Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt - Endamálið við einhvørjari venjing er at fyrireika seg til at kappast. Í somáta hava vit verið í venjingarstøðu í longri tíð, og nú fara vit at kapp­ast. Nú verður tað stutt­ ligt. Janus Petersen ljóðar av­ gjørd­ur. Forstjórin í Bank­ Nor­dik hevur sjálvs­á­lit­ið við sær, nú hann leggur fram árs­rokn­skapin fyri 2012. Bankin ferfaldar ársúrslitið, ljóða yvirskriftirnar til ein rokn­skap, ið vísir 121 millión­ ir krónur í yvirskoti fyri alt sam­takið. Honum dámar myndina av ítróttarfólkinum, sum ven­ur til kapping. Tað hevur kravt sítt, men hevur verið neyðugt fyri at koma í form til at taka kappingina upp og vera við, har tað er stuttligt. Venj­ing­ar­støðuna hjá hans­ ara banka lýsir Janus Peter- sen soleiðis: - Vit hava gjørt stórar íløgur í at umskipa bankan, vit hava fingið alt samtakið at brúka somu kt-skipan, vit hava miðsavnað kunda­tæn­ ast­u­na og so hava vit eisini stongt nógvar deildir. Í dag eru vit 80 fólk færri í sam­ taki­num enn við árs­byrj­an í 2012. Hetta hevur ikki verið so stuttligt, men neyðugt, sam­ bært bankastjóranum: - Vit hava brúkt rættuliga nógv­a orku upp á okkum sjálvi, upp á innanhýsis viður­skif­ti í bankanum. Tað er ikki so hugaligt sum at brúka tíðina upp á at kapp­ ast, sigur Janus Peter­sen. Men nú er venj­ingar­støð­ an av, sambært banka­stjóra­ num. - Bankin er trimmaður, í góðum formi og klárur at kapp­ast, sigur Janus Peter­ sen. BankNordik er hevur í dag banka­virksemi í Føroyum, Da­n­mark og Grønlandi, um­ framt tryggingarvirksemi í Føroyum og Íslandi. Ser­liga er tað keypið av Amager­ bank­en, ið síðstu árini hevur kravt sítt. Í vavi er bankin tví­fald­aður síðani 2009. - Búskapurin er kom­in uppá pláss, niður­skriv­ing­ar­ nar eru komnar uppá pláss og allar aðrar fortreytir eru somuleiðis komnar upp­ á pláss. So ja, vit eru før fyri at kappast við ein og hvønn, sigur Janus Petersen av­gjørd­ur, tá hann svarar spurn­ingi­num, hvar bankin ætl­ar at taka kappingina upp. Sambært banka­stjóra­ num fara kundarnir at merk­ja øktu kappingina alla­ stað­ni, har bankin er á mark­ nað­inum. - Sjálvandi eru mark­nað­ ir­nir í londunum ymisk­ir, so kappingin og til­boð­ini vera ymisk. Men vit økja kappingina á øllum mark­ nað­um, undirstrikar Janus Peter­sen. Tilboðini Enn vil bankastjórin ikki siga ítøkiliga, hvussu nýggju til­ boð­ini koma at síggja út. Tað verð­ur fráboðað heilt skjótt, sig­ur hann. Men tilboðini koma. - Jú, og tað vera tilboð í øllum londum, bæði til privat­kund­ar og vinnulívið, sig­ur Janus Petersen. Men hvussu kemur til døm­is eitt føroyskt hús­ar­ hald at merkja, at bankin ætl­ar sær í økta kapping við fleiri tilboðum? - Eg kann siga somikið, at tey sum vilja vera kundar hjá - Innanhýsis í bankanum er arbeiðið gjørt, og nú kunnu vit fokusera á kappingina um kundarnar. Tað sigur Janus Petersen, sum lovar munandi betri treytir til kundarnar Janus trimm­aður