Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samgongan heldur fram við at menna og útbyggja føroyska samfelagið. Í komandi viku leggur lands­stýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Nicla­sen, uppskot fyri løg­tingið, har mælt verð­ur til, at “tann, sum byggir/umbyggir byg­ ning til leigubústaðir… kann eftir umsókn fáa endurgoldið inngangand meirvirðisgjald av byggi­ kostnaði.” Endamálið við broyt­ ingini er, at byggja luta- og lestraríbúðir, sum stórur tørvur er á, eins og tað er at stimbra und­ ir byggivinnuna í Før­oy­ um. Bústaðir Í byrjanini av hesum árinum segði stjórin á Bústaðir, Andras Róin, við Dimmalætting, at teir vóru tilreiðar at byggja hundraðtals luta- og lestraríbúðir, um løg­ tingið broytti nøkur prakt­isk viðurskiftir: 1. MVG frítøka av bygg­ing­um 2. Víðka um heim­ ild­ir­nar hjá Húsa­ láns­grunninum (Bústaðir), so at teir kunnu taka real­ kreditlán 3. Bílligari fer­metra­ prís frá kommunum Vit kunnu ikki broyta fermetraprísin, tí komm­unurnar umsita øki. Hinvegin hava vit møguleikan at ganga hinum báðum ynskj­ unum á møti. Vit kunnu broyta MVG lógina, eins og vit kunnu víðka um heimildirnar hjá Bú­ staðir. Tað er júst tað, sum vit eru í holt við. Vit vilja hava luta- og lestraríbúðir. Vilja geva byggifyritøkum neyð­ugar karmar, vilja stimbra føroysku byggi­ vinnuna, tí tað er í áhuganum hjá okkum, at lesandi og pensjónistar fáa møguleikan at leiga fyri lítið og lætt. Arbeiðspláss Broytingin hevur eisini til endamáls at skapa fleiri arbeiðspláss í Før­ oy­um. Akkurát sum við flatskattinum. Síð­ani flatskatturin varð inn­ førdur í januar 2012, vóru sambært heimasíðuni hjá hagstovuni (tøl fyri 2013 eru ikki tøk) um­ leið 500 fleiri løn­tak­ arar í november sama árið. Harafturat fall ar­ beiðsloysið úr 6,8% niður á 4,5% sama tíðar­skeið. Vónandi kemur nýggja uppskotið hjá Jørg­eni Nicalsen at hava eins stóra ávirkan og flat­ skatturin, tí vit hava tørv á luta- og lestraríbúðum, sum okkara ungu og eldru kunnu leiga bílliga. Tað er endamálið við broyt­ingini. At skapa karmar fyri luta- og lestraríbúðum í Før­oyum. Nú koma lestrar­ íbúðirnar! Hanus Samró Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin Byrjar lívið, tá barnið fer í skúla? Jógvan Philbrow Næstformaður Føroya Pedagogfelag Gitte Klein, lærari o.a., hev­ ur nakrar viðmerkingar til tað, sum eg havi ført fram í kjaksendingini, “Eyg­ leiðingin”, í Kringvarpinum, 26. februar 2013. Okkurt kenni eg meg noyddan at við­merkja. Ein námsfrøðingur er ikki ein lærari - og ein lærari er ikki námsfrøðingur. Óan­ sæð, um Gitte Klein held­ur seg hava fingið líka so holla undirvísing í námsfrøði og sálarfrøði sum nám­s­frøð­ ingar fáa undir útbúgving teirra, so er tað nokk ikki heilt rætt. Serliga námsfrøðin fyllir nógv í allari útbúgvingini hjá námsfrøðingum. Tað tykir mær, at Gitte Klein heldur, at náms­frøð­ ingar eru okkurt slag av “krea­ tivi­tets”- lærarum. Tað eru vit bara ikki, vit eru útbúgvin til at fara inn í relatiónir við tey einstøku menniskjuni, vit skulu arbeiða við (Tey, sum hava hug at vita meira um, hvat námsfrøðingar eru, eru vælkomin at hyggja inn á www.pedagogfelag.fo og har finna tær námsfrøðiligu vanga­myndirnar). Gitte Klein vísir á, at skúl­ in hevur ein trupulleika í mun til barnagarðar, nevn­ liga tann, at hon sum lær­ari kann standa einsa­møll við 25 børnum, meðan náms­ frøðingar oftani kunnu vera fleiri um børnini. Til hetta er at siga, at skúlin hevur ofta børnini í umleið 5 tímar um dagin, meðan barna­garðurin skal vera opin og klárur í 10- 11 tímar dagliga, nógv fleiri “praktiskar upp­gávur” eru, og man skal eisini minnast til, at jú smærri børn eru, jú fleiri vaksnum hava tey brúk fyri pr. barn. Í barnagarðinum er læringin hjá børnunum tískil í størri mun aktiv - m.a. tí at tey í nógv størri mun eru í dialog við vaksin og onnur børn, enn tey eru í skúlanum, har samskiftið fyri tað mesta er einvegis, frá lærara til børn. M.a. orsakað av hesum, og tí at børnini í størri mun hava karmar sum leggja upp til sosialisering og spæl – uttandurða og innandurða – at finna uppá, kanna, for­telja, vera kreativ, etc., haldi eg, at barnagarðslívið gevur børnum heilt aðrar møgu­leikar fyri at læra. Læra førleikar, sum eru av stórum týdningi í altjóða sam­felagnum. Hesir karm­ar verða skaptir, hóast náms­ frøðingurin ikki fær somu sømdir, tá tað snýr seg um at fyrireika og eftir­meta arbeiðstíðina hjá sær. So myndin, sum Gitte Klein framførir, er eitt sind­ur villleiðandi. Minnist meg rætt, so hevur ein full­tíðar­ settur lærari heilar 13 tímar um vikuna til annað enn undir­vísing, meðan náms­ frøð­ingurin ikki hevur meira enn millum 1 og 5 tímar um vik­una. Nakað annað er, at Gitte Klein nokk hevur grein í sínum máli, tá ið hon mælir til at hyggja eftir, hvussu fyrstu árini í skúlanum eru skipað. Kanska, skúlin í hesum sam­ bandi átti at lænt nøkur hug­skot úr barnagørðunum – sum nógv serfrøði mælir til - heldur enn at royna at trýsta sína skipan út yvir barna­garðarnar. Gitte Klein kemur eisini inn á stuðlar í skúlanum - eitt næstan útdeytt hugtak innan dagstovnaheimin, tí her hava flestu kommunur dugað sera væl at sett inn, har, tað hevur verið tørvur á tí, meðan skúlin hoyrir til ein annan játtanarmyndugleika, sum vísir seg at hava trup­ ult við at seta inn, har neyð­ ugt er. Og út frá tí, sum Gitte sigur, virkar hesin part­ur heldur ikki serliga væl innan skúlan. Enn ein orsøk til at royna at gera okkurt við fyrstu skúlaárini, heldur enn at royna at flyta trupul­leikarnar niður til tey børnini, sum eru undir skúla­ aldur. Eisini her kundi skúlin lært okkurt av tí, sum gjørt verður í barna­gørðunum. Tá Gitte so heldur uppá, at eg havi sæð fyri mær eina skipan við 2 undir­ vísingartímum í barna­garð­ inum um vikuna - so man hon hava misskilt meg. Eg vísti á, at ein kommuna hevur valt ta loysnina - og um man so heldur, at børn endi­liga mugu undirvísast, so var tað ein háttur at gera tað uppá, ið ikki var eitt heilt so stórt inntriv í barnalívið. Hvussu barnagarðar skipa virksemi teirra í mun til at flyta børn úr vøggu­ stovu í barnagarð, er eis­ini rættiliga ymiskt, og verð­ ur tá, sum eg veit um, tikið støði í tørvunum hjá tí ein­ staka barninum. Vanliga eru hurðarnar opnar á stovn­ inum og børnini kunnu ferðast frítt millum rúm­ini. Flytingin gerst tískil náttúr­ lig. Men tá umræður flyting úr barnagarði yvir í skúla er talan um eina flyting úr einari skipan í aðrari – og tað er nakað heilt annað. So, nei, Gitte, námsfrøðingar plaga ikki at fylgja við barninum úr vøggustovuni yvir í barna­ garðsstovuna, tí hetta er ofta sama stað. Tí skilji eg ikki, hvussu tað skal kunna hjálpa upp á flytingina frá barnagarð í skúla, at hon verður gjørd 1 ár fyrr - tá flytur man bert “trupulleikan” eitt ár niður. Man ger einki við hann. Og so kemur tann stóri trupulleikin, trupulleikin, ið vísir, at her er ein sera stórur munur á hugburðinum hjá mær og forskúlafortalarum. Ferð aftan á ferð verður havt á lofti, at barnið skal gerast skúlabúgvið, tá ið tað í mínari verð ikki eigur at vera talan um tað. Talan eigur at vera um, hvussu skúlin kann gerast betur barnabúgvin - tí børn eru og vera børn. Lesiførleiki er allarhelst eisini ein so grundleggjandi partur av kjakinum - tíverri er bara at siga, at eingin prógv eru fyri, at børn ger­ ast betur før fyri at lesa við at leggja størri áherðslu á tann partin. Pasi Sahlberg, ein finskur lærari, hevur í viðmerkingum sínum til, hví Finnland klárar seg so væl í PISA-kanningunum, eina greiða fatan av, at ein orsøk er tann, at tey ymisku fakini – tað verið seg: akademisk, kropslig ella kreativ - eru javnsett! Er tað ikki nettupp í samsvar við nakað av tí, sum granskingin hjá Anne Bramford, professara, vísti? Nakað annað, er at Peter Gray, Ph.D. research professari á Boston College, heldur at ov nógv orka og peningur verða sett av til at royna at læra børn at lesa, tí tey tykjast megna tað mesta sjálvi. So hvussu týdningarmikið, tað er at seta allar kreftir inn fyri at dyrka lesikynstrið, er ivasamt. Nei, tíðin er ikki komin at kopiera útlendskar loysn­ir við forskúlum, men tíðin er heldur komin til at endur­ skoða, hvussu barnaskúlin er settur saman. Hví er Føroyski fólkaskúlin ikki barnabúgvin? kjak Nei, tíðin er ikki komin at kopiera útlendskar loysn­ir við forskúlum, men tíðin er heldur komin til at endur­skoða, hvussu barnaskúlin er settur saman. Hví er Føroyski fólkaskúlin ikki barnabúgvin?