Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Atlantic airways deildin - Visti hvar eg skuldi skjóta Hondbóltur Tað sigur Agnar Joensen, sum við málinum til 22-22 í evstu løtu helt lív í FM vónini hjá VÍF. H71 var á odda við trimum, men fingu einki mál seinastu fimm minuttirnar. Millum annað kostaði ein feilur á bonkinum útvísting tríggjar minuttir fyri tíð Tróndur Arge Oddabrakið í Vestmanna millum VÍF og H71 endaði við javnleiki 22-22. Dysturin hevði alt, sum ein kann vænta av einum oddabrakið í føroyskum hondbólti. Tað var nógv ferð á spælinum, men uttan teir nógvu teknisku feilirnar. Dysturin var javnur og liðini skiftust um at hava yvirtakið. Dómararnir løgdu eina greiða linju og tað skiltu spælararnir. Hóast nógvar útvísingar, so varð dysturin spældur í einum góðum ítróttaranda. Fyri spenningin í Atlantic Airways deildini, so kom tað væl við, at Agnar Joensen javnaði tá fá sekund vóru eftir av dystinum. Nú er stórur spenningur millum um hvør av H71, VÍF og Kyndli fylgir KÍF í FM finaluna. Talan var í allar mátar um ein góða lýsing fyri føroyskan hondbólt. - Visti hvar eg skuldi skjóta Agnar Joensen var ivaleysur hvar hann skuldi skjóta, tá hann bleiv sendur avstað í skjótálopið minni enn ein hálvan minutt fyri tíð. - Eg visti hvar eg skuldi skjóta um eg fekk fatur á hasum bóltinum. Eg hyggi nógv eftir hvør er í mál, og hasin hevur tað við at seta seg, tá mann leggur seg, greiður Agnar Joensen frá. Málið merkir, at munurin upp til H71 framvegis bara er eitt stig. - Hatta stigið kann blíva týdningarmikið. Hetta kann verða stigið, sum er munurin, tá alt kemur til alt, sigur Agnar Joensen. Vestmenningurin metir tó ikki, at FM vónin hevði brostið um skotið endaði á eitt nú tvørstongini. - So leingi tú hevur møguleikan, so er vónin eisini har. Tað hevði hon eisini verið um vit taptu í dag. Teir hava eisini kollfirðingar eftir, og eg haldi eisini at H71 kann missa stig móti eitt nú Kyndil og strandingum, so einki er avgjørt, sigur strikuspælarin hjá VÍF. Agnar heldur, at hoyvíkingar vóru eitt sindur hepnir at fáa annað stigið, sjálvt um VÍF var aftanfyri við trimum tá smáir fimm minuttir eru eftir. - Teir hava marginalarnir við sær í dag. Teir fáa tvey mál, har returbólturin kemur beint út til teir. Teir skora tvey mál meðan hondin er uppi, umframt at vit raka stengurnar fleiri ferðir. So alt í alt, so haldi eg at teir vóru hepnir at fáa eitt stig, sigur Agnar við einum smíli, meðan ein H71 spælari gongur framvið. - Vit kunnu verða nøgdir við eina stigi um tú hyggur eftir gongdini í dystinum. Teir hava marginalarnir á síni síðu, og vit eru aftanfyri við trimum málum tá smáir fimm minuttir eru eftir, sigur Agnar víðari. Serliga er tað Bogdan Florea, sum vestmenningar fáa tamarhald á. Hann spældi ein góðan dyst fyri H71. Men hann og hinir á H71 liðnum fáa einki mál seinastu fimm minuttirnar. - Tað er Bogdan Florea, sum traðkar til hjá teimum og honum megna vit at steðga seinastu fimm minuttirnar. Tað er hann, sum spælið gongur í gjøgnum, sigur Agnar. Dysturin var ikki merktur av óndum spæli, men tað komu nógvar útvísingar. VÍF fekk ikki færri enn átta. - Vit vóru til reiðar at fáa allar hasar útvísingarnar. Vit vóru noyddir at verða ágrýtnir í verjuspælinum og tað tú blívur eisini eyka klárur við at dekka hart, sigur Agnar Joensen, sum átti onkra av útvísinginum sjálvur. Strikuspælarin er ikki í iva um, at tað var í júst verjuspælinum, at VÍF megnaði at vinna sær eitt stig í gjár. - Tú sigur mangan í hondbólti, at tú vinnur dystirnar í verjuni. Eg haldi vit vinna stigið í dag í verjuni, sigur Agnar Joensen avgjørdur at enda. Býtt útvísing kostar dýrt Tá góðir tríggir minuttir eru eftir av dystinum fær bonkurin hjá H71 eina tveir minuttur útvísing. H71 var á veg í álop, tá útvísingin brádliga fellur. Tað var ilt at fáa eyga á akkurát hvat hendi. - Tað var ein spælari, sum helt at hann skuldi inn og traðkar inn á vøllin, greiður Petur Mittún, venjari hjá H71, frá. Hann er iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna. H71 brendi eisini eitt brotskast stutt fyri tíð. Beint áðrenn Rúni Højgaard skuldi taka brotskastið fór Agnar Joensen yvir til hann og prikaði hann á ryggin. - Eg segði við hann; Rúni, hetta skotið kemur at kosta tær eitt stig. Hann svarar; “Vit fáa at síggja”, greiður Agnar Joensen frá meðan hann flennur. Hesa ferð fekk Agnar so rætt í síni speisku viðmerking, men stigatalvan sigur, at H71 kann avgera alt sjálvir um teir vinna sínar dystir. Men sum kappingarárið hevur verið higartil, so er einki so einfalt sum tað. trondur@sosialurin.fo Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 18 538 405 133 29 2 H71 18 491 443 48 23 3 VÍF 18 515 451 64 22 4 Kyndil 18 471 459 12 21 5 StÍF 18 438 421 17 17 6 Neistin 18 428 460 -32 14 7 Team Klaksvík 18 349 591 -242 0 Tølini tala: VÍF - H71: Tekniskir feilir: 9 - 16 Skot á mál: 47 – 41 agnar í hornatøkum