Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søguvirðið tættari kelduni og tendensurin má kannast Jógvan við Keldu Síðani byrjanina av 2013 hevur drúgvt greinasamskifti verið millum søgufrøðingin, Hans Andrias Sølvará og meg. Tá eg onki havi hoyrt frá honum, aftaná mína sein­ astu grein, “Hans Andrias farin av kós”, fari eg at koma við nøkrum fáum við­merk­ ingum og onkrari fyribils niður­støðu. Sum nevnt í endanum av greinini, fari eg enn einaferð at staðfesta og endurtaka, ”viðvíkjandi einasta evninum, eg havi viðgjørt: “Det førte tit til, at mange, også af øko­nomiske grunde, lod sig gen­døbe”, ( sitat úr bókini “Men Gud greb ind”, sum Hans Andrias ferð eftir ferð hevur endurtikið), sum eg meti søgureingjan, fyrrenn annað er dyggiliga prógvað. Tí eitt er, hvat sagt verður “um kaffiborðið”, annað er, hvat verður fest á blað og einsíðugt síðani tikið upp av søgufrøðingi...”. Ikki nóg djúpur Í barnalærdóminum hjá ein­um sum skrivar søgu, eru í øllum førum tvinnir grund­leggjandi lunnar. Í fyrstu atløgu, at tann sum er keldan, skal vera so tætt uppat “miðdeplinum”, sum gjørligt. Í øðrum umfari, sum ikki er minni umráðandi, skal tendensurin hjá kelduni vera eftirhugdur í seyminum. So kann hon vera brúkt ant­in sum grundleggjandi og stað­ festandi ella bara tí “summi halda”, sum mangan lítið hald er í, og “at hon er skrivað...“. Um so hevði verið, at Hans Andrias í fyrra førinum, fór nakað djúpri og helt seg til keldu tættari uppat “miðdeplinum”, tí har vóru tær nógvar, hevði hann valla brúkt hetta. Hevði hann í seinna førinum t.d. havt lisið bókina “Bíblian í hálva øld”, sokallaða “bíbliustríðið”, hevði onkur klokka ringt ella reyða ljósið blunkað, tá Josias Matras gav Victori Danielsen, av “glatta lagnum”, soleiðis sum hann gav Kjøl­ bro, samkomuni Betesda og nógvum klaksvíkingum í bókini, “Men Gud greb ind”, í nøkulunda sama tíðarskeiði. Bert viðgjørt skrivaða orðið Allar lýsingar Hans Andriasar av mær, sum t.d. “Jógvan skilir onki”, “Jógvan hevur við illgitingum og ósakligum tilsipingum lagt á trúgvandi, mentaðan, djarvan og nú fullkomiliga verjuleysan klaksvíking” og fleiri hesum líkar, haldi eg vísa veikleika og tørvandi trúvirðið hjá hon­um. Lat meg enn einaferð gera vart við, at eg havi onki annað viðgjørt enn skrivaða orðið, “ódokumenteraða leik­ manna­keldu” og søgu­skriv­ arans brúk av hesi, havi víst á, at hann er farin ov lætt um, uttan skottrygd og uttan – higartil - skugga av veru­lig­ um próvvirði. Ætlaði nú – út frá tí part­ inum av endurgevingini hjá honum av: “En betyd­ ningsfuld faktor var også, at J. F. Kjølbro, den største arbejdsgiver i bygden var baptist, og i første række gav arbejde til dem der hørte til baptistmenigheden” - at skriva nakað um “hvør fær starv frá hvørjum”, “netverk” og hvønn leiklut kennskapur hevur í starvssetanum bæði alment og privat, sum kemur fyri bæði her heima og í út­ heimi, men tað má bíða hesu­ ferð. Onkur klokka átti at havt ringt, ella tiltikna reyða ljósið blunkað. Men av og á yvirtekur trongdin til óheppið brúk. kjak Sjálvandi, løgmaður: Samhaldsføst gjaldskipan er rætta loysnin Ólavur Hátún Kaj Leo Holm Johannesen, løg­maður, tekur okkum stund­um á bóli við frískum hug­skotum og útsøgnum. Soleiðis eisini í Degi og Viku seinasta týskvøld, tá hann í orðaskifti gav til kennar eis­ini sína sannføring um, at bert ein samhaldsføst tunn­ilsgjaldsskipan, har øll koyrandi bera kost­naðin í felag, kann føra okk­um á mál til fullgóða sam­ferðslu­ skip­an. Hugstoytandi hevur tað verið í útvarpinum at hoyra t.d., at gjáarfólk og fám­ jiningar ikki í næstu framtíð skulu kunna droyma um at fáa í lag tey smáu tunnilshol, sum teimum er tørvur á til trygga ferðing til og frá – hugstoytandi ikki bara hjá fólki har á staðnum, men hjá øllum, sum hava føriska heildarsamfelagið í huga og sinni. Burtursæð frá, at Við­ oyggin nýliga er komin í fokus, hevur tunnils­orða­ skiftið seinnu árini mest­ sum bara snúð seg um Skála­fjarðartunnilin og/ella Sandoyartunnilin. Men um­ framt hesar báðar megin­ tunlar aftrat teim fimtan verandi, sum hava gjørt tað liviligari víða um í landinum, er tørvur á enn so mangari aðrari tunnilsgerð, áðrenn samferðslukervið kann sigast at vera útbygt til fulnar á hesum øki. Á ongan hátt kann lands­ kassin einsamallur bera kostn­aðin av hesari so átrok­ andi útbygging, og at sleppa privatum íleggj­arum framat í okkara sam­ferðslu­skip­an og geva teimum fíggj­arligan ræðisrætt, har sum íløgan loysir seg best, er heilt burturvið. Men standa vit solidariskt saman, so at vit øll gjalda í mun til tað, sum vit koyra gjøg­num tunlar, verður fíggjar­grundarlagið haldgott og samfelagsgagnligt og mál­ ið komið í eygsjón. Havi áður sum leikmaður loyvt mær at vísa á, at við einum gjaldi upp á bara 20 kr. aftur og fram gjøgnum tunnlar – bert triðingin av bí­ligastu loysnini hjá ferð­ andi øll hesi mongu árini gjøgnum Vágatunnilin og í Norðoyatunnilin -, so verða við verandi ferðslu ikki und­ir 100 milliónir krónur tøkar um árið, sum so aftur verða trygt grundarlag und­ ir milliardaláni eitt nú uttan­ lands. Við munagóðari avsláttar­ skipan og møguligum árs­ gjaldi verður tunnilsgjald held­ur ongin nervandi forð- ing, um ferðarleiðin gongur gjøgnum fleiri tunlar. Ivaleyst man tað tó fara og falla mongum fyri bróst­ ið, um kubba- ella onnur bummgjaldsskipan verður sett í verk, har tað áður var frítt at fara. Men sum løg­maður tók til, so hava vit ikki ráð til annað, um hesar stóru verkætlanir til fullgóðan samanhang í okk­ ara samfelag skulu kunna fremjast. Í landi sum t.d. Norra, har fíggjartreytirnar eru heilt aðrar enn her hjá okkum, er tað ein sjálvfylgja, at tú rindar fyri at koyra gjøgnum tunlar, sum land ella býir hava latið gera. Eitt fullgott sam­ferðslu­ kervi er ikki bara av alstórum týdningi fyri vinnuna og fyri livilíkindir og trivnað úti um landi, men er t.d. eisini ein fortreyt fyri, at vit øll til fulnar skulu kunna gagnnýta teir upplivingarmøguleikar, sum okkara land hevur at bjóða okkum, sum búgva her, eins og ferðandi uttanífrá. Dugi illa at hugsa mær, at politisk undirtøka ikki skal kunna fáast frá bæði sam­ gongu og andstøðu fyri slík­ ari loysn, sum tað her oman fyri er borið við. Onkur klokka átti at havt ringt, ella tiltikna reyða ljósið blunkað. Men av og á yvirtekur trongdin til óheppið brúk.