Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið EB/Streymur tók fyrsta steypið Fótbóltur Tað var fult uppiborið, at føroyameistararnir endaðu omaná í stórsteypa­ dystinum í gjár, tí EB/Streymur skapti meira og hevði fleiri kjansir enn Víkingur Hilmar Jan Hansen At veðrið til fyrireikingarnar í ár hevur verið frægari enn seinnu árini, sást aftur í Stórsteypadystinum í gjár millum føroyameistararnar úr EB/Streymi og steypavinnararnar úr Víkingi, tí spælið var betri, enn tað ofta hevur verið í hesum dyst­ inum, sum er fastur táttur eina viku undan kappingarbyrjan. Ferðin á spælinum var góð og feilirnir ikki so nógvir, sum teir ofta hava verið í dystum undan kapp­ingini, og hartil vóru mál­ kjansir við jøvnum millumbilum, so áskoð­ararnir høvdu onga orsøk til at keða seg. Serliga væl lá fyri hjá EB/Streymi, ið legði til brots við at trýsta Víking mestsum beinanvegin. Burtur úr tí spurdust tveir góðir møguleikar, tá Gunnar Zachariasen slapp ígjøgnum í høgru síðu og royndi seg ímóti Geza Turi, ið tó fekk vart fyri í báðum førum. Nakað inn í fyrra hálvleik kom Víkingur betur við og fekk skapt onkrar vandamiklar í sambandi við hornaspørk, har tað serliga var nær við, at Atli Gregersen fekk skalla í kassan ta einu ferðina, men René Tórgarð í evstu løtu fekk sligið bóltin burtur, heilt uppi í saman­ komingini. Men so bragdaði brádliga, tá bara tveir minuttir vóru eftir til steðgin, og nú var tað EB/Streymur, ið gjørdi ein vørr. Gert Hansen hevði eitt langt innkast frammarlaga í høgru síðu, sum Brian Olsen forlongdi enn longur inn í brotsteigin, har Arnbjørn Hansen fekk tamt bóltin til Niels Paula, ið smekkaði bóltin flatt í málið – Tað er altíð stuttligt at skora, so eg vóni bara, at hetta fer at halda fram, sigur Niels Pauli, sum hevur víst gott máltev og skotið fleiri mál í venjingardystum í síðstuni. Málið var tað, ið skuldi til fyri at lata dystin meira upp, men tað var um reppið, at EB/Streymur fekk økt til 2-0 fyri steðgin eisini, men onkursvegna var Leif Niclasen ikki nóg kaldur, tá hann kom púra leysur, tí skotið fór langt uppum. Og mestsum beinanvegin eftir steðg­in kundi EB/Streymur aftur fing­ið mál, tá Gunnar Zachariasen hevði ein so stóran avbrennara, sum sjáldan er sæddur, tá hann púra leysur fyri málinum megnaði at senda á stongina… Fleiri kjansir Í seinna hálvleiki var spælið meira yviri á hálvuni hjá EB/Streymi, tí Víkingur royndi at trýsta, men sjáldan stóðust vandastøður burturúr. Tó hevði Finnur Justinussen eina góða skotroynd, ið René Tórgarð fekk tamarhald á, og í hin­um endanum á vøllinum mundi Geza Turi drálað ov leingi, tá hann skuldi sparkað út úr brotsteiginum, tí tað endaði við, at Brian Olsen fekk taklað hann, so bólturin fór uppum, men akkurát tað sama kundi farið beint í málið. Tá avtornaði, vann EB/Streymur dystin við einsamalla málinum hjá Niels Paula Danielsen, og hann helt eisini, at tað var eitt hóskandi úrslit, tí EB/Streymur hevði havt munin: – Eg haldi, at hetta var ein fínur dystur. Vit spældu ein øgiliga góð­ an fyrra hálvleik og skaptu fleiri kjansir, og sjálvt um teir kanska tóku eitt sindur yvir í seinna hálv­ leiki, so skaptu vit fleiri kjansir upp á mótálop. Teir vóru ikki serliga vanda­miklir, uttan í deyðbólts­støð­ unum, segði ungi málskjúttin. Stórsteypadysturin er eitt sam­ starv millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, og umframt fótbóltin, er eitt endamál við dyst­ inum eisini at útvega pengar til vælgerðar endamál. Tá liðugt var, kundi ovastin fyri Lions Club í Før­ oy­um, Finnbogi Niclasen, eisini handað eitt gávubræv upp á 50.000 krónur, sum fer til eitt Litegait- hjálpi­tól á Landssjúkrahúsinum. hilmarjan@sosialurin.fo Myndir: Sofus Johannesen EB/Streymur - Víkingur 1-0 (1-0) 1-0: Niels Pauli Danielsen, 43. EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Árni G. Olsen (Hanus Olsen, 24.) – Gunnar Zachariasen (Arnar Dam, 78.), Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen (Jens Michael Jensen, 88.) – Leif Niclasen (Jónstein Magnussen, 90.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen Gul kort: Niels Pauli Danielsen, Marni Djurhuus Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Bergur Gregersen, Hanus Jacobsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Heðin Hansen (Ingi Sørensen, 74.), Jann Ingi Petersen (Niclas Niclasen, 83.), André Olsen (Magnus Jarnskor, 74.) – Filip Djordjevic (Martin Olsen, 83.), Finnur Justinussen Gul kort: Filip Djordjevic, Atli Gregersen, Niclas Niclasen Dómari: Lars Müller stórsteypadystur