týsdagur 5. mars 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Friðing fær
katastrofalar
avleiðingar
Leo Poulsen
Tað er ein vanlukkulig støða,
ið Varðin Pelagic er komin í
við friðingarætlanunum og
støðu Søvnum Landsins.
– Tað var ein avgjørd fyri
treyt fyri okkum at byggja á
Tvøroyri av fyrstan tíð, at vit
kundu byggja virkið út. Tað
fingu vit eisini váttan fyri frá
kommununi, og byggiloyvið
var eisini skrivað út uttan
trupulleikar. Tí kann tú siga,
at vit eru púra tiknir við
buksunum niðri, sigur Bogi
Jacobsen, stjóri á Varðin
Pelagic.
Ein friðing kann fáa øgilig
ar avleiðingar fyri virkið og
ikki minst fyri Tvøroyri.
– Skulu vit flyta 100.000
tons av fiski runt millum
frystigoymslur fer tað at
kosta eina rúgvu av pengum,
og tað merkir í fyrstu syftu
verri kappingarføri, sigur
Bogi Jacobsen.
Júst tað, at Varðin Pelagic
er eitt so automatiskt virki
ger, at teir eru kappingar
førir.
– Vit eru uppi ímóti norsk
um virkjum, sum ofta eru
smá og ikki so automatiserað.
Og hesi eru við at finna út av
at leggja saman fyri at betra
um kappingarførið. Tí er tað
so umráðandi hjá okkum,
at vit ikki fáa eitt verri
kappingarføri enn vit hava í
løtuni, sigur Bogi Jacobsen.
Hetta kann í síðsta enda
føra til, at virkið ikki fær fat
ur í nóg nógvum fiski.
– Og hetta skal so síggjast
í mun til, at vit við einari út
bygging kunnu taka móti
Verður havnarøkið friðað og vit harvið ikki sleppa at byggja frysti
goymsluna út, eru bert tver møguleikar. Annar er at frakta fiskin til aðrar
frystigoymslur, ella mugu vit skrúva maskinurnar niður og flyta tær í
annan bygning aðrastaðni, sigur stjórin á Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen
Soleiðis fer ætlaða útbyggingin hjá Varðanum Pelagic at taka seg út. Ein skandala,
siga Søvn Landsins og Kári Thomsen, eitt vælsignilsi, siga flestu tvøráfólk