Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt 21. februar í fjør fingu fýra grann­skoðarar eina freist frá løg­manni. Freistin segði, at inn­an trý ár skulu teir hava stað­ið serligu próvtøkuna, ið krevst fyri at gerast auto­ ri­ser­að­ur, løggildur, grann­ skoð­ari. Hesir fýra eru partur av so­nevnda grann­skoðara­ máli­num, ið kom á breddan í kjalarvørrinum á einari norsk­ari løggilding til Símun Absalon­sen, ið aftur slóðaði fyri at aðrir grannskoðarar fin­gu sína løggilding, uttan at hava staðið donsku próv­ tøku­na. Bjarni Arnason, Jógvan Joensen, Ole Guldborg Niel­ sen, Jørmann Petersen og trígg­ir aðrir grannskoðarar høv­du annars havt sínar løg­gild­ingar síðani á sumri í 2007. Men eftir drúg­ vu frágreiðingina hjá Umboðsmanninum í nov­ em­ber 2010 bleiv úrslitið, at løg­gildi­ngarnar vórðu tiknar aft­ur. Próvtøkan manglaði, stað­fes­ti kanningin. Áðurnevndu, fýra grann­ skoðarar valdu tó at dra­ ga Løg­mansskriv­stovu­na í rætt­in. Kravið var at fáa Løg­mans­skriv­stovu­na at viður­ken­na, at teir­ra løg­gil­ d­ing­ar sum grann­skoð­ar­ar eru enda­lig­ar og bind­an­di fyri før­oyska skrá­set­ing­a­r­ myndug­leik­an, og at aft­ur­ tøk­an av løg­gild­ing­un­um 21. febr­u­ar í fjør skuldi ógild­ast. Langi rættarvegurin Advokaturin hjá teimum fýra grannskoðarunum, Chris­tia­n Andreasen, metti mál­ið somikið prinsipielt, at hann bað um at fáa tað roynt í Landsrættinum bein­ an­vegin. Men tað vildi Løg­ mans­skrivstovan ikki, og tí byrj­a­r tað í Føroya Rætti. Har­við eru útlit til eitt sera langt mál, ið uttan iva verður kært til hægri rætt av tap­andi partinum, óansæð niður­støðuna hjá rættinum. Stevningin móti Løg­ mans­skrivstovuni varð skriv­ að í fjørheyst, og fyrireikandi rættarfundur varð settur at vera ídag. Men viðgerðin er í fyrstu atløgu útsett 1-2 vikur, hetta av praktiskum ávum. Tíðarrokningin Umframt at grann­skoðar­ ar­nir sum nevnt vilja hava Løg­mansskrivstovuna at ógilda sína egnu afturtøku av løggildingunum, so vilja teir heldur ikki góðtaka tíðar­ rokn­ingina hjá løgmanni. Tá Kaj Leo Holm J­o­hanne­ sen gav grann­skoðar­unum trý ár at fáa próv­tøku­na upp­á pláss, so skul­du tey trý ár­ini roknast frá 21. februar 2012. Men tað vilja grann­ skoð­ar­arnir sum nevnt ikki góðtaka. Umvegis advo­ka­ tin føra teir fram, at verður freistin galdandi, meðan rættarmálið koyrir, so verður rættartrygdin hjá teimum útholað. tað ber ikki til hjá saksøkjarunum at føra rættar­mál og samstundis fyri­reika seg og fara upp til próv­tøku. Og harumframt føra teir fram í stevningini móti Løgmansskrivstovuni, at ongar reglur eru orðaðar fyri føroyska próvtøku á økinum. Hesar reglur og frá­ boðan um komandi próv­tøku fyri grannskoðarar vórðu kunngjørd um dagar­nar. Advokaturin hjá teimum fýra grannskoðarunum vísir á, at myndugleikin líður einki tap við at útseta freistina, so leingi sum rættarmálið koyrir, tí grannskoðararnir longu hava arbeitt í smá seks ár sum løggildir grann­ skoð­arar. Vanligt er ikki, at eitt rættar­mál gevur steðgandi virkn­að, men í hesum føri eru umstøðurnar serligar, metir Christian Andreasen. Status Ein av teimum fýra grann­ skoðarunum, ið stevnir Løg­ mans­skrivstovuni, hev­ur í vetur longu staðið próv­ tøku­na sum løggildur grann­ skoðari. 19. november í fjør tók Jørmann Peter­sen, ið starvast hjá grann­skoð­ara­ fyri­tøku­ni Janu­ar, donsku roynd­ina sum stats­auto­ri­ serað­ur grann­skoð­ari. Ein annar av grann­ skoðaru­num, Ole Guld­borg Niel­sen, ar­beiðir ikki long­ ur sum grannskoðari. Hann er í dag fíggjarleiðari í Eik Banka. Jógvan Joensen er grann­skoðari hjá Janu­ar. Men meðan starvs­felag­ in Jør­mann Petersen í dag undir­skrivar seg ”stats­aut. re­vi­sor,” so brúkar Jógvan Joen­sen heitið ”løg­gild­ur grann­skoð­ari.” Fjórði grann­ skoðarin­, Bjarni Arna­son, er í dag ann­ar av parta­eigar­un­ um í grann­skoðara­fyri­tøkuni A&M. Í gjár kom eitt serblað um Før­oyar út við Politiken og Jyllandsposten í Danmark. Enda­málið við blaðnum, sum er 20 síður til støddar, er at vísa dønum eina breiða og annarleiðis mynd av Før­ oy­u­m. Eitt líknandi blað var giv­ ið út í fjør og fekk sera góða undirtøku, tí var avgørt at arbeiða víðari eftir sama leisti. Hesaferð er blaðið tó víð­kað til eisini at koma út við Jyllandspostinum fyri at røkka einum breiðari lesara­ skara. Politiken kemur út í 230.000 eintøkum og Jyl­ lands­posten í 170.000 ein­ tøk­um. Blaðið hevur greinar um so ymisk øki sum tón­leik, mat, bókmentir, arki­tek­t­ur og Føroyar sum ráð­stevnu­ land umframt greinar um ferða­mál, m.a. eina grein, sum lýsir ymiskar oyggjar sum ferðamál. Umframt at geva eitt blað út í Danmark hevur Ferða­ráðið saman við Smyril Line og Atlantic Air­ ways tikið stig til at geva eitt líknandi blað út í Ís­ landi. Hetta blaðið er eisini 20 síður og verður borið út við Frettablaðnum 9. mars. Endamálið við blaðnum er at lata eyguni hjá ís­lend­ ing­um upp fyri Føroyum sum ferðamáli. Frettablaðið verður bor­ið ókeypis um tað mesta av Íslandi og er mest lisna blað í Íslandi, umleið 60% av íslendingum lesa blaðið. Serblað um Føroyar í Danmark og Íslandi Grannskoðarar biðja um longri freist Føroya Rættur skal fyrsta dagin taka støðu til, hvussu langa tíð fýra av grannskoðarunum í sonevnda grannskoðaramálinum skulu hava at fáa síni pappír í lagi. Stevningin móti Løgmansskrivstovuni má hava útsetandi virknað, sigur advokatur teirra Kåret som verdens smukkeste og mest unikke ø-rige af National Geographic Traveler FÆRØSK FUNKIS Modernistisk arkitektur finder du også på Færøerne EUROPAMESTER I ØLBRYGNING Én af Europas bedste øl stammer fra Færøerne Hent den elektroniske udgave med EKSTRA KONKURRENCE. Vind fx en kasse med Færøernes eget mørke øl FÆRØERNE ANNONCETILLÆG VIND EN REJSE FOR TO Side 20 ET ANDERLEDES KONFERENCE- OPHOLD Få renset tankerne i unikke naturomgivelser GOURMET- OPLEVELSER Menuen kommer på iPad i Tórshavn FAKTA Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevur gjørt av at staðfesta avgerðina hjá Skráseting Føroya um afturtøku av løggildingum hjá grannskoðarum í sokallaða grannskoðaramálinum. Tað merkir, at løggildingarnar hjá grannskoðarunum verða tiknar aftur. Tó verður eitt ára frestin hjá fýra av grannskoðaranum at taka lógarásettu próvtøkuna longd til trý ár. Grundgevingin fyri longdu frestini er, at løgmaður metir, at próvtøkan kann væntast at verða á so høgum stigi, at rúmari fyrireikingartíð krevst enn hon, Skráseting Føroya hevur ásett. - Brot úr tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni, 22. februar 2012