Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið klaksvíkskappingin Sjálvt um Juventus ikki vann um vikuskiftið, so nærkast teir italska meistaraheitinum. Fríggjakvøldið vóru teir á útivølli móti Napoli, sum er nærmasti kappingarneyti til meistaraheitið. Juventus var omaná frá byrjan og kom eisini á odda við máli, sum Giorgio Chiellini skoraði. Juventus hevði fleiri møguleikar at økja, men vóru óneyvir frammanfyri málinum. Tað endaði við, at Gökhan Inler við lang­ skoti javnaði fyri Napoli stutt fyri hálv­leik. Í seinna hálvleiki var Napoli omaná, men mátti taka til takkar við einum stigi. Tað merkir, at munurin upp til Juventus fram­ vegis er seks stig. AC Milan er í stórformi undan dystinum móti Barcelona í Champions League. Teir vunnu heili 3-0 á Lazio. Sigurin gjørdist væl lættari, tá Lazio fekk Antonio Candreva út­ vístan miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Sampdoria hevur leitað burtur frá botn­ stríðnum. Felagið hevur ikki tap í seks dystir, harav fýra eru vunnir. Bayern Munchen heldur fram at vinna í oddinum í týskum kappingini. Hesa ferð stóð tó meiri á enn vanligt, tá liðið var á vitjan í Hoffenheim. Einsamalla málið í dyst­ inum skoraði Mario Gomez seinna í fyrra hálvleiki. Borussia Dortmund hevði fyrr um vikuskiftið vunnið 3-1 á Hannover 96. Robert Lewandovski skoraði tvey av málunum. Polski framherjin er fleiri ferðir settur í samband við onnur feløg. Millum annað skal Manchester United vera serliga áhugaðir í honum. Bæði Borussia Dortmund og Bayern Munchen hava gott útgangsstøðið í Champions League, og tað hevur Schalke 04 eisini. Teir vunnu ikki minni 4-1 á Wolfsburg á útivølli. Bayern Munchen vann á Arsenal, meðan Schalke 04 og Borussia Dortmund hava javnleikir á útivølli við í bagaguni til seinnu 1/8 finalurnar í Champions League. Sjálvt uttan menn sum Cristiano Ronaldo, Samir Kedira og Mesut Ozil frá byrjan, megnaði Real Madrid at vinna á Barcelona. Úrslitið gjørdist 2-1. Real Madrid hevur lítlan møguleika at vinna La Liga, og tí valdi José Mourinho, venjari hjá Real Madrid, at spara fleiri av spælarunum til Champions League dystin móti Manchester United týskvøldið. Barcelona var nærmast í sterkastu uppstilling, men tað tað sást ikki aftur á vøllinum. Real Madrid kom á odda tíðliga í dystinum, tá Morata sendi bóltin innfyri til Karin Benzema, sum tætt undir málinum skoraði. Lionel Messi javnaði fyri Barcelona, tá Dani Alves spældi hann leysan. Lionel Messi er annars ikki til at kenna aftur fyri tíðina. Hann var lítið sjónligur og gjørdi ikki nógv um seg. Í seinna hálvleiki komu bæði Cristiano Ronaldo og Samir Kedira inn fyri Real Madrid. Seint í seinna hálvleiki avgjørdi Sergio Ramos dystin, tá hann stútaði eitt hornaspark í mál. Real Madrid vann við einum partvís eykaliðið og tykist hava fingið tamarhald á innanhýsis uppgerðinum móti Barcelona. Tó so, so er Barcelona heili 13 stig frammanfyri Real Madrid í landskappingini. Manchester United heldur fram við sínum góða spælið og vann 4-0 á Norwich. Tað er lítið at ivast í, at Manchester United vinnur Premier League. Shinji Kagawa skoraði hattrick. Gareth Bale er í stórformi í løtuni og tað prógvaði hann aftur í gjár, tá Tottenham vann 2-1 á Arsenal. Hann skoraði tað fyrsta, meðan Aaron Lennon økti til 2-0. Arsenal spældi ikki beinleiðis illa, men tað nú verður torført at fáa fatur á Tottenham og Chelsea, sum sita á 3. og 4. plássi. Rafael Benitez er undir stórum trýsti, men tað minkaði nakað, tá Demba Ba legði Chelsea á odda. Eisini QPR fekk ein hart tiltrongdan sigur í botninum. Luis Suarez er nú toppskjútti í Premier League, eftir at hann skoraði hattrick móti Wigan. Liverpool vann 4-0. Fótbóltur kring Evropa nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Bayern München 24 20 3 1 64-8 63 2 Dortmund 24 13 7 4 54-28 46 3 Bayer Leverkusen 24 13 6 5 45-31 45 4 Eintracht Frankfurt 24 11 5 8 38-35 38 5 Freiburg 24 9 9 6 30-23 36 6 Schalke 04 24 10 6 8 41-39 36 7 Hamburger SV 24 10 5 9 29-33 35 8 Mainz 05 24 9 7 8 32-29 34 9 Mönchengladbach 24 8 10 6 33-34 34 10 Hannover 96 24 10 3 11 47-45 33 11 VfB Stuttgart 24 8 5 11 26-42 29 12 Fortuna Dusseldorf 24 7 7 10 29-32 28 13 FC Nürnberg 24 6 10 8 24-31 28 14 Werder Bremen 24 8 4 12 39-48 28 15 Wolfsburg 24 7 6 11 24-37 27 16 Augsburg 24 4 9 11 21-36 21 17 Hoffenheim 24 4 4 16 27-49 16 18 Greuther Fürth 24 2 8 14 14-37 14 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Barcelona 26 22 2 2 83-30 68 2 Atletico Madrid 26 18 3 5 48-23 57 3 Real Madrid 26 17 4 5 64-24 55 4 Malaga 26 12 7 7 37-24 43 5 Valencia 26 12 6 8 38-39 42 6 Real Sociedad 26 11 8 7 44-34 41 7 Betis 26 12 4 10 37-38 40 8 Getafe 26 11 5 10 37-44 38 9 Rayo Vallecano 26 12 2 12 34-43 38 10 Levante 26 10 5 11 32-40 35 11 Valladolid 26 9 7 10 34-33 34 12 Sevilla 25 9 5 11 34-37 32 13 Espanyol 26 8 8 10 31-35 32 14 Athletic Bilbao 26 8 5 13 31-50 29 15 Osasuna 26 7 7 12 22-28 28 16 Granada 26 7 5 14 25-38 26 17 Zaragoza 26 7 4 15 25-38 25 18 Celta Vigo 25 6 5 14 24-32 23 19 Mallorca 26 5 6 15 26-49 21 20 Deportivo La Coruna 26 3 8 15 29-56 17 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester United 28 23 2 3 68-31 71 2 Manchester City 27 16 8 3 50-24 56 3 Tottenham 28 16 6 6 49-33 54 4 Chelsea 28 15 7 6 56-30 52 5 Arsenal 28 13 8 7 53-32 47 6 Everton 28 11 12 5 44-35 45 7 Liverpool 28 11 9 8 53-34 42 8 Swansea 28 10 10 8 39-34 40 9 West Bromwich 28 12 4 12 38-37 40 10 Fulham 28 8 9 11 39-44 33 11 Stoke 28 7 12 9 26-33 33 12 West Ham 28 9 6 13 32-41 33 13 Norwich 28 7 11 10 27-45 32 14 Sunderland 28 7 9 12 31-38 30 15 Newcastle 28 8 6 14 38-49 30 16 Southampton 28 6 9 13 39-51 27 17 Wigan 28 6 6 16 33-55 24 18 Aston Villa 27 5 9 13 26-52 24 19 Reading 28 5 8 15 34-54 23 20 Queens Park R 28 3 11 14 21-44 20 nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Juventus 27 18 5 4 54-18 59 2 Napoli 27 15 8 4 47-22 53 3 AC Milan 27 14 6 7 48-32 48 4 Inter 27 14 5 8 44-36 47 5 Lazio 27 14 5 8 37-32 47 6 Fiorentina 27 13 6 8 48-33 45 7 Roma 27 13 4 10 57-48 43 8 Catania 27 12 6 9 36-34 42 9 Udinese 27 10 10 7 36-34 40 10 Sampdoria 27 10 6 11 34-30 35 11 Bologna 27 9 5 13 38-36 32 12 Torino 27 7 12 8 32-32 32 13 Parma 27 8 8 11 32-36 32 14 Cagliari 27 8 7 12 32-47 31 15 Atalanta 27 9 5 13 26-38 30 16 Chievo 27 8 5 14 27-44 29 17 Genoa 27 6 8 13 27-40 26 18 Siena 27 7 6 14 27-39 21 19 Palermo 27 3 12 12 22-39 21 20 Pescara 27 6 3 18 20-54 21 Premier League 1. Bundesliga Primera division Serie A Tróndur Arge Real Sociedad - Betis........3-3 Malaga - Atletico M..........0-0 Espanyol - Valladolid........0-0 Granada - Mallorca............1-2 Valencia - Levante.............2-2 Osasuna - Athletic B.........0-1 Deportivo - R Vallecano...0-0 Real Madrid - Barcelona...2-1 Getafe - Zaragoza.............2-0 Tottenham - Arsenal.........2-1 Wigan - Liverpool..............0-4 Chelsea - West Bromwich.1-0 Everton - Reading..............3-1 Man United - Norwich.......4-0 Southampton - QPR..........1-2 Stoke - West Ham.............0-1 Sunderland - Fulham........2-2 Swansea - Newcastle.......1-0 F Dusseldorf - Mainz 05...1-1 Hoffenheim - B München.0-1 B Leverkusen - VfB S........2-1 Wolfsburg - Schalke 04...1-4 Dortmund - Hannover 96.3-1 FC Nürnberg - Freiburg.....1-1 W Bremen - Augsburg......0-1 HSV - Greuther Fürth........1-1 E Frankfurt - Mönchengl..0-1 Roma - Genoa....................3-1 Siena - Atalanta.................0-2 Bologna - Cagliari..............3-0 Fiorentina - Chievo............2-1 Catania - Inter....................2-3 Sampdoria - Parma...........1-0 Pescara - Udinese..............0-1 Torino - Palermo................0-0 AC Milan - Lazio.................3-0 Napoli - Juventus...............1-1 Real vann aftur á Barcelona Japanskt hattrick Ongin slingur í Bayern valsinum Juventus nærkast meistara­heitinum