Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Det Færøske afhængighedsspørgsmål Brotin krossur – føroyska flaggið rivið sundur Martin Fjallstein Ein sjáldsom bók kom út í vetur, sjáldsom í innihaldi, í evnis­vali og sjáldsom í út­ sjónd. Bókin er hvít eins og flaggið, sum á um­slag­num er breitt út yvir oyggj­arnar við steyrrættum blá­randaðum reyðum krossi. Flagg­kross­ urin er stokkin sundur, og flagg­dúkurin er líkklæði, ið hylir oyggjarnar. Í fyrstani tykist tær helst bókina vakra og snøgga, men sohvørt tú lesur í henni, skilur tú, at permu­myndin symboliserar før­oyska frælsisstríðið. Regin Davidsen hevur gjørt um­slagið. Mannbjørn Jacobsen úr Sørvági er rithøvundurin og hevur sjálvur útgivið bókina, sum er skrivað á donskum og er góðar hálvtannaðhundrað síður. Evnið er tann før­ oyska ríkisrættarliga støð­ an, sum Mannbjørn held­ ur kallar ”det færøske af­hængig­hedsspørgsmål”. Støðið undir hansara lýsing av hesum evni eru nakrar greinar í før­oyskum bløðum, ser­stakliga Oyggja­tíðindum, sum rithøvund­urin skrivaði í 1990-unum, og sum hann í bókini hevur sett mest sum krono­logiskt upp. Við øðrum orðum vendir rithøvundurin aftur til hetta evnið um frælsis­støðu Føroya, sum hann debatteraði í blað­ grein­um fyri 15-20 árum síðani. Eftir hansara tykki er málið líka so aktuelt enn, sum tað var tá. Hansara mál er ein poltisk, økonomisk og politologisk analýsa av føroysku ríkisrættarligu støð­uni og at meta um mýtur og pástandir í hesum sam­bandi. Málbólkurin hjá rithøvindinum er bæði lands­menn og skandinavar. Sum góður debattørur hevur maðurin sum mál loyalt og objektivt at royna at lýsa ólík og mótsigandi sjónarmið og at seta fokus á mýtur og pástandir. Tað er eydnast Mannbjørn at fáa mong og fjølbroytt mál í ljósmála og samanbera føroysku støðuna við ta íslendsku, ta hetlendsku og ta donsku versus EU. Men hetta er bert ein dropi av mongum og ólíkum málum, sum rithøvundurin tekur upp ella nemur við í teimum mongu blaðgreinunum, sum eru við í bókini. Politiska og búskaparliga støðan undir og eftir annan heimsbardaga, politisku flokkarnir, fólka­ atkvøðan í 1946, donsk valds­nýtsla á politiska og fíggjar­liga vígvøllinum, floks­politiskir kávalótir og níðingsgerðir, tann ovhitaði búskapurin og kreppan í 90-unum eru onnur evni, sum rit­høv­undurin hevur til umrøðu. Við sínum søgu­ liga kunn­leika setir hann evnini í per­spektiv. Samdur ella ósamdur við hann mást tú ofta ásanna, at mangt sær óhugaligt út, og at maðurin vist viðhvørt hevur grein í sínum máli. Eftir stendur ein harmilig mynd av føroyinginum, av støðu Føroya og serstakliga av javnaðarflokkinum. Permu­ myndin er lokið oman á ein­ um tjóðarsorgarleiki. Tað er áhugavert at lesa sjónarmiðini hjá Mannbjørn Jacobsen og hansara lýs­ing­ ar, viðmerkingar og faktu­ ellu upplýsingar. Av tí at hetta upprunaliga er gjørt í ólíkum blaðgreinum, og eingin beinleiðis niðurstøða er gjørd ella annað, sum upp­summerar tað, sum verð­ ur ført fram, verður hetta tó bert skilt í brotum. Tað er sum um alt er ein spreing­ ing av sjónarmiðum, sum eru flogin í allar ættir. Tú tekur brotini upp og lesur eitt fyri og annað eftir. Tann serligi danski málbúnin hjá Mannbjørn og tann ikki altíð so væl redigeraði og kor­rektur­lisni teksturin ger við­hvørt tilfarið heldur óatkomi­ligt. Líkt er eisini til, at tá ið rit­høvundurin rak­ar seymin á høvdið, hevur hann viðhvørt lyndi at bogna. Tað er spell, tí tað órógvar so nógv lesturin og tað, rithøvundurin hevur upp á hjarta. Tað stóra og ná­ greiniliga inni­halds­yvirlitið kann tó hjálpa einum og hvørjum at lesa tað, hann ella hon hevur áhuga fyri. Tað er ikki vist, at alt er so objektivt og ópartískt, sum rit­høvundurin í fororðinum sigur seg at stremba ímóti, men teksturin er har­aftur­ ímóti merktur av vitan, áhuga og engagementi. Mangt og hvat, sum er farið inn undir gólvteppið tey farnu 60- 70 árini, verður sópað út undan aftur, opinberað og kommenterað av nýggjum. ummæli Havi ikki hoyrt so skaft Dagfinnur Danbjørg Stillaði á Tingvarpið í gjára­ morgun og fekk tá at hoyra nakað av løgtingsgrann­ skoð­ara­frágreiðingini. Eg hevði ilt við at trúgva, - tí eg hoyrdi -, at skilið hevur verið og er so út av lagi vánaligt í landsins hægstu leiðslu, sum frágreiðingin ber boð um. Viðtøkur, reglugerðir, áheit­anir og annars broyt­ ingar, ið eru viðtiknar og álagdar av løgtinginum til at verða framdar, lata lands­ stýrisfólkini ikki við seg koma, og tessvegna verður einki gjørt. Hetta er fullkomuliga 'bananas'. Óskilið á øki­num er mest sum totalt, og av­leið­ ingar fyri lands­stýris­fólk­ ini eru í praksis ikki eksi­ sterandi. So her er lítil vón fyri nøkrum bata. Onkur nevndi, at í sam­ band við registrering av landsins ognum var komið fram á, at Heilsuverkið átti fleiri hús i Tórshavn, sum landsstýrið annars einki visti um. Umtalaða registreringin og virðismetingin av landsins ognum hevur havt trupla føðing, og er ikki fingin frá hondini enn, sjálvt um við­ tikið er fyri mongum árum síðani, at nevnda arbeiði skal gerast. Fleiri størri mál vóru uppi at venda, saman við smærri so sum súlurnar, ið fóru í privatar lummar í staðin fyri landskassan, har tær av røttum hoyra heima, og so fríar telefonir, sum vóru í so fríar. Gott hevði verið, um løg­ tingsins grann­skoðara­frá­ greið­ing kundi verðið send í hvørt hús, so øll kunnu síggja, hvussu skilið er og kunnu gera sær sínar egnu tankar viðvíkjandi tí, sum frá­greiðingin tekur fram í ljósið. Annars meti eg, at eitt neyvt tíðarmark má setast á, nær landsstýrisfólkini hava etið 'bananirnar' og gjørt reint borð. Harumframt má løgtingið herða krøvini til og fylgjurnar fyri, hvat henda skal, um líkasælan heldur áfram, og málini liggja óloyst. Tað er annars ófatiligt, at tílíkt kann ganga fyri seg innan okkara politisku skipan. Hetta teknar eina sera dapra mynd av óálítandi politik­arum, sum ikki taka politisku ábyrgdina og ar­ beiði í tí álvara, ið tað eigur at verða tikið. Fólkið hevur krav upp á betri og eigur at krevja tað. Undanførslurnar, ið nýtt­ ar verða fyri at sleppa sær undan ábyrgdini, eru úr farnari tíð. Okkara politiska skipan má - ongantíð ov skjótt - eta síðstu bananirnar, so vit kunnu koma á hædd víð stjórnirnar í hinum Norð­ an­londunum. Einki annað eigur at verða góðtikið. kjak keyp køk ella baðirúm í borg Spar 25% írokNað borðplÁTU og VaSk Tilboðið er galdaNdi frÁ 5. febrUar Til 9. marS Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo