Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Annað hvønn mánað hittast menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, í ein­ um sjálvhjálparbólki. Hetta er ein bólkur, sum Krabba­ meins­felag­ið varar av. Formaðurin í bólkinum, Eirik­ur Ólason, merkir, at tal­ ið av monnum, sum lut­taka í bólki­num, er vaksandi. - Seinastu ferðirnar hava vit verið umleið 20 mans, sum hava hitst í bólkinum, og mín fatan er, at tað koma støð­ugt fleiri menn afturat bólki­num, sigur Eirikur Óla­ son. Fara til lækna Hann heldur, at tað er blivið al­samt vanligari, at menn fara til lækna, um teir hava ill­gruna um krabbamein. - Fyrr var tað kanska so­ leið­is, at mannfólk aftraðu seg við at fara til læknan og lata seg kanna, men soleiðis er ikki í dag. Menninir í dag tora betur at fara til læknan, sig­ur Eirikur Ólason og held­ ur fram: - Eg haldi, at fleiri orsøkir eru til, at fleiri menn fara til lækn­an fyri at blíva kann­ að­ir fyri krabbamein. Fyrst og fremst er kunningin um menn og krabbamein bliv­in betri og betri, soleiðis at vit mannfólk í dag vita meir um sjúku­eyðkenni og so fram­ veg­is. Harafturat hev­ur til­ tak­ið Movember, har menn lata yvirskeggið vak­sa, eisini gjørt sítt til, at ljós eisini hev­ ur verið varpað á týdn­ing­in um at fara til lækn­an í góðari tíð, um so er, at tú hevur ill­ gruna um ein svull, greiðir Eirik­ur Ólason frá. Úr øllum Føroyum Teir menninir, sum eru við í Sjálvhjálparbólkinum fyri menn, ið hava ella hava havt pro­statakrabba, eru rættiliga ymisk­ir. - Av tí at talan er um menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, eru teir flestu frá 45 ár og uppeftir. Teir eru ymiskir, hava ymisk ar­beiði og koma eisini ymsa­ stað­ni úr Føroyum. Men tað, teir hava í felag, er krabba­ mein, sigur Eirikur Ólason. Sjálvhjálparbólkurin bleiv sett­ur á stovn í 2010, og líka síða­ni hevur áhugin fyri bólki­num verið stórur. - Eg merki ein vaksandi áhuga frá monnum, tí fyri­ spurn­ingar um bólkin gerast fleiri og fleiri, og harafturat fái eg eisini uppringingar frá monn­um, ið hava einhvønn spurn­ing um krabbamein, greið­ir Eirikur Ólason frá. Tá Sjálvhjálparbólkurin hitt­ist, er ymiskt á skránni. - Vit plaga at hava fyri­ lestr­ar um krabbamein, fáa vitjan­ir útifrá, har onkur for­ tel­ur sína søgu, og so plaga vit eisini at hava føroyskar lækn­ar, sum greiða frá um krabba­mein. Javnan fara vit eisini út at eta, og tá plaga vit at hava makarnar við, sigur Eirik­ur Ólason. Nýggj andlit á hvørjum fundi - Hvørja ferð vit hittast, síggi eg nýggjar menn í bólkinum. Tað sigur Eirikur Ólason, formaður í Sjálvhjálparbólkinum fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba krabbamein Rannvá G. Fossaberg Í fjør fekk 48 ára gamli Niels Winther Poulsen stað­fest krabbamein í bløðru­háls­ kertlinum. Fram­man­und­a­n hevði hann ikki merkt nak­ að til sjú­ku­eyð­ken­ni, og tí var tað held­ur til­vild­ar­ligt, at hann bað lækn­an kan­na seg fyri hesa krabba­meins­ sjúk­u­na. - Seinasta summar hevði eg havt ilt í beini­num í eina tíð, og tað var blivið nakað hovið. Eitt marathon var fyri framm­an, so eg rann og vandi dúgliga. Eg fór tí til kom­mu­nu­læknan, for­tel­ ur Niels Winther Poulsen, sum dagliga starvast sum sak­førari. - Læknin segði, at eg skul­di taka blóðroynd, og í tí hann situr og krossar av á pappírinum, spyrji eg hann av tilvild, um tey ikki eisini kunnu kanna meg fyri krabbamein í bløðru­ hálskertlinum, sig­ur Niels Winther Poulsen og leggur afturat: - Onkur í familjuni gekk reglu­liga til kann­inga­r fyri krabba­mein í bløðru­háls­ kertli­num, og nú nærk­ist eg 50, so eg eg hevði framman­ undan hugs­að, at eg hoyrdi til tann aldursbólkin, sum kann fáa hetta slagi av krabb­a­mein. Er opin um sjúkuna Nakrar vikur seinni kun­di lækn­in staðfesta, at Niels Wint­her Poulsen hevði krabba­m­ein í bløðru­háls­ kertli­num. - Fleiri kanningar blivu gjørdar afturat, og læknarnir fortaldu, at hóast krabbameinið var rættiliga ógvusligt í sjálv­ um kertlinum, var tað ikki farið útum kertilin. Eft­ir drúgvar kanningar bleiv eg skurðviðgjørdur í okto­ber og harvið frískur, greið­ir Niels Winther Poul­sen frá. Hann valdi beinan­veg­in at tosa opið um sjúk­u­na. - Tað valdi eg at gera fyrst og fremst fyri børn­ ini. Eg haldi, at tað hevði bara gjørt alt meira tru­pult, um eg skuldi goymt tað fyri børnunum, sigur Niels Winther Poulsen. Hann hevur á ongan hátt merkt, at fólk ikki vilja tosa um sjúkuna. - Hvørki meðan eg var sjúkur og heldur ikki nú, eg eri vorðin frísk­ur, havi eg merkt nak­að til, at tað er tabu at tosa um krabba­ mein í bløðru­háls­kertli­num. Sjálvur gangi eg ikki og nevni tað bara soleiðis fyri einum og hvørjum, men um onkur spyr meg, so práti eg fegin um tað, for­tel­ur Niels Winther Poul­sen. Tilvildarlig blóðroynd staðfesti krabbamein Tað var nærum av tilvild, at Niels Winther Poulsen lat seg kanna fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum. Í oktober bleiv hann skurðviðgjørdur fyri krabbamein Eirikur Ólason, formaður í Sjálvhjálparbólkinum fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba Niels Winther Poulsen