Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Føroysku kvinnur­ nar vóru bestar Fimleikur Í gjár varð kappast um Sjællandsmeistaraheitið í fimleiki. Kvinnurnar í ÍF Føroyar fimleiki, við einum ári á baki, stóðu seg sera væl í teirra bólki og endaðu á einum fyrsta plássi við heili 4,6 stigum framman fyri nummar tvey Tróndur Arge – Hetta úrslitið kann saman­berast við at vinna ein fót­bólts­dyst við 20 málum, so ikki kann sigast annað, enn at hetta var eitt megnaravrik, sigur Eyð Strøm, ið er venjari hjá fim­leika­liðnum við útisetum. Kappingin, ið byrjaði klokkan 10 í gjár, fór fram í Helsingør, har nógv fólk høvdu leitað sær í høllina. Hóast onkrar smávegis feilir, eru kvinnur­nar samanumtikið væl nøgdar við avrikið á gólvinum, tí seinastu tíðina er nógv orka løgd í broytingar í íðkanini. Næstu ferð verður kappast um DM í estetiskum fimleiki, har kvinnurnar fara at gera seg galdandi á ovastu rók. – Karakterirnir kunnu saman­ berast við teir í bestu deild­ini, og okkara kvinnur liggja á einum 3. plássi eftir kapp­ingina í gjár. Hóast kapp­ingin var sera drúgv, so var lagið gott, tá vit allar á miðnátt vóru aftur í Keypmannahavn við einum gullheiðursmerki um hálsin. Føroysku útisetarnir, ið manna liðið, eru Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursdóttir, Turið Nattestad, Bodil H. Tausen, Ann-Mari Sigurheim, Elin Bærentsen og venjari er Eyð Strøm. trondur@sosialurin.fo www.nordlysid.fo: Hóast tapið, so kunnu leikarnir hjá Stjørnuni verða nøgdir við avrikið. www.svimjing.com: Pál Joensen hevur í dag sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á donsku Øst Langbane Mesterskaber í Ballerup svam teinin uppá 2:26.59, har metið hjá Markusi Joensen frá NMU 2012 var 2:32.59. Hetta var klárt besta tíð í innleiðandi riðlunum, og eisini væl skjótari enn vinnaratíðin í finaluni, har Pál tó ikki luttók. www.hvannrok.fo: Úr Runavík verður sagt, at Durita Chirstophersen hjá Stjørnuni var hóttan allan dystin og spældi besta dystin á vetrinum. www.ab.fo: AB vann venjingardystin mikukvøldið ímóti B36 2-1. Málini hjá AB skutu Dion Splidt og Sorin Anghel. www.fsf.fo: Upprunaliga skuldi dysturin millum HB og B36 eisini spælast leygardagin, men eftir umbøn frá havnarfeløgunum, er brakið um høvuðsstaðin flutt til sunnudagin 10. mars. www.tb.fo - Samrøða við Óla Johannesen: Stuttligasta uppliving sum leikari í TB? Altíd líka stuttligt at gera tunnel vid teir ungu www.b36.fo: Tað eydnaðist ikki at manna starvsnevnd felagsins, og tí verður eykaaðalfundur hildin um tvær vikur Heimasíðurnar siga: Tórshavnar Súkklufelag skip­ aði leygardagin fyri fyrstu súkklukapping í hesum ári­ num. Kappast varð í einkultstarti, og koyrt bleiv úr Havn til Kaldbak og aftur. Startur og mál var við Plantusøluna á Hvíta­nes­vegnum, og hesin tein­ur er uml. 30 km. Favoritturin at vinna kapp­ ingina vann, og tað var Guð­ mundur Joensen, ið fór við sigri­num. Hann koyrdi teinin upp­á 49 minuttir og 13 sekund. Jóa­nis Albert Nielsen hevði ein góðan dag, og hann kom á mál bert hálvan minutt eftir Guð­ mund. Jóanis brúkti 49 minuttir og 47 sekund um teir 30 kilo­ metr­ar­nar. Nakað av vindi var leygar­ morgunin, og tað ávirkaði tíð­ ir­nar hjá súkklarunum. Besta tíðin á hesum teini er umleið 43 minuttir, men kapp­inga­ r­árið er júst byrjað, og enn er formurin ikki har hann skal hjá teimum, ið ætla sær at vinna sær eitt pláss á før­ oyska súkklulandsliðnum. Hesi skulu, eins og fleiri onn­ur ítróttarfólk, kappast á Ber­mu­ da, tá Oyggjaleikir verða í juli mánað. Næsta kapping hjá Tórs­ havn­ar Súkklufelag verður leygar­dagin 16. mars. Tá verður koyrt 70 km landavegkoyring. Guðmundur fór við sigrinum Úrslitið í ársins fyrstu súkklukapping var hetta: 1. Guðmundur Joensen, ................................00:49:14 2. Jóanis Albert Nielsen, ..............................00:49:46 3. Gunnar Dahl-Olsen, ..................................00:51:13 4. Dávur Magnussen, ....................................00:53:15 5. Tummas Óli Olsen, ....................................01:02:14 6. Evald Rasmussen, .....................................01:06:02