løgreglu og almennu
myndugleikarnar í sambandi
við børn og ung.
– Á hesum fundinum,
sum verður í næstu framtíð,
vil landsstýrismaðurin hoyra
frá teimum ymsu pørtunum,
akkurát, hvussu landið liggur
og, hvørjar ábøtur kunnu
gerast.
Í hesum sambandi allar
hann at venda hvørjum
steini, eisini trupulleikanum
við, at løgreglan kemur javn
an fram á, at Ritalin, sum er
heilivágur fyri ADHD, verður
seldur og brúktur at rúsa seg
við.
– Tað er eisini ein trupul
leiki, vit mugu taka upp.
Sjálvandi skulu tey, sum hava
brúk fyri heilivági, fáa tað,
tey hava brúk fyri. Men tað
er okkurt galið, tá ið tað ber
til at fáa so nógvan heilivág,
at tað ber til at selja burtur
av til misnýtarar, sigur lands
stýrismaðurin.
Hassfræ skal bannast
Nú er at kalla dagligur kostur
at frætta, at løgreglan leggur
hald á størri og smærri
hassjplantasjur og Karsten
Hansen staðfestir, at hetta er
avgjørt ein spurningur, sum
eisini verður tikin upp.
– Tað sigur seg sjálvt, at
løgreglan finnur bara av
brotpart av teimum hassj
plantum, sum eru.
– So tá ið løgreglan finnur,
so nógvar, sum talan hevur
verið um, er tað greitt tekin
um, at tað er mangt slíkt til í
landinum.
– Men tað kann altso ikki
vera meiningin, at tað skal
vera loyvt at innflyta hassj
fræ til Føroya, sigur hann.
– Ongin kann liva við, at
tað skal vera loyvt at innflyta
hassjfræ, sum tað annars
bæði er ólógligt at dyrka, inn
flyta og at brúka.
Tað er enn ikki greitt, um
hetta er hansara málsøki.
Tað skal kannast nú, men
liggur tað undir onkrum
øðrum aðalráðið, fer Karsten
Hansen at taka samstarv upp
við tað landsstýrisfólki um
eitt felags átak og samstarv
um at banna hassfræi.
Endamálið hjá Karsten
Hansen er at fáa ein lógar
pakka í Løgtingið fyri at basa
rúsevnum.
Herða stríðið ímóti
rúsevnum í Føroyum
HERÐIR STRÍÐIÐ Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at herða stríðið ímóti rúsevnum
Áki Bertholdsen
Tað fer at kosta nógv meiri at
gera tunnil til Viðareiðis, enn
higartil mett.
Tað vísir ein nýggj kostn
aðarmeting, Landsverk hev
ur gjørt.
Landsverk hevur annars
mett, at Viðareiðistunnilin
fer at kosta 150 milliónir at
gera.
Tann metingin er gjørd
við fyrimynd í Hovstunlinum
og øðrum tunlum og Løg
tingið viðgerð í løtuni eitt
uppskot um at gera tunnil
til Viðareiðis og at játta í
mesta lagi 150 milliónir til
endamálið.
Men nú hevur Landsverk
gjørt neyvari metingar og nú
vísir tað seg, at tunnilin fer at
kosta nógv meir.
Nýggjastu kanningarnar
hjá Landsverki vísa, at ein
tunnil til Viðareiðis fer at
kosta 185 milliónir krónur at
gera, ella 35 milliónir meiri
enn upprunaliga mett.
Tað eru góð 23% meiri enn
upprunaliga kostnaðarmet
ingin.
Tískil mælir Landsverk til,
at lógin verður broytt, so at
Løgtingið samtykkir at játta
185 milliónir til endamálið
ístaðin fyri 150 milliónirnar,
sum upprunaliga ætlað.
Á Landsverki vænta tey
at vera liðug við prosjek
teringina nú í mars í mars.
So kann arbeiðið bjóðast út
í juni og tunnilin verður so
liðugur í 2016.
Í hesum sambandi skal
rúm finnast fyri meirkostn
aðinum á játtanarkarminum
fyri hesi næstu árini.
Yvirhøvur er best er at
játta peningin soleiðis at
tunnilin kann gerast í einum,
og tá fæst eisini skjótari gagn
av íløguni, sigur Atli Eiriks
son, fíggjarráðgevari í Fíggj
armálaráðnum.
100 milliónir bíligari
Annars hevur Landsverk víst
á, at tað ber til at gera eina
nøktandi farleið til Viðareiðis
uttan at gera tunnil.
Hendan ætlanin ber í sær
at breiðka vegin og gera hann
tveybreytaðan. Samstundis
skulu breiðar trygdarveitir
gerast omanfyri vegin, sum
taka grót og steinar, sum
loypa úr fjallinum.
Harafturat ber til at gera
stórar
savningarbrunnar,
sum svølgja vatninum, skuldi
tað hent, at áin loypur.
Harafturat ber eisini til at
gera verjugarðar at taka grót
og steinar, sum loypa.
Landsverk metir, at fyri
ferðslutrygdina er hetta ein
nøktandi loysn.
Hetta fer at kosta einar
76 milliónir, ella 109 milliónir
minni enn at gera tunnil.
Samstundis
verða
1,3
millión spard í rakstri um
árið, tí rakstrarútreiðslurnar
av einum tunli eru væl hægri
enn av vegi.
Stovnurin sigur eisini, at
verður
Viðareiðisvegurin
breiðkaður, og aðrar ábøtur
gjørdar, verður nógv avlops
grót til taks, sum kann
brúkast til byrgingina um
Haraldssund, sum sostatt
verður 5-10 milliónir bíligari
enn annars.
Landsverk leggur afturat,
at grótið sum fæst úr eini
tunnilsgerð, kann ikki brúk
ast til byrgingina.
Tunnilin til Viðareiðis
nógv dýrari enn mett
VIÐAREIÐISTUNNIL Tað fer at kosta 35 milliónir krónur meiri at gera tunnil til Viðareiðis, enn higartil mett
RÚSEVNI
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
heilsumálum vil nú
hava eina frágreiðing
um støðuna viðvíkjandi
rúsevnum í Føroyum, tí
hann ætlar at seta tiltøk
í verk fyri at forða fyri
innflutningi og misnýtslu