týsdagur 5. mars 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
okkum, fáa munandi betri
treytir enn áðrenn. Her vera
lægri prísir á lánum og øðr
um gjøldum.
Sambært Janusi Petersen
er hetta ein støða, sum bank
in hevur glett seg til.
- Ja, vit hava nú brúkt
nógva tíð uppá okkum sjálvi.
Hendan
effektiviseringin
kemur nú kundunum til góð
ar. Vit eru sett í verðina fyri
at kappast, og nú fara vit at
kappast, sigur Janus Peter
sen.
Í Føroyum eigur Bank
Nordik millum 40 og 50
prosent av marknaðinum.
Boðskapurin um øktu kapp
ingina skal tó ikki skiljast
sum ein krígsavbjóðing til
kappingarneytarnar.
- Verandi marknaðarpart
ur er hóskandi fyri okkum.
Vit skulu fyrst og fremst
vaksa við natúrliga vøkstri
num í samfelagnum, so má
hitt koma afturat. Men jú,
vit skulu eisini taka kundar
frá hinum, tað er jú partur
av tí at kappast, sigur Janus
Petersen.
Satsar smátt
Sambært Janusi Petersen
er stóri málbólkurin hjá
BankNordik fyrst og fremst
tey, sum á bankamáli verða
definerað sum ”smærri kund
ar.” Tað eru kundar, hvørs
fíggjarligu
sambond
við
bankan eru minni enn ein
millión evrur, sjey milliónir
krónur.
- Umleið 60 prosent av
okkara kundum eru her.
Privatfólk og smærri og
miðalstórar fyritøkur. Tað
gevur stóra spjaðing og har
við minni vanda fyri stór
um tapum. Hinvegin krevur
ein stórur kundaskari meira
arbeiði av okkum, men hetta
er so okkara strategi, sigur
Janus Petersen og peikar aft
ur á tapsvandan:
- Aðalmálið er sjálvandi at
avmarka tapini mest møgu
ligt. Tapini hava ligið niðan
fyri eitt prosent av samlaðu
útlánunum.
Men
tapini
skulu longur niður, sigur
hann.
Vøksturin
Úr
stjórastólinum
hevur
Janus Petersen síðstu árini
hugt meira inneftir í bank
an, heldur enn út eftir mark
naðinum og kappingini har.
Men har úti hevur tað, sam
bært bankastjóranum, eisini
verið nokkso friðarligt síðstu
árini.
- Vit hava upplivað eina
friðarligt tíðarskeið við lítl-
um vøkstri, bæði altjóða og
í Føroyum. Men tað kemur
gongd á aftur, eingin ivi um
tað.
Sambært
bankastjóra
num skal eitt sindur av toli
tó til.
- Eg vænti neyvan ta
heilst stóru broytingina í ár.
Men vit síggja, at tað gong
ur væl nógvastaðni. Bæði
í alivinnuni og pørtum av
fiskivinnuni. Og tað setir
ferð á aðrastaðni, sigur Janus
Petersen.
Men enn ber ikki til at tosa
um nakran hákunjunktur, og
bankastjórin vil heldur ikki
seta dato á, nær ein slíkur er
væntandi.
- Vit merkja framvegis
afturhaldni í búskapinum.
Fólk og vinna eru varin, og
onnur spara upp. Men tað
skal nokk koma.
Nær verður tað?
- Tað kemur, tá tað priva
ta er til reiðar til tað, svar
ar bankastjórin, sum ikki
heldur, at eitt nú tað almen
na skal skumpa meira undir
fyri at framprovokera ein
vøkstur:
- Nei, lat tíðina arbeiða
fyri tí. Tað kemur gongd á
aftur, eingin ivi um tað, ljóðar
metingin frá Janusi Petersen.
Afturat øktu kappingini,
har BankNordik sambært
sær sjálvum skal út í meira
hugaligar og stuttligar upp
gávur, so er tað hendan bú
skaparvøkstur,
ið
bankin
skal fáa sín part av. Og bank
in er sambært sær sjálvum
brynjaður til at bíða. Innan
hýsis
arbeiðið,
venjingin
undan kappingini, er gjørt.
- Ja, vit hava gjørt okkara
arbeiði, bygnaðurin er komin
uppá pláss, og vit koma tí
ikki út í støður, har vit skulu
stongja fleiri deildir, sigur
Janus Petersen.
Innanhýsis justeringar og
tillagingar vil forstjórin ikki
avvísa, men stóru linjurnar
eru teknaðar upp.
BankNordik kunngjørdi týsmorgunin
roknskapin fyri 2012. Úrslitið gjørdist 121
milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt. Tað eru
90 milliónir krónur betri enn í 2011.
Árið 2012 var í BankNordik sermerkt av
samansjóðingini av yvirtikna virkseminum
frá Amagerbanken og tillaging av virksemi
bankans. 2012 gjørdist tó eisini fyrsta árið,
har bankin av álvara heystaði ágóðarnar av
stóru íløgunum, ið eru gjørdar uttanlands
seinastu árini.
Eftir stórar útreiðslur til samansjóðing
av nýggja virkseminum í fyrra hálvári,
gav danska bankavirksemið avlop seinna
hálvár. Samstundis hevði bankavirksemið í
Grønlandi stóra framgongd.
- Úrslitið er í samsvari við tær væntanir, ið vit
høvdu við ársbyrjan í fjør, hóast tær tá kanska
tóktust vera høgar. Ætlanir okkara eru framdar
í verki, og úrslitini vátta, at vit eru á rættari
leið, sigur Janus Petersen, forstjóri.
Bankin rekur tvey tryggingarfeløg, ið hava
ein marknaðarpart á 25 % í Føroyum og
15 % í Íslandi. Tryggingarfeløgini høvdu
ein mildan vetur við fáum skaðum og góvu
samanlagt eitt úrslit á 47 mió. kr. fyri skatt
í 2012.
- Raksturin er støðugt betraður seinnu
árini, og eg eri stak væl nøgdur við úrslitini
í okkara tryggingarfeløgum, sigur Janus
Petersen.
Um vónirnar fyri 2013 sigur BankNordik
millum annað:
Búskaparvøksturin og harvið lánshugurin
væntast at verða av-markaður í 2013, og
tí væntar bankin, at útlánini fara at minka
við 2 %. Í Føroyum hómast ein ávísur
búskaparligur framtakshugur, men føroysku
húskini fara væntandi í stóran mun at taka
realkredittlán, og tí verður útlánsvøksturin
avmarkaður. Frá komandi ári fær bankin
eina eyka útreiðslu á 23 mió. kr. árliga til
innskjótaratrygdargrunnin. Hinvegin væntar
bankin, at niðurskrivingarnar verða lægri
enn í 2012. Úrslitið fyri virðisjavna og skatt
væntast tí at verða 130-160 mió. kr. í mun
til 102 mió. kr. í 2012.
Á aðalfundinum í BankNordik 26. mars fer
nevndin at mæla til, at partaeigararnir fáa
10 milliónir krónur í vinningsbýti.
BankNordik
um sítt egna
úrslit fyri 2012
til kapping