mánadagur 4. mars 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tá Fleyr í farnu viku vann á SÍ,
kyknaði av nýggjum ein spenningur
í Eikliguni hjá kvinnum, tí nú
smoygdi Fleyr sær fram um SÍ á
stigatalvuni, samstundis sum bara
tveir dystir vóru eftir. Og eftir dyst
irnar um vikuskiftið er tann støðan
óbroytt, tí Fleyr hevur framvegis
munin á SÍ og er tvey stig framman
fyri.
Fleyr var á Kambsdali og spældi
ímóti ÍF, men har skuldi tað vísa
seg, at botnliðið á heimavølli gav
óvæntað harða mótstøðu. Bæði í
fyrsta og triðja setti mátti Fleyr
veruliga stríðast, men í øðrum setti
var eingin ivi. Tá avtornaði, vann
Fleyr tó 3-0 og varðveitt næst
fremsta plássið.
SÍ, sum ikki mátti missa meira
í mun til Fleyr, fyri at varðveita
finaluvónina, tók á heimavølli ímóti
TB, ið eisini megnaði at bíta meira
frá sær, enn væntandi var. SÍ vann
trygt fyrsta sett, men í teimum
báðum síðstu settunum í 3-0 sigr
inum stóð heldur meira á, tí TB vildi
ikki sleppa fyrr enn í síðstu løtu.
Í øllum førum kann staðfestast,
at hvørki Fleyr ella SÍ kunnu siga
seg vera heilt frí fyri nervar og yvir
spenning, nú endabresturin í lands
kappingini hjá kvinnunum nærkast
– og bara annað teirra sleppur altso
í finaluna…
Mjølnir kann velja
Mjølnir, sum í allan vetur hevur
roynst sum besta liðið og bara hev
ur latið trý sett frá sær í teimum 20
dystunum higartil, var líka sannfør
andi sum vant, tá liðið á útivølli á
Giljanesi vann ein tryggan 3-0 sigur
á Drátti.
Og ikki nóg mikið við tí, men
Mjølnir kann í seinasta landskapp
ingarumfarinum enntá velja, um
mótstøðuliðið í FM-finaluni skal
vera Fleyr ella SÍ, tí nú bara eittans
umfarið er eftir, hevur Mjølnir
heimavøll ímóti Fleyr, meðan SÍ í
Sørvági tekur ímóti Ternuni.
Við allari virðing fyri tofta
kvinnum, so talar altso tað allar
mesta fyri, at SÍ vinnur ein heima
sigur og kemur upp á 31 stig, sum er
tað sama, sum Fleyr hevur nú. Og
um so Mjølnir samstundis vinnur
á Fleyr, stendur á jøvnum í stigum
millum tey bæði næstfremstu.
Hendir tað, so verður tað SÍ, ið
endar í finaluni, tí sørvágskvinnur
hava betri settmun enn Fleyr. Men
so spyrst altso, um nakað óvæntað
hendir í øðrum av hesum báðum
dystunum.
Ternan kann í øllum førum bíta
frá sær viðhvørt, og við einum 3-1
sigri á heimavølli ímóti KÍF, vístu
kvinnurnar á Toftum, at tær støð
ugt taka seg fram. Um tað so røkkur
til at hótta í Sørvági, má tíðin bara
vísa.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
20
20
0
60
3
57
39
2 Fleyr
20
15
5
49
23
26
31
3 SÍ
20
15
5
50
16
34
29
4 TB
20
12
8
37
33
4
19
5 Ternan
20
7
13
29
44
-15
16
6 Dráttur
20
7
13
26
41
-15
14
7 KÍF
20
4
16
19
52
-33
9
8 ÍF
20
0
20
2
60
-58
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
17
17
0
51
5
46
33
2 SÍ
17
9
8
34
27
7
18
3 Fleyr
17
6
11
26
34
-8
12
4 Mjølnir
17
1
16
5
50
-45
3
Dráttur - Mjølnir 0-3
(18-25, 13-25, 8-25)
SÍ - TB 3-0
(25-16, 25-21, 25-22)
Ternan - KÍF 3-1
(25-17, 19-25, 25-19, 25-16)
ÍF - Fleyr 0-3
(23-25, 13-25, 22-25)
Fleyr - Mjølnir 2-3
(22-25, 25-11, 25-20, 18-25, 12-15)
ÍF - SÍ 3-1
(25-15, 23-25, 25-19, 25-22)
Hilmar Jan Hansen
Eingin hevur í vetur megnað at gjørt
nakað við ÍF, sum frá byrjan hevur
verið klárt besta liðið í Eikliguni
hjá monnum. Í allan vetur hevur
ÍF tí eisini verið stórfavorittur at
verða annað liðið í FM-finalunum,
og matematiskt hava fuglfirðingar
avgreitt
tann
setningin
langt
síðani.
Spurningurin hevur so bara
verið, hvør annar skuldi koma í
finaluna, og har hevur kappingin
bara staðið millum SÍ og Fleyr, tí
Mjølnir er slett ikki komið upp í
part í vetur.
Men heldur ikki har hevur kapp
ingin verið so øgiliga spennandi, tí
sørvingar hava fyri tað mesta havt
munin og kundu eisini herfyri
tryggja sær finaluplássið.
Í gjár var so eitt slag av einum
finaluforsmakki, tá ÍF og SÍ møttust
á Kambsdali, men tað bleiv tó ikki
so øgiliga spennandi. Og í øllum
førum bleiv tað ikki so spennandi,
sum tá somu lið herfyri spældu
steypafinaluna og SÍ var um reppið
at strúka avstað við øllum, áðrenn
ÍF í evstu løtu í triðja setti fekk vent
dystinum.
Men SÍ megnaði tó at vinna stig
frá ÍF, so tað eftir tvey sett stóð á
jøvnum 1-1. So tóku fuglfirðingar
tó yvir og vunnu tey bæði næstu
settini og dystin 3-1, uttan at talan
tó var um nakran knúsandi sigur,
um sæð verður burtur frá fyrsta
setti, ið ÍF vann trygt.
Í hinum mansdystinum í gjár
megnaði Mjølnir at gera ein vørr, tí
hóast lítið og einki hevur borið til í
vetur, eydnaðist Mjølni at vinna ein
stundum spennandi fimmsettara
ímóti Fleyr, ið kanska hevur mist
geistin, eftir at finalusessurin
glapp.
hilmarjan@sosialurin.fo
Finaluforsmakkur
Flofbóltur Tá menninir hjá ÍF í gjár tóku ímóti
SÍ, var talan um eina smakkiroynd av tí, ið bíðar,
tí hesi bæði liðini møtast í FM-finalunum
Fleyr ella SÍ í finaluna
Flogbóltur Nú bara eitt umfar er eftir, er spenningurin framvegis stórur, um tað verða
kvinnurnar hjá Fleyr ella kvinnurnar hjá SÍ, sum koma í FM-finalurnar ímóti Mjølni
Mynd: Álvur Haraldsen