Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Geir Gråbein Nordby Klár, til reiðar… tak! FOTO: Action-videokamera Tað er cool at taka upp á ferðini gjøgnum slalom­breytina, kynstrini í eini halfpipe, gokart­koyr­ingini ella fallskíggjalopið. Eitt action-tól letur upp fyri ótaldum møguleikum tøkni Action-kykmyndatól eru ekstremt kompakt kykmyndatól, sum verða fest á kroppin, t.d. høvdið ella bringuna – ella kanska á súkklu­ róðrið – so tú fært filmað alt, sum gongur fyri seg, í fyrstahondsperspektivi Hvat kunnu tey? Seinastu árini hava vit eitt nú sæð livandi myndir av hamburgarum og leikum, sum verða send í rúmdina við veðurballónum við ein­um action-kykmyndatóli fest á, so ferðin kann upplivast í fyrstahondsperspektivi. YouTube er fult av kykmyndum frá ekstrem- ítrótta­fólkum, sum hava slík tól við sær, tá vanda­mikil stunts verða framd á skíð, súkklum ella við brimfjøl á stórum aldum. Og fyri stuttum sá eg eina kykmynd av við einum manni, sum varð fangaður í einum skalvalopi, kom livandi frá tí og fann tólið tvey ár seinni – í góðum standi. Hvat kunnu tey ikki? Action-tólini eru ikki ætlað til at taka aðrar myndir. Fyri tað fyrsta hava tey víðvinkul, so tú fært sum mest av umhvørvinum við, og tí eru tey ikki optimal til portrett-upptøkur. Hartil er objektivið somikið lítið, at óljóð skjótt kemur í myndirnar, um ljósið ikki er nóg gott. Vit testa: Jobo JIB 4 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2.190 kr. JVC GC-XA1 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2.495 kr. Serliga viðmælt: GoPro HD Hero3 Silver Edition. 2.799 kr. Besta keyp: Sony HDR-AS15 . . . 2.500 kr. Best í test: Contour+2 . . . . . . . . . . 3.000 kr. Prísur: 2.190 krónur focusnordic.dk Prísur: 2.799 krónur playgrnd.dk Fyri Ímóti Fyri Ímóti Tólið er lætt at brúka við leitaranum, sum vísir brot úr myndunum. Tað er einki hokus-pokus í at stilla rætt inn. Innandura tykist litjavnvágin góð. Ein reyður dúkur er nevnliga reyður, meðan hvítir veggir eru hvítir. Vansin er ein høg litmettan, har nakað av óljóði er á myndini. Og eitt andlit einar tríggjar metrar burturi kann væl gerast kornut. Uttandura, í vanligum dagsljósi, eru litirnir sera mettaðir. Ein trægarður tykist hava fingið ein eyka umgang við penslinum, har eitt vet av appelsinliti er í. Tað kemur buldrandi út úr skíggjanum, men tykist ikki serliga náttúrligt. Uttandra um kvøldið riggar tólið heilt væl. Tað eru nógvir smálutir í kvøldupptøkunum, og ein biltúrur, ið er tikin upp frá instrumentbrettinum avdúkar, at tólið klárar væl at tackla rørslurnar, uttan at nakað kompressiónsóljóð veruliga ger um seg. Ljóðið er opið og gott. Kanska nakað veikt, men tað kann stillast aftaná, at upptøkurnar eru gjørdar. Nakað av bakgrunds-sussi er eisini. Einki av hinum tólunum fær eins nógvar smálutir fram innandura sum GoPro. Men GoPro togar ljósið í skuggunum somikið langt fram, at myndirnar verða kornutar. Við lægri upploysn gongur betur, tí hvør pixel fær meira ljós, og tólið sleppur frá at fevna um ov nógv. Kortini er óljóðið í yvirkantinum. Uttandura í dagsljósi eru myndirnar klárar og hvassar. Tólið fangar smálutirnar í skuggaøkjum, og eitt andlit í veikum bakljósi av eini hálvsterkari sól sær gott út. Svartstøðið er heldur ljós, og myndunum vantar eitt sindur av megi. Nakað av óljóði er í døkku økjunum, men ikki oyðileggjandi nógv kortini. Fest á instrumentbretti á eini bilferð eru myndirnar hvassar. Bláur himmar er bara eitt evarska sindur bleikur orsakað av veika svartstøðinum. Ein biltúrur um kvøldið á einum vanligum vegi við gøtuljósi verður órógvaður av myndaóljóði. Ljóðið frá GoPro er gott. Javnvágin er góð, men tólið tolir ikki ov nógvan gang, áðrenn myndin er ein onnur. GoPro-tólið er fjølbroytt, ein dreymur um dagin og kann nýtast innandura. Til upptøkur um kvøldið viðmæla vit eini eyka lampu. Topmodellið, Black Edititon, var í skrivandi løtu ikki atkomuligt, men tað verður spennandi at royna tað seinni. Jobo JIB 4 er eitt bíligt, men væl útgjørt action-tól við kyk­mynda­ leitara á bakinum og við fleiri besløgum GoPro HD Hero3 Silver Edition er langa navið á einum action-tóli, sum gevur hvassar myndir við nógvum smálutum. Óljóð í skuggunum er einasta minus Jobo JIB 4 Væl útgjørt GoPro HD Hero3 Silver Edition Ansar smálutunum Meting: ★★★★★★ Meting: ★★★★★★ Nógv útgerð Snild leitiloysn Góð myndagóðska Wi-Fi. Leitari kann ásetast (eykaútgerð) Minni góð myndagóðska Nakað av myndaóljóði Skal ásetast á sport­h. Ikki universalt skrúvub. Síðumonteraði leitarin er óvandur, tá tú skalt panorera við tólinum, tí tað er trupult at hugsa vertikalt í mun til objektivið. Tað kundi verið loyst, um møguleiki var at snara objektivið 90 stig, sum tú kanst á Contour-tólinum. Hinvegin hevur XA1 innbygt Wi-Fi, sum kann nýtast til at monitera tólið tráðleyst við eini snildfon ella einum teldli, og tá er yvirblikkið í lagi. Sjálv upptøkan skal tó tendrast á tólinum. Innandura eru upptøkurnar heldur reyðar, eins og við Contour. Men JVC hevur nógv myrkari myndir. Alt verður myrkt við døkkum økjum. Í vanligum dagsljósi, og tá tað er skýggjað, eru litirnir nógv betri. Myndirnar eru hvassar, og tólið hevur tamarhald á rørslunum takkað verið kompensatiónini fyri rullandi lukkara. Víðvinkulin á 170 stig verður ikki gagnnýttur til fulnar, tá myndaskurðurin er minni. Tað ger hinvegin, at tú kemur tættari at objektivunum, og ein biltúrur verður betur endurgivin í ferð. Men nógv vildu helst havt ein størri myndaskurð. Døkku økini koma eisini aftur í dagsljósi. Tólið fangar ikki allar smálutirnar í einum skógi eins væl, sum tey bestu gera. Mikrofonin hevur eitt gott ljóðstøði, men tað kann skurra, um gangurin er nógvur. Vit kundu hugsað okkum ein opnari diskant og týðiligari talu. Annars eru eingir trupulleikar í hesum. Einasta tólið uttan undir­ vatns­húsa er kortini vatn­ tætt niður til fimm metrar. Í aðrar mátar er JVC-tólið so sum so JVC GC-XA1 Góðkent Prísur: 2.495 krónur jvc.dk Fyri Ímóti Meting: ★★★★★★ Veðursterkt uttan húsa Góð myndagóðska Wi-Fi Ikki undirvatnshúsa Síðumonteraðan leitara serliga viðmælt