týsdagur 5. mars 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
nógv meira fiski, sigur Bogi
Jacobsen.
Rokna upp á tað
Tað sigur seg sjálvt, at skal
virkið brúka 10 milliónir
krónur um árið upp á at flyta
fisk millum virki og frysti
goymslu, so er tað nakað, ið
fer at merkjast aftur í kapp
ingarførinum.
– Tá eru bert tveir møgu
leikar, annar er at flyta fiskin
til og frá frystigoymslum, og
hin er at flyta virkið til eitt
annað stað. Og tá verður tað
so nakað, ið vit mugu rokna
upp á hvat lønar seg best, sig
ur Bogi Jacobsen.
Treytin fyri at kappast er
at hava tað besta av tí besta,
og virkið hevði eisini tryggja
sær váttan frá kommununi,
at sleppa at byggja virkið út.
– Útbyggingin má fara
fram vestur eftir. Virkið er
skipað soleiðis, at fiskurin
kemur inn í øðrum endanum
av bygninginum og fer út
aftur í hinum endanum. Tí
gevur tað onga meining at
byggja út eystureftir, tí tá
hava vit eitt virki við ein
ari framleiðslu í miðuni og
frystigoymslum í báðum end
unum, sigur Bogi Jacobsen.
Hann hevur eisini ilt við
at skilja grundgevingarnar
hjá Søvnum Landsins.
– Bygningarnir hjá TF
Thomsen vórðu friðaðir í
1992, og eg skilji ikki hví at alt
ikki tá varð friðað, ið mann
ynskti at friða, sigur Bogi
Jacobsen.
Útlendingum til gagns
Tá bygt verður á einum havn
arlagi, verður bygt soleiðis,
sum tað lønar seg best.
– Og tað var eisini tí, vit
tryggjaðu okkum, at ein út
bygging var møgulig, sigur
Bogi Jacobsen.
Ein møgulig friðing fer tí
at hava øgiligar avleiðingar
fyri ikki bert Varðan Pelagic,
men eisini fyri Tvøroyrar
kommunu og alt samfelagið
í síni heild.
– Tað fer bara at merkja,
at útlendingar fáa betri
rásarúm í Føroyum. Tí verð
ur friðingin framd, er út
gangsstøðið hjá okkum full
komiliga broytt, sigur Bogi
Jacobsen.
Hann vónar tó, at lands
stýrismaðurin fer at síggja
álvaran í støðuni og fer at
taka eina skilagóða avgerð.
leo@sosialurin.fo
Leo Poulsen
Í skrivandi løtu bíða øll
eftir
niðurstøðuni
hjá
Kæristovninum í Lendis
málum, eisini Tvøroyrar
kommuna.
– Vit fingu at vita, at
niðurstøðan skuldi koma í
leypi av degnum, men enn
er hon so ikki komin, segði
Kristin Michelsen, borgar
stjóri í Tvøroyrar komm
unu, tá vit fingu orðið á
hann um miðdagsleitið
týsdagin.
Hann sigur, at vinnur
uppskotið
hjá
Søvnum
Landsins frama, fær tað
álvarsligar avleiðingar fyri
Tvøroyri.
– Skotið verður upp, at
friðað verður út á hálvan
fjørðin, og tá fáa vit einki
gjørt. Vit hava annars ætl
anir um at selja havnina,
men kemur friðingin í gildi,
gerst einki, sigur Kristin
Michelsen.
Teir hava fylgt vanligu
mannagongdunum,
ið
brúktar verða við útbygg
ing av havnaløgum.
– Vit hava enntá spurt
okkum fyri hjá Landsverk
og har fingið at vita, at vit
bara skulu senda teimum
skjøl um broyttu viður
skiftini,
sigur
Kristin
Michelsen.
Tað er heldur ikki so,
at kommunan bara hev
ur slept leyst í byggiloyv
inum.
– Vit hava sett Varða
num Pelagic treytir, so
endin vestureftir og síðan
móti Havnarlagnum verða
gjørdar soleiðis byggilistar
liga, at tær falla væl inn í
umhvørvið, sigur Kristin
Michelsen.
Óvart á
Hetta er eitt mál, ið er
komið óvart á hjá ikki
bara Varðanum Pelagic og
kommununi, men øllum á
Tvøroyri.
– Eitt skriv hevur ligið
frammi, ið mótmælir kær
uni, ið er send til Kæru
stovnin í Lendismálum,
og hóast tað ikki er gingið
runt við skrivinum, og tað
bert hevur ligið frammi,
hava út við 1100 fólk skriv
að undir. Og tá vit hugsa
um, at vit eru 1700 fólk
á Tvøroyri tilsamans, so
má sigast, at nógv hava
skrivað undir, sigur Kristin
Michelsen.
Hann vísir eisini á, at av
teimum 30 kommununum
í landinum liggja tær fýra
við størstu framgongdini í
fjør í Suðuroy.
– Tað var ikki til at
rokna út, at ein friðing
av einum so stórum parti
av havnarlagnum skuldi
koma upp á tal, og tað er
so nakað, eg má taka á mín
kappa. Men ónøgdin er
so stór, at vit fara at kalla
saman
til
borgarafund
um málið, sigur Kristin
Michelsen, sum hesa vik
una er í Íslandi á skeiði fyri
kommunalpolitikarar.
Hann sigur, at friðingar
myndugleikin hevur víðar
heimildir, og at kommunan
nú er bundin á hendur og
føtur.
– Vit mugu bara bíða í
ótolni og vóna, at lands
stýrismaðurin kemur til
eina skilagóða niðurstøðu,
sigur Kristin Michelsen.
Friðingartosið kom sum snarljós av klárum
himni fyri Tvøroyrar kommunu, sum nú er
bundin á hendur og føtur í málinum og einki
fær gjørt, hóast kommunan hevði lovað
Varðanum Pelagic at sleppa at byggja út
Tað má eg taka
á mín kappa
Kristin Michelsen,
borgarstjóri
»Handilsbygningarnir
hjá
T. F. Thomsen hoyrdu upp
runaliga til kgl. úthandilin á
Tvøroyri, sum saman við út
handlunum í Vestmanna og
Klaksvík varð settur á stovn
við kgl. fyriskipan frá 1836.
Áðrenn tað var økið niðan
frá oyruni við Tvørá óbygt, og
handilsbygningarnir gjørd
ust grundarsteinurin fyri
niðursetubygdini á Tvøroyri,
har sjóvinna var búskapar
ligt grundarlag. Bygningarnir
hjá T. F. Thomsen hava frá
uppruna havt neyvt til
knýti til sjógvin, og handils
økið stendur enn sum tann
samanhangandi eind, ið áður
var, við hesum tilknýti og er
enn ikki vorðið stórvegis
nervað av nútíðar krøvum.
Við friðingini frá 1992 er
ásannað, at teir eru týðandi
liður í tí føroyska ment
anararvinum,
bæði
fyri
Tvøroyrar bý og fyri landið.
Í sjó- og bryggjuumhvørv
inum innganga teir sum
mentanarsøguligur kjarni í
bygdini á Tvøroyri, ið er ein
estetisk lendiseind, sum ikki
eigur at verða órógvað av
bygging upp fyri hana ella
av útbygging, sum ger, at
atknýtið at sjónum verður
mist. Fyri at varðveita upp
livingina av lendisheildini
verður skipað fyri økisfrið
ing.
Endamálið
við
økis
friðingini er at tryggja, at
eyðkennini hjá fornminn
unum verða varðveitt, og at
friðaðu bygningarnir og tað
mentanarsøguliga umhvørv
ið ikki verða skemmað fys
iskt ella etiskt.«
Grundgevingin
hjá Søvnum Landsins
Tekningin vísir ætlaðu útfyllingina, sum stríðið nú
reikar um (økið til vinstru fyri punkteraðu strikuna)
So nógv ætlar Søvn Landsins at friðast skal í sambandi
við økisfriðingina av bygningunum hjá T. F. Thomsen