Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Hvørt ár fáa næstan hundrað menn í Føroyum staðfest krabba­mein. Størsti parturin av hesum monnunum fáa stað­fest krabbamein í bløru­ háls­kertli­num. Talið hevur verið støðugt vaksandi sein­ astu árini. Hetta vísir ein upp­gerð yvir títtleikan av krabba­meins­tilburðum hjá mon­n­um í Føroyum. Ein av orsøkunum til vaks­andi talið av krabba­ meins­tilburð­um í bløðru- háls­kert­li­num er, at fleiri menn fara til lækna at lata seg kanna. Ynskja kanningar Dánjal Petur Højgaard, kom­ mu­nu­lækni í Havn, upplivir at alsamt fleiri menn koma í hansara viðtaluhøli fyri at verða kannaðir. - Hyggja vit nøkur fá ár aftur í tíðina, vóru tað als ikki líka nógvir menn, sum ko­mu í viðtaluhøli fyri at blíva kannaðir fyri pro­sta­ ta­krabba. Av tí at tað í størri mun í dag enn fyrr verður varp­að ljós á krabbamein, eru menninir meiri tilvitaðir um týdningin um at lata seg kanna, sigur Dánjal Petur Høj­gaard. Vanliga verða menn, sum koma til lækna fyri at verða kann­að­ir fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum, bólk­ aði­r í tveir bólkar. - Tað eru teir, sum ikki merk­ja nøkur sjúkueyðkenni, men sum vilja vera á tryggu síðu­ni, og tískil lata seg kanna. Síðani eru tað teir, sum hava sjúkueyðkenni, sum er eitt nú at hava trupul­leikar við at kasta sær av vatninum, sum koma til kann­ingar, greiðir Dánjal Pet­ ur Højgaard frá. Hann heldur, at flestu menn í dag eru rætti­liga til­ vit­að­ir um krabba­mein í bløðru­háls­kertli­num. - Tað hevur púra greitt havt eina ávirkan, at meira fokus hevur verið á hesa sjúku­na seinastu árini. Eitt er, at læknar og sjúklingar tosa meir um hetta slagið av krabba­mein, men harafturat so hevur eisini nógv verið at sæð, hoyrt og lisið um krabba­mein sum heild í før­ oysku fjølmiðlunum. Menn ringja um hjálp Eisini Krabbameinsfelagið merk­ir, at fleiri før­oysk mann­fólk fáa stað­fest krabba­mein í bløðru­háls­ kertlinum. - Vit fáa nógv fleiri fyri­ spurn­ingar um hetta slagið av krabbameini í dag, enn hvat vit gjørdu fyri nøkrum árum síðani, sigur Jákup N. Ol­sen, sum er formaður í Krabba­meins­felagnum. At fleiri menn fáa stað­ fest krabbamein í bløðru­ háls­kertli­num merkja tey í felag­num serliga væl, tá ringt verð­ur til teirra. - Fyrr vóru tað so at siga bert kvinnur, sum settu seg í samband við felagið. Eisini var vanligt, at tær ringdu fyri mann­in. Men soleiðis er ikki í dag, tí nú ringja menninir sjálv­ir til okkum, sigur Jákup N. Olsen, sum eins og Dánjal Petur Højgaard merkir, at krabba­mein hjá monnum ikki er eitt eins stórt tabu, og tað hevur verið. - Tað verður tosað meira op­ið um prostatakrabba í dag, og menninir sjálvir tora betur at práta um evn­ ið. Hetta leggi eg eisini merki til, tá eg møti onkrum monnu­m, tí teir koma sjálvir inn á evnið og hava hug til at práta um tað, greiðir Jákup N. Olsen frá. Hann heldur, at upp­ lýs­ing­ar­átøk, sum eitt nú Krabba­meinsfelagið hevur staðið fyri, hava havt stóra ávirk­an. - Tað, at menninir javn­an verða upplýstir um krab­ba­ mein, hevur heilt víst gjørt, at teir eru meira til­vit­að­ir um at fara til lækn­an. Eisini hevur Sjálv­hjálp­ar­bólk­ur­in hjá Krabba­meins­felag­num ver­ið við til gera, at krab­ba­ mein í bløðr­u­háls­kertli­num ikki er eitt tabu, sum tað kanska hevur verið fyri sum­ mi, sigur Jákup N. Ol­sen. Eingin skipað screening Í verandi løtu er eingin skip­ að screening fyri mannfólk, ei­ns og tað er fyri kvinnnur. - Avgerð er tikin, um at vit kommunulæknar ikki skulu hava nakra skipaða screen­ ing. Í dag koma mannfólk sjálv til lækna og verða kann­að. Hetta eru bæði teir, ið ongi sjúkueyðkenni hava, men kenna seg í vanda­bólki­ num, og so koma eisini teir menn­in­ir, ið hava sjúku­eyð­ kenn­ini, greiðir Dánjal Petur Hø­j­gaard frá. Hann heldur ikki, at lækn­arnir ­skulu fara undir at screena mannfólk á sama hátt, sum gjørt verður við kvinn­ur, áðrenn drúgvar kann­ing­ar og útrokningar eru gjørdar á økinum. - Tað er eitt stórt apparat, sum skal setast í gongd og hugs­ast kann, at møguliga nógv­ir menn skulu skurð­við­ gerast, og tí má øll skipanin verða til reiðar. Tískil er hetta ikki nakað, sum vit kunnu gera bara soleiðis utt­ an víðari, sigur Dánjal Petur Høj­gaard. Heldur ikki formaðurin í Krabbameinsfelagnum held- u­r, at ein skipað screening er nak­að, sum hevur skund. - Vit royna at kunna menn um, at til ber at fara til sín egna kommunulækna og taka eina blóðroynd, og síðani fáa staðfest, um ein hev­ur bløðruhálskrabba ella ikki, so tað er ikki tí, at tað er torført at lata seg kanna, sigur Jákup N. Olsen og legg­ ur afturat. - Hóast vit ikki hava nakra skipaða screening av monn­um, so fylgja vit væl við, hvussu londini rundan um okkum gera, og hvørjar roynd­ir tey hava við eitt nú skipað­ari screening. krabbamein Menn tora betur til læknan Talið av føroyskum monnum, ið fáa staðfest krabbamein í bløðruhálskertlinum, hevur verið vaksandi seinastu tíggju árini. – Mannfólkini eru blivin meira tilvitað um krabbamein og fara til lækna at lata seg kanna, sigur Dánjal Petur Højgaard, kommunulækni Seinastu árini hava al­samt fleiri menn í Føroyum fingið krabba­ mein. Serliga er tað títt­ leik­in av krabbameini í bløðru­háls­kertlinum, ið er vaksin síðani ár 2000. Tað vísir ein uppgerð frá Heilsu­málaráðnum við tøl­um, ið um­boða títt­ leik­an av krabba­meins­ til­burð­um frá ár 2000 til 2010. Fleiri or­søk­ir eru til, at tal­ið av krab­ba­mei­ni í bløðru­háls­kert­li­num hev­ur verið vaks­andi. Fyr­st og fremst fara fleiri mann­fólk til læk­na at lata seg kan­na, og eisi­ni verð­ ur tos­að meira op­ið um het­ta slag­ið av krabba­ mein. Harafturat er mann­ fólk blivin meira til­vit­að um sína heilsu­støðu. Tað held­ur Pál Weihe, for­mað­ ur í Fólka­heilsu­ráð­num. - Sum heild eru før­oy­ ing­ar blivnir meira til­vit­ aðir um sína heilsustøðu, og vit uppliva, at fólk gera ymiskt fyri at betra um heilsuna og eisini at fyri­byrgja sjúkum. Eitt nú síggja vit, at fólk taka væl undir við teimum fyri­byrgj­andi átøkunum, sum skipað verður fyri, sig­ur Pál Weihe. Fleiri fáa krabbamein Ár Títtleiki 2000 50 2001 53 2002 66 2003 70 2004 74 2005 51 2006 77 2007 108 2008 79 2009 99 2010 88 2000-10 815 Títtleiki av krabba­meins­ til­burðum hjá monnum Ár Títtleiki 2000 4 2001 5 2002 5 2003 13 2004 11 2005 19 2006 25 2007 30 2008 25 2009 35 2010 29 2000-2010 201 Títtleikin av krabba­meini í bløðru­háls­ kertlinum