týsdagur 5. mars 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Lagt til rættis: Árni Joensen
– Vit halda, at tað, at barnið
ikki kemur í samband við
bakteriurnar hjá mammuni,
kann elva til ovurviðkvæmi
seinni, tí at bakteriurnar í
teirri vanligu føðingarrásini
hjá mammuni hava stóran
týdning fyri immunskipanina
hjá barninum.
Tað er ein partur av nið
urstøðuni, sum granskar
ar á Henry Ford Hospital í
Detroit í USA eru komnir
til eftir at hava kannað hesi
viðurskiftini, og niðurstøðan
stuðlar upp undir uppfatan
ina av, at tey fyrstu árini hjá
einum barni hava stóran
týdning fyri menningina av
immunskipanini.
Teir amerikonsku gransk
ararnir siga, at børn, sum eru
fødd við keisaraskurði, eru í
fimm ferðir størri vanda enn
hini fyri at fáa ovurviðkvæmi
seinni í lívinum, um tey koma
í samband við eitt nú dust
og hár av hundi, kettu ella
øðrum loðdjórum.
Granskararnir kannaðu
1.258 børn, og tað bleiv gjørt
í fýra umførum. Tann fyrsta
kanningin var, tá børnini
vóru ein mánað gomul, onnur
kanningin var, tá tey vóru
seks mánaðir og tær báðar
seinnu, tá børnini vóru eitt
ár og tvey ár. Royndir vórðu
tiknar av nalvastronginum og
skarninum, og harumframt
vórðu foreldrini kannað fyri
ovurviðkvæmi.
Kannað í Danmark
Danskir granskarar gjørdu
fyri nøkrum árum síðani
eina kanning, sum líkist teirri
amerikonsku.
Tað var í 2003, tá Statens
Serums
Institut
kannaði
sambandið millum keisara
skurð og astma. Ikki færri enn
9.722 børn vóru við í kann
ingini, og hon vísti, at tað er
møguliga samband millum
føðing við keisaraskurði og
sannlíkindini
fyri
astma
seinni í lívinum.
Teir donsku granskararnir
kundu kortini ikki ávísa, at
samband er millum keisara
skurð og ovurviðkvæmi, eins
og kanningin hjá Henry Ford
Hospital ger.
Keisaraskurður økir vandan
fyri ovurviðkvæmi
Børn, sum koma í heimin
við keisaraskurði, verða ikki
ávirkað av bakteriunum, sum
eru í undirlívinum á mammuni
Og tað er ikki ein fyrimunur
Barnið kom í heimin í
statinum Mississippi, og
longu 30 tímar aftan á
føðingina byrjaðu lækn
arnir at viðgera tað við
antrireotriviralum heilivági.
Nú er eitt ár, síðani við
gerðin steðgaði, og í dag er
tað hálvt triðja ára gamla
barnið eftir øllum at døma
frískt.
Vísir tað seg, at smittan
er horvin við alla, er hetta
aðru ferð í søguni, at tað
hevur eydnast at lekja
nakran fyri HIV-virus,
skrivar The New York Times
og leggur afturat, at koma
seinni kanningar til sama
úrslit, er tað einki minni enn
ein kollvelting innan háttin
at viðgera nýfødd børn.
Mamman visti ikki, at
hon hevði HIV-smittuna í
sær, tá hon kom á sjúkra
húsið at eiga. Dr. Hannah
B. Gay, sum er professari í
barnasjúkum á Mississippi
University, tók nakrar
royndir av tí nýfødda barn-
inum. Tað vísti seg, at eitt
vet av virusi var í blóðinum,
og tá royndir, tiknar so
tíðliga, vóru positivar, var
niðurstøðan, at barnið var
smittað, áðrenn tað kom í
heimin.
Í slíkum føri plaga lækn
arnir at geva minni nøgdir
av heilivági sum fyribyrgj
andi, men Hannah B. Gay
sigur við The New York
Times, at hon fór undir
viðgerðina alt fyri eitt. Við
gerðin helt fram í hálvt ann
að ár, og á sjúkrahúsinum
kundu tey staðfesta, at hon
gav úrslit.
Fimm mánaðir seinni
vórðu nýggjar royndir tik
nar av barninum. Tær vóru
negativar.
Vanligt í Danmark
Tað eru ikki allir læknar,
sum eru so ovfarnir av
avrikunum hjá Hannah
B. Gay og hennara toymi.
Danskir professarin Jens
Lundgren segði við danska
kringvarpið mánadagin,
at viðgerðin, sum tann
amerikanska gentan fekk, er
sama viðgerð, sum danska
sjúkrahúsverkið bjóðar
børnum hjá HIV-positivum
mammum.
Jens Lundgren leggur
afturat, at hann væntar
ikki, at viðgerðin av teirri
amerikonsku smágentuni
fer at kollvelta bardagan
ímóti eyðkvæmi.
Lektu smábarn fyri HIV
– stórhending ella vanligt
Amerikanskir granskarar hava lekt eitt barn, sum var føtt við HIV-virusinum í sær
Læknin Deborah Persaud var
við í granskaratoyminum,
sum viðgjørdi ta lítla barnið
Mynd: Reuters
Í mong ár hava fólk innan heilsuverðina kjakast
um, hvørt tað eftirgjørda søtevnið Aspartam elvir
til krabbamein ella ikki, samstundis sum summi
hava lagt tað undir at hava ábyrgdina av, at børn
verða ov tíðliga fødd. Men nú eru evropeiskir
granskarar komnir til ta niðurstøðu, at tað er
ikki heilsuskaðiligt at brúka Aspartam við máta.
Aspartam verður serliga brúkt í light-sodavatni.