mánadagur 4. mars 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Stjørnan skal hava nýggjan venjara
til seks teir seinastu dystirnar í
landskappingini. Tað er greitt, eftir
at Stjørnan hevur boðað frá, at
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen er
uppsagdur.
– Eg skilji væl avgerðina. Eg veit
hvørju støðu felagið er í og skilji
avgerðina, sigur Svein Rógvi í stutt
ari viðmerking við Sosialin.
Stjørnan hevur tað ikki lætt
fíggjarliga í løtuni, og hevur ikki ráð
at hava ein venjara í føstum starvi.
Fyrr í hesum kappingarárinum
skifti Simona Petersen til Kyndil
og Elisabeth Bergvin fór aftur til
Noreg.
– Hetta er fyrst og fremst av
fíggjarligum orsøkum, tí vit eru
ikki so væl fyri, sum vit hava verið.
Svein Rógvi hevur gjørt eitt gott
arbeiði hjá okkum og vilja vit takka
honum fyri tað. 6 dystir eru eftir
og í annaðkvøld vænti eg ein loysn
liggur klár fyri írestandi dystirnar,
sigur Kristoffur Ragnarsson við
Norðlýsið.
Svein Rógvi verður framvegis
ein partur av felagnum, men kem
ur einki at hava við besta liðið at
gera.
– Eg fari nokk at venja onkur av
teimum yngru liðnum, sigur Svein
Rógvi.
Stjørnan hevur í løtuni ein út
lendskan spælara. Tað er Ema
Bezanovic. Tað er ógreitt um hon
heldur fram í felagnum.
Stjørnan hevur vunnið nógv
seinastu 15 árini, men nú er kassin
tómur.
trondur@sosialurin.fo
Fremsta deild kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
15
475
351
124
30
2 Kyndil
15
337
338
-1
16
3 VÍF/Tjaldur
15
365
381
-16
16
4 VB
15
355
384
-29
10
5 StÍF
14
350
395
-45
9
6 Stjørnan
14
324
357
-33
7
VÍF/Tjaldur - Stjørnan 27-24 (17-17)
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 9, Eilin Hansen 5, Liljan Djurhuus 4, Heidi Sevdal 3,
Amanda Kristensen 3, Barbara Nygaard 2, Linda Davidsen 1
Stjørnan: Durita Christophersen 9, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 5, Judit Hansen 2,
Una Olsen 2
Neistin - Kyndil 31-21 (20-8)
Neistin: Barbara Brauer 10, Nicloleta R. Hansen 7, Jacklin Durhuus 5, Unnur Danielsen 4,
Bára Hansen 4, Eir Berg 1
Kyndil: Anja Heinadóttir 6, Simona Petersen 3, Jórun Ludvig 2, Turið Arge 2,
Bjarta Johansen 2, Gurið Eystberg 2, Anna Brimnes 1, Bára K. Hansen 1, Simona Jacob 1,
Annika Sigurðsdóttir 1
Eg skilji avgerðina
Hondbóltur Tað sigur Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, sum er
uppsagdur sum venjari hjá Stjørnuni. Orsøkirnar eru fíggjarligar
VÍF/Tjaldur vann aftur um viku
skiftið og hevur nú hálað inn á
Kyndil á øðrum plássi. Neistin er
greitt oddalið og vann á Kyndli, sum
hevur Simonu Petersen við á fyrsta
sinni. VÍF/Tjaldur vann við trimum
málum á Stjørnuni.
Dysturin í Runavík var leingi
javnur. Til stutt fyri hálvleik var
Stjørnan greitt oman á. Serliga
Durita Christophersen var í góða
lagnum og meddaði bóltar í kassan.
Í seinna hávleiki gekk leingi javnt
á, men seinastu fimm minuttirnar
koppaði dysturin til fyrimuns til
felagsliðið.
Í høllini á Hálsi var ongin slingur
í valsinum hjá Neistanum. Dysturin
var bara nakrar minuttir gamal,
tá tað gjørdist øllum greitt, at tað
var ikki hesa ferð, at Neistin fór at
missa stig. Við Barbaru Brauer á
odda trumlaði Neistin Kyndil um
koll og vann við tíggju málum.
Ájavnt millum VÍF/Tjaldur og Kyndil
fremsta deildin kvinnur
Myndir: Álvur Haraldsen