Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Ronnie midjord er ímyndin av Suðuroyar Sjúkrahúsi, og slík­ur heiður kemur ikki av ongum. - Tað skal man gera seg for­tjentan til við ágýtni og áhaldni. Tað staðfestir Karsten Han­sen, landsstýrismaður í heilsu­málum á almennari mót­tøku á Seglloftinum á Tvøroyri seinnapartin fríggja­dagin. Móttøkan var í sam­bandi við, at Ronnie Mid­jord nú hev­ur arbeitt á Suður­o­y­ar­ sjukra­húsi í samfull 40 ár. Hann byrjaði sum lær­ ling­ur á Sjúkrahúsi í 1973, stutt eftir at hann var liðgur í fólka­skúl­anum. Síðani helt hann fram sum skrivstovumaður og hevði síðstu árini hevur hann verið stjóri. Karsten Hansen sipaði eisini til dygdir hansara sum borð­tennis­spælari á yngri aldri og hann heldur, at hann vísir somu dygdir sum sjúkra­hús­stjóri. ,Hann hevur taktiskt medvit, var snildur og dugdi kynstr­ið at skrúva bóltin. Men hansara sterkasti trum­f­ur var kanska tað harða smasj­ið, sum hann held­ur ikki fýr­ir fyri at knal­ la til, tá ið neyð­ugt var. - Hann hevur mang­an givið politiska myndug­ leika­num ein skarpan gang og torir at tala politiska myndug­leikanum beint ímót, so at ein avgerð verður altíð um­hugs­að tvær ferðir, segði lands­stýris­maðurin. Ímillum mangar aðrar røðar­ar var Knud Steinø, yvir­lækni á Sjúkrahúsinum, sum staðfesti, at Ronnie Mid­ jord hevur ikki verið bangin fyri at taka teir bardagar, ið kravd­ust fyri at varðveita Sjúkra­húsið. Eisini ein annar yvirlækni, Hans Petur Nielsen, legði dent á, hvussu væl Ronnie Mid­jord hevur stríðst fyri sjúkr­a­húsi­num. - Hann brúkar alla sína orku til at sláa garð um Sjúkra­húsið, segði hann. Men røðarar løgdu eisi­ ni dent á, at tá ið á stóð og vanlukka av onkrum sla­gi rakti, vísti hann eisi­ni, hvus­ su ótrúliga um­sorg­an­ar­full­ ur og ger alt fyri at rætta hjálp­in verður veitt. Sjálvur staðfestir Sjúkra­ hús­stjórin, at sjúkrahúsið er treytin fyri tilveruni í oynni, tí hon er sjálv trygd­ in hjá Suðuroyingum tá ið á stend­u­r, við tað, at tað ikki er landfast við Lands­sjúkra­ hús­ið. Nú hevur hann 40 ára starvs­dag og hóast hann enn er í góðum árum, er hann greið­ur yvir, at 50 ára starvs­ stað fer hann ikki at halda. Hann sigur, at starvið hev­ur kravt so nógv, at hann hev­u­r ikki havt stundir at vera tað fyri familjuna, sum hann hevði viljað. Tí kundi hann hugsað sær nøk­ur góða ár afturat, sum pen­sjón­ist­ur, har familjan skal rað­fest­ast fremst. Stúrir ikki fyri at taka ein bardaga STARVSDAGUR Ronnie Midjord er ein ótroyttiligur stríðsmaður. Tað var skoðsmálið hann fekk á fjølmentari samkomu fríggjadagin, nú hann hevur arbeitt á Suðuroyar Sjúkrahúsi í samfull 40 ár 40 ár Ronnie Midjord og konan, Tina, taka ímóti fólki á móttøkuni fríggjadagin