mánadagur 4. mars 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Poul Hansen, sakførari, er
ein av stóru eigarunum í
Varðanum Pelagic, og hann
heldur lítið um tilmælið hjá
Søvnum Landsins um at
friða økið við havnarlagið,
har ætlanin er at fylla út, so
frystigoymslan hjá felagnum
kann økjast.
– Tað er í lagi, at gomlu
bygningarnir hjá Thomsen
eru friðaðir, men var tað so
týdningarmikið
at
friðað
havnarlagið eisini, hví varð
tað so ikki gjørt, tá bygn
ingarnir vórðu friðaðir fyrst í
90-unum, spyr Poul Hansen.
Hann heldur, at tey fólk,
ið koma inn í bygningarnar
hjá Thomsen, seta seg ikki
at hyggja út gjøgnum vind
eyguni.
– Hesir bygningarnir hjá
Thomsen hava ikki forða
nøkrum í at flyta úr Suður
oynni, líka so lítið, sum teir
hava fingið fólk at flyta til
oynna, sigur Poul Hansen.
Hann
heldur,
at
fara
politikararnir
at
góðtaka
hesa friðingina, skulu teir
ikki taka orðið fólkafráflyting
upp á tunguna aftur.
– Hetta er næstan fyrstu
ferð í søguni í nýggjari tíð,
at vit hava uppliva eina til
flyting til Suðuroyar, og tað
er næstan óhoyrt, sigur Poul
Hansen.
Vanlig mannagongd
Tað, sum kanska kann síggj
ast sum ein trupulleiki, er, at
byggisamtyktin fyri økið ikki
umfatar útfylling. Men tað
er púra vanlig mannagongd,
at fylla út fyrst, og síðani
broyta
byggisamtyktina
eftirfylgjandi.
– Hetta hava vit sæð í
Leirvík, har Landsverk og
Innlendismálaráðið
vóru
nógv uppíblandað, har ar
beiðið fyrst varð framt, og
byggisamtyktin broytt eftir
fylgjandi. Sama er galdandi
fyri útbyggingar í Fuglafirði,
Toftum, Runavík, Hvalba og
Vági. So talan er um púra
vanligar mannagongdir, sigur
Poul Hansen.
Møguleikin
at
byggja
virkið út var ein av fyritreyt-
unum hjá Varðanum Pelagic
at byggja virkið har í fyrstu
syftu.
– Verður økið friðað, verða
fyritreytirnar
fullkomiliga
broyttar hjá virkinum, sigur
Poul Hansen.
Sjálvur eigur hann teir
gomlu
bygningarnar
hjá
Thomsen, eitt nú Seglloftið,
men hann fer eingi stig at
taka í so máta, uttan mun til
úrslitið at friðingini verður.
– Nei, soleiðis spælir kla
verið ikki, staðfestir Poul
Hansen.
Leo Poulsen
– Legurnar eru vanliga í
Nesvík, men í fjør gjørdist
ov trongligt har, og tí endaðu
vit í Nólsoy við einum parti
av konfirmantunum. Í fjør
vóru vit 90 konfirmantar,
í ár eru vit 115, sigur Anne
Mette Greve Klemensen,
ið er ein av sjey prestum á
leguni í Nólsoy.
Men hvat hendir so á
legunum.
- Vit skulu sjálvandi læra
nakað, men vit skulu eis
ini hugna okkum saman.
Høvuðsevnið hesaferð er
gudstænastan, hvussu hon
er bygd upp, og hvussu
kirkjan er bygd upp, sigur
Anne Mette Klemensen.
Ein partur er at hugna
sær saman, og í góða veðri
num leygardagin runnu
allir konfirmantarnir posta
renning.
– Í ár eru vit sum
nevnt 115 konfirmantar,
og teir koma frá Fugla
fjarðar prestagjaldi, Norð
streymoyar
prestagjaldi,
úr Suðuroy og av Viðareiði,
sigur Anne Mette Klemen
sen.
At tað júst gjørdist Nóls
oy var ikki heilt av tilvild.
– Her var møguleiki fyri
at lána hús, og her er bæði
stórur skúli, bygdarhús,
missiónshús og kirkja. Og
so er tað jú so vælsignað
friðarligt eisini, burturi frá
bilum og larmi, sigur Anne
Mette Klemensen.
Tað krevur nógv at
halda eina slíka legu við so
nógvum konfirmantum.
– Vit hava nakrar hjálp
arar við, og tað eru fólk,
sum vit kenna, ið sjálvboðin
eru við. Eisini eru onkur
foreldur við og onkur frá
kirkjuráðunum.
Og
tey
gera so alt tað praktiska
arbeiðið, so sum at gera
mat og tílíkt, sigur Anne
Mette Klementsen.
Alt ferðalagið kom út
til Nólsoyar við Ternuni
klokkan 16.20, og tey fóru
inn
aftur
sunnudagin
klokkan 13.30 úr Nólsoy.
Myndin er tikin í kirkj
uni í Nólsoy, har konfir
mantarnir savnaðust undan
»lagkøku-postarenningini«
klokkan trý leygardagin.
Friðing broytir
fyritreytirnar
hjá Varðanum
At Søvn Landsins nú mælir til at friða økið við havnarlagið á Tvøroyri,
har ætlanin er at fylla út, broytir fullkomiliga fortreytirnar hjá Varðanum
Pelagic, sigur Partaeigari og nevndarlimur í felagnum, Poul Hansen
115 kon
firmantar
á legu í
Nólsoy
Hetta er nú annað árið á rað, at
lega fyri konfirmantar er í Nólsoy.
Nakrir av teimum 115 konfirmantunum, sum
vóru á legu í Nólsoy um vikuskiftið
Mynd: Leo Poulsen
Verður økið við havnarlagið á Tvøroyri
friðað, broytast fyritreytirnar fyri
Varðanum Pelagic fullkomiliga, sigur
Poul Hansen, medeigari í virkinum